mánadagur 7. oktober 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er í grundini rættiliga áhuga
vert, at so nógvar meiningar eru
um 16 ára gomlu svensku gentuna,
Gretu Thunberg, sum hevur sett
síni greiðu fingramerki á kjakið um
dálking.
Hon hevur fingið boðskapin
um veðurlagsbroytingar so langt
út, at etableraðu gomlu menninir,
sum hildu seg hava valdið á allari
verðini, rista í brókunum – tí at fólk
lurta eftir hesi ungu kvinnuni, sum
legði til brots við einsamøll at mót
mæla uttan fyri svenska ríkisdagin
fyri einum ári síðani.
Tað var heimskendi Bjørn Ulv
aeus úr svenska 70'ara poppbólki
num Abba, sum um dagarnar helt
fyri, at heimsgitni svenski barna
bókahøvundurin, Astrid Lindgren,
uttan iva hevði dámt Gretu Thun
berg sera væl. Hann helt, at hon
minti ikki sørt um Pippi Smokku
legg, soleiðis sum hon hevur ført
seg fram.
– Takið ikki feil, tað er ikki við
sørt av spei, at hon vísur aftur
verstu atfinnararnar, sum tíverri
eru gamlir menn – sum eg – segði
hann.
Hann segði víðari, at helst uttan
at hava ætlað tað, so gevur Greta
Thunberg eisini »me-too rørsluni«
nýtt momentum. Hon er femin
istur, og hon ger nógv fólk, serliga
menn, í øðini. Men eg skilji ikki
rættiliga, hvar øll hendan vreiðin
kemur frá. Hví seta seg so lágt sum
at viðmerkja útsjóndina á einum
barni?
Ungum fólkum tørva fyrimynd
ir. Og tað er júst tað, sum hon kann
vera. Hon hevur jú fleiri ferðir lagt
dent á, at vit mugu lata vísindini
siga okkum avleiðingarnar av veð
urlagsbroytingunum.
Tað er løgið, sum vit altíð skulu
tosa uttanum. Veðurlagsbroytingar
er kanska ringar at fyrihalda seg
til, eins og tá vit í Føroyum tosa
um vánirnar hjá fiskastovnunum.
So eru tað fólkini á kantórunum í
Havn, sum ikki hava pissað í saltan
sjógv, sum mangan fáa toyggið. Tí
ovurfisking hevur einki við fiska
loysi at gera, tað er náttúran sjálv,
sum ræður, verður ført fram.
Helst
ræður
náttúran
sær
sjálvari í ávísan mun, at halda, at
dálking, og í hesum føri ovurfisking,
onga ávirkan hevur, tað er bláoygt,
og tað vita heimsins leiðarar væl.
Men tað passar teimum so illa, at
ein svensk smágenta skal fáa ung
dómin um allan heimin upp úr
stólunum og krevja, at gomlu polit
ikararnir gera nakað við tað.
Politikkur er fyri tað nógva bara
snakk. Tað kenna vit eisini heima
í Føroyum. Vit hava fingið fleiri
ungar politikarar á ting hesaferð.
Kanska er vón fyri framman, at tey
ungu handla meira enn tey snakka.
Unga svenska gentan órógvar
gomlu valdsharrarnar
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
TÁ TEY UNGU SETA DAGSSKRÁNNA
Soleiðis
gongur
við fiski
veiðuni
TÍÐINDI SÍÐA 4-5
Vilja
ikki fáast
við fullar
menn
Nú nærkast Smyril
TÍÐINDI SÍÐA 12
Seinastu vikurnar hevur
órógv verið á siglingini á
Suðuroyarleiðini, og í dag
er eingin sigling millum
Krambatanga og Havnina
orsaka av vánaligum veðri.
Avloysaraskipið Prince
hevur
roynst
misjavnt.
Tað brúkar longri tíð um
at sigla teinin, og lítið skal
til at órógva og seinka
siglingina. Fleiri ferðir eru
túrar seinkaðir ella avlýstir
seinastu vikurnar, og tey,
sum regluliga sigla millum
Havnina og Suðuroynna,
munnu gleða seg at fáa
Smyril í sigling aftur.
Smyril er til eftirlit
og umvælingar á Lindø
skipasmiðjuni í Danmark,
og roknað verður við, at
Smyril verður leysur av
skipasmiðjuni leygardagin.
Tá
kann
Smyril
seta
kós ímóti Føroyum og
fara
aftur
í
sigling
á
Suðuroyarleiðini.
Teitur Lassen
hevur nú sett 17
konsertir í Dan
mark á skránna
hjá sær næsta ár.
Teitur hevur verið við í væl
umtóktu
TV2-sendirøðini
Toppen af Poppen, og tað
sást í farnu viku aftur á
danska iTunes hitlistanum,
har Teitur var ovastur.
Teitur hevur í løtuni bert
eina konsert á skránni í heyst
– tað er konsert í Brússel í
Belgia, men næsta ár skal
Teitur á drúgva konsertferð
í Danmark.
Higartil eru 17 konsertir
komnar á skránna, og rokn
ast kann við, at fleiri fara at
leggjast afturat.
Konsertferðin stendur at
byrja í Roskilde tann 17. mars
og at enda í Keypmannahavn
tann 29. apríl. Teitur skal
hava konsertir á spælistøðum
í býum sum Aalborg, Aarhus,
Vejle,
Odense,
Silkeborg,
Birkerød, Køge, Kolding, Røn
ne og Struer.
Teitur hevur sínar kon
sertir í konserthúsum og á
teatrum – tann seinasta kon
sertin á listanum verður á
Det Kongelig Teater í Keyp
mannahavn.
Konsertferðin hjá Teiti
kallast »Home«.
Teitur nógvar konsertir
í Danmark
Tað sást aftur á danska iTunes hitlistanum í síðstu viku, at Teitur Lassen hevði verið við í
vælumtóktu TV2-sendirøðini Toppen af Poppen
Smyril í dokk í Danmark