Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. oktober · Nr. 115 TÍÐINDI Tað vísir seg at vera ein afturvendandi trupulleiki, at løgreglan og alarmsentralurin ikki hava hug at fáast við fullar og avdotnar menn, ið eru til ampa fyri bæði seg sjálvar og onnur. Feskasta dømið er frá fríggjakvøldinum, tá ein fullur maður lá í vegjaðaranum í Vatnsoyrum. Tað hevur ikki eydnast at fingið viðmerking frá løgregluni Steinar Patursson Í farnu viku skrivaði Sosialurin um ein mann, ið lá avdottin í tríggjar tímar í regninum í mið­býnum í Havn, áðrenn sjúkra­flutningstænastan kom eftir manninum. Ein maður hevði ringt til bæði løgregluna og sjúkraflutningstænastuna, og hvørgin teirra vildi kennast við, at maðurin var teirra trupul­leiki. Síðani tað blaðið fór til prent, hevur Sosialurin frætt um fleiri fólk, ið hava upplivað líknandi hendingar, har vakt­ hav­andi á løgreglustøðini ikki vil taka fráboðanir í álvara, og at tey liggja sum kastibløkur millum løgregluna og sjúkra­ flutn­ingstænastuna. Seinasta dømið um hetta hendi so seint sum fríggja­ kvøldið - dagin eftir, at søgan um mannin í miðbýnum í Havn var at síggja í bløðunum. Maður lá við vegjaðaran Helena Heðinsdóttir Jørgen­ sen fortelur, at hóskvøldið koyrdi hon eftir vegnum við Vatns­oyrar. Hon sær, at ein kvinna stendur yvir einum manni við vegjaðaran, og hon fer at vita, um teimum tørvar hjálp. Maðurin var ávirkaður av rús­drekka, sigur Helena Heð­ ins­dóttir Jørgensen, og hann fekk ikki flutt seg. Maðurin var tó við vit og fekk sagt teim­um, at hann hevði ligið har leingi. Tær báðar vistu ikki, hvat tær skuldu gera við mann­in, og tær hildu, at hann kanska hevði fingið skaða í ryggin. Besta boðið var at ringja til 112, avráddu tær, men vakt­hav­ andi var ikki fegin um uppring­ ina, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen. - Tú veit, at tú hevur ringt til alarmsentralin? spurdi vakt­havandi, eftir at Helena Heðins­dóttir Jørgensen hevði greitt frá trupulleikanum, sig­ ur Helena Heðinsdóttir Jørg­ en­sen, sum sigur seg vera skelk­ aða av hendingini og at­burð- ­inum frá alarm­sentral­inum. At enda spurdi vakthavandi á alarmsentralinum, um hon visti, hvør maðurin var, sum lá við vegjaðaran. Helena Heð­ ins­dóttir Jørgensen visti, hvør maðurin var, og hon fortaldi tí alarmsentralinum, hvør hann var. Svarið frá alarm­sentral­in­ um var, at har var ikki nógv annað at gera enn at lata mann­in liggja, tí hann kom altíð út fyri tílíkum. - Í støðuni var eg eitt sindur málleys, men tá eg hugsi um tað aftaná, hevði eg ynskt, at eg var eitt sindur meira kont­ ant. Hatta var í øllum førum ikki tað, sum eg sóknaðist eftir. Eg vildi gjarna hava meira veg­ leiðing ella meira hjálp. Um tey ikki vildu senda sjúkrabil, so kundu tey um ikki annað for­ talt mær, hvat meira eg kundi gera, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen. Endin gjørdist so, at vakt­ hav­andi játtaði at kanna, um hann kundi fáa ein bil at fara at hyggja eftir manninum. Tá vóru fleiri fólk komin aftrat á vegnum, og teirra millum var eisini ein lækni, sum fekk hugt eftir manninum. Helena Heðinsdóttir Jørg­ en­sen var á veg til arbeiðis, tá hend­ingin fór fram. Hon føldi seg ikki trygga at fara, fyrr enn maðurin var í góðum hondum, so tá hon sá, at ein sjúkrabilur kom koyrandi eftir vegnum, fór hon til arbeiðis. Hon hevur síð­ani fingið váttað frá einari aðr­ari kvinnu, ið var har, at mað­urin varð tikin upp í sjúkra­bilin. Kendur trupulleiki í Miðbýnum Ein persónur, ið Sosialurin hev­ur tosað við, hevur ofta upp­livað, at løgreglan vildi illa gera nakað við fullar og av­ dotn­ar menn, ið hann hevði við at gera. Maðurin, sum vil vera ónevnd­ur, hevði í níggju mán­ að­ir ábyrgdina av plássinum framm­an fyri kommunu­bygn­ ing­inum í Miðbýnum í Havn; tað, sum fyrr var Føroya Banki. Sam­stundis hevði hann eisini ábyrgdina av hølunum á veg­ hædd, har Visit Tórshavn og apotekið halda til. Hann fortelur, at tað hendi ofta, at hann var noyddur at ringja eftir løgregluni, tí fullir menn vóru avdotnir á økinum. Ofta vóru teir til ampa fyri onn­ur, men tað hendi seg eis­ ini, at teir vóru til vanda fyri seg sjálvar. Maðurin fortelur, at hann hevur eisini verið úti á vegnum at tikið ein mann upp, tí hann lá avdottin - hálvur á gongu­breytini, hálvur á vegn­ um. Summir av avdotnu monn­ VILJA IKKI FÁAST VIÐ FULLAR MENN