Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. oktober · Nr. 115 Í Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, eru tey vitandi um, at nakrir tilburðir av skrubb í seinastuni eru staðfestir í Føroyum. Skrubb kann fyribyrgjast og kann lættliga viðgerast. Lesið um hetta á www.gigni.fo Prestur eigur fyrstu húsini Fyrstu húsini í nýggju útstykkingini hjá Sands kommunu á Vatnsryggi eru nú reist, og tað eru Jákup Reinert Hansen og konan Jóhanna, sum eiga húsini Vilmund Jacobsen Tað var byggifelagið Articon, sum gjørdi nýggju útstykk­ing­ ina hjá Sands kommunu á Vatns­ryggi á Sandi. Her eru 13 planeraði grundstykki, sum stór­ur áhugi er fyri. Fleiri av grundstykkjunum eru longu keypt og goldin. Seinasta fríggjadag vórðu so fyrstu húsini reist, og tað eru hjúnini, Jákup Reinert Han­sen og konan Jóhanna, sum eiga húsini. Jákup Reinert Han­sen var prestur í sóknini í ein mansaldur. Áhugin fyri at byggja á Sandi hevur verið veksandi, og nú arbeiðið upp á Sand­oyar­ tunn­ilin gott og væl er byrjað, er áhugin ikki minni. Eisini aðrastaðni í Sand­ oynni standa sethús í gerð, og Skálavík telist eisini millum tær bygdir í oynni, sum nú fáa tilflytarar, ið byggja sær nýggj hús í bygdini. Nýggj útstykking Í Sands kommunu arbeiða tey eisini við einari nýggjari út­ stykk­ing, og í løtuni er komm­ un­an í holt við at keypa umleið 22.000 fermetrar av lendi norð­ an fyri nýggju útstykkingina. Um nøkur fá ár verður øll Sandoyggin nógv nærri meg­ in­økinum, og tá verður oyggin eitt potentielt stað hjá fólki at seta búgv í - bæði hjá oyggja­ fólki og øðrum, sum vilja seta seg niður í Sandoynni. Í Sands kommunu og í Sand­oynni sum heild er vøkur og óspilt náttúra, og her er rík søga. Her eru eisini allir møgu­ leik­ar við barnaansing, skúla- og frítíðarvirksemi, eins og oygg­in eigur góð heim til røkt á ellis­árum. 96 pund í miðal Vilmund Jacobsen Hetta er tíðin, tá vit plaga at frætta um stórar og góð­ ar veðrar. Fleiri, sum hava heimaseyð, hava longu flett, og ivaleyst flettu fleiri eis­ ini leygardagin. Seinasta hóskvøld fletti Trygvi Kjærbo í Vági fýra veturgamlar veðrar, og tað var ikki hissini, sum allir hes­ir vóru stórir - uttan und­antak. Veðrarnir lógu nevniliga úr 87 pundum og upp í 103 pund. Teir fýra veturgomlu hjá Trygva Kjærbo vigaðu ávikavist 103, 100, 94 og 87 pund, sum gevur eina mið­ al­vekt á heili 96 pund! Tað má næstan sigast at vera óhoyrt, tá havt veðrur í huga, at allir vóru vet­ur­ gamlir. TÝSKVØLDIÐ 8. oktober frá klokkan 19.30 til 21.30 verður hugnaløta á Klaksvíkar Bókasavni fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein. Allar kvinnur eru vælkomnar at taka stokkarnar við. Útsetingin av smolti hjá Luna heldur fram Smoltrørið, sum seinastu dagarnar hevur ligið á Sørvágsfirði, verður liggjandi nakrar dagar aftrat Vilmund Jacobsen Nú Luna setir út laksasmolt ígjøgnum rør á Sørvágsfirði, veit Sørvágs kommuna at siga, at útsetingin fer at halda fram hesa vikuna eis­ini – til og við fríggjadagin 11. oktober. Fiskurin verður settur út frá parkeringsplássinum í Bø og rørið, sum liggur út á Sørvágsfjørð, er væl avmerkt við ávaringarljósum. - At útsetingin heldur fram hesa vikuna eisini, merkir, at rørið verður  liggjandi á Sør­ vágs­firði fram til og við fríggja­dagin 11. oktober, siga tey í Sørvágs kommunu. Lagt verður aftrat, at með­ an útsetingin fer fram, fer skipa- og bátaferðslan fram inn­an fyri aliringarnar við Múl­an, og heitt verður á skip og bátar um at vísa varsemi, tá siglt verður inn og út av Sør­vági.