Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 31 KÍ. B36 hevur ikki tapt síðani í apríl, men tað var um reppið, at HB knúgvaði grannunum sunnudagin. Tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at Benjamin Heinesen fekk prikað bóltin í málið til 2-2. Úr B36 ljóðar at Alex Mellemgaard, ið átti stóran lut í 2-2 málinum, er ivasamur. Tað sama er við Stefani Radosavljevic, sum gjørdi góðan mun, tá hann kom á vøllin í grannauppgerðini. Um Jákup á Borg fær eina rukku í pannuna av tí, so er støðan nógv verri hjá starvsfelagnum í EB/ Streym, Jákupi Martin Joensen. Heimaliðið verður uttan Árna G. Olsen, Petur Zachariassen, Magnus Janskor, Tóki Johannesen, Ragnar Samuelsen og Arnbjørn T. Hansen. Hartil er Arnar Dam ivasamur. Góðu tíðindini í EB/ Streymi er at felagið er byrjað at vinna aftur. Við sigrum á ÍF, HB og TB hevur felagsliðið yvirhálað AB og er tryggjað í niðurflytingar­stríð­ num, sum helst eisini er avlýst. Á pappírinum kann hetta verða umfarið, har B36 endur­tekur oddasessin, tí KÍ hevur torføran dyst í Sarpu­ gerði. B36 er í viðgongd og lærdi sunnudagin, at einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. SOSIALURIN TIPPAR 0-2 Víkingur-KÍ (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan 17.00 DÓMARI: EILER RASMUSSEN Í tvey ár stríddust Víkingur og KÍ um FM-heitið. Tað stendur framvegis nógv upp á spæl í hesi uppgerðini, sjálvt um Víkingur tíðliga í summar spældi seg úr FM-stríðnum. Eftir ósigurin í steypafinaluni hevur Víkingur reist seg. Liðið vann fyrst á Skála og síðani eitt sindur óvæntað í Runavík. Nú eru trý stig upp til runavíkingar, sum sita á seinasta Evropa-plássinum. Teir gulu og svørtu við Løkin hava eina væl betri málúrtøku, og skulu spæla móti ÍF í seinasta umfari. Tí skal Víkingur helst vinna allar tríggjar dystirnar, sum eru móti KÍ, B36 og TB, meðan NSÍ í mesta lagi fær eitt stig komandi tvey umførini móti HB og KÍ. Gestirnir úr Klaksvík stríðast fyri FM. Við einum sigri í Sarpugerði kann KÍ tryggja sær atgongumerki til ein møguliga FM-finaluna, sum verður í Gundadali móti B36 í 27. umfari. KÍ hevur væl betri málúrtøku enn B36, og tí kann KÍ við sigri á Víkingi, og síðani sigri á B36 tryggja sær FM – óansæð hvussu tað gongur aðrastaðni. Heimaliðið hevur Boga Reinert Petersen tøkan aftur eftir leikbann, meðan gestirnir hava bæði Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen tøkar aftur. Teir hava somuleiðis sitið uttanfyri við leikbanni. Víkingur kann ikki brúka ein javnleik til nakað sum helst. SOSIALURIN TIPPAR: 0-1 ÍF-AB Leygardagin klokkan 17.00 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Fuglfirðingar hava tapt í botnstríðnum, men tíbetur fyri teir er ongin vinnari í 1.deild. Tað er í løtuni avbera sannlíkt, at ongin uppflytari verður úr 1.deild fyri fyrst ferð í meir enn 30 ár. Við aftur: Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen (eftir leikbann) Ivasamur: Ísak Simonsen (knæskaddur) Ikki við: Meinhardt Joensen (skurðviðgjørdur í knænum) og Óli Eyðsteinsson Poulsen (skurðviðgjørdur í knænum) Ikki við: Einar Tróndargjógv (leikbann), Pætur Hentze (fótskaði, langtíðarskaddur) Ikki við: Edvin Jakobsen (knæið, óvist), Niels Pauli Danielsen (lærið, 2 vikur), Fróði Benjaminsen (leikbann) Ikki við: Veljko Vukovic (leikbann), Regin í Lágabø (knæskaði, langtíðarskaddur) Við aftur: Poul Ingason (eftir leikbann), Martin Tausen (eftir leikbann) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Við aftur: Bogi R. Petersen (leikbann) TB KÍ Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. KÍ 24 18 3 3 53-16 (+37) 57 2. B36 24 18 3 3 48-20 (+28) 57 3. NSÍ 24 16 3 5 58-27 (+31) 51 4. Víkingur 24 15 3 6 48-31 (+17) 48 5. HB 24 13 6 5 57-25 (+32) 45 6. SKÁLA 24 9 1 14 25-30 (-5) 28 7. TB 24 5 4 15 19-47 (-28) 19 8. EB/Streymur 24 5 3 16 24-52 (-28) 18 9. AB 24 4 3 17 23-59 (-36) 15 10. ÍF 24 1 3 20 21-69 (-48) 6 Betri deildin menn 25. umfar: LEYGARDAGIN SKÁLA-TB (15.00) HB-NSÍ (16.00) BEINLEIÐIS Á FM1 EB/STREYMUR-B36 (16.30) VÍKINGUR-KÍ (17.00) BEINLEIÐIS Á FM1 ÍF-AB (17.00) Tipping 25. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: SKÁLA-TB 1 EB/STREYMUR-B36 2 HB-NSÍ 2 VÍKINGUR-KÍ 2 ÍF-AB X JÁKUP ÓSÁ: SKÁLA-TB 1 EB/STREYMUR-B36 2 HB-NSÍ 1 VÍKINGUR-KÍ X ÍF-AB 2 TRÓNDUR ARGE: SKÁLA-TB 1 EB/STREYMUR-B36 2 HB-NSÍ X VÍKINGUR-KÍ 2 ÍF-AB 2 STIGATALVAN: 1. LEIVUR FREDERIKSEN 77 STIG 2. JÁKUP ÓSÁ 75 STIG 3. TRÓNDUR ARGE 74 STIG Tað merkir eisini, at fuglfirðingar ikki longur hava knívin á barkanum. Dysturin móti argjamonnum skuldi annars verða stóra niðurflytingarfinalan, men nú er líkt til at liðini kunnu spæla sær seinastu dystirnar. Úr Fuglafirði ljóðar, at Hans Jørgen Djurhuus heldur fram sum venjari komandi tvey árini. Hann hevur nú havt eitt gott hálvt ár sum venjari hjá ÍF saman við Kára Reynheim. Tað er ongin ivi um, at ÍF hevur nógv at arbeiða við til komandi kappingarár, tí stigini eru bara seks tilsamans. Tað er søguliga vánalig í Betri deildini hjá monnum, men eitt stig er nokk at tangera metið, sum B68 setti í 2016, tá liðið flutti niður við bara sjey stigum. Gestirnir eru eisini í avbjóðandi umstøðum. Tobias Larsen og Lukas Giessing komu til í summar og bjargaðu AB, sum annars spældi á eini leið millum brotsteigarnar. Arbeitt verður við at leingja við málverjan, danska Tobias Larsen, meðan tað er heldur ivasamt um Lukas Giessing heldur fram í føroyskum fótbólti. Hetta er ein torførur dystur at meta um, men fuglfirðingar hava torført við at fáa stig. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2