Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. oktober · Nr. 115 TÍÐINDI un­um vóru ikki so lættir at flyta, tí at teir vóru ov tungir. Summir høvdu pissað í buks­ ur­nar. Maðurin sigur, at hann kendi væl trupulleikan, ið víst­ ur varð á í Vikuskiftis­sosial­in­ um, tí hann varð ofta sendur aft­ur og fram millum løgreglu og sjúkraflutningstænastuna. Oft­ast ringdi hann eftir løg­ regl­uni fyrst, har hann varð bið­in um at ringja eftir sjúkra­ flutn­ingstænastuni. Sjúkra­ flutn­ingstænastan vildi hin­ veg­in ikki kennast við menn­inar, uttan so at teir vóru komn­ir til skaða, og bóðu mann­in ringja aftur til løg­regl­una. Men tað løgreglan kundi ger­ast irriterað. - Eg royndi ofta at fara om­ an at tosa við hesar menninar, og vit høvdu ein góðan dialog, har eg royndi at vita, um eg kundi fáa teir at fara onkra aðra­staðni. Onkuntíð mátti eg hava fatur í løgregluni, og eg upplivdi fleiri ferðir, at teir vóru trekir, og at teir tímdu ikki at koma. Teir tóku tað ikki í álvara. Maðurin greiðir frá, at tað kom ofta an uppá, hvat løg­ reglu­fólk talan var um. Summ­ ir vóru blíðir at hava við at gera, aðrir vóru minni blíðir, og ofta var tað vakthavandi í tele­ fon­ini, ið gramdi seg um, at tí­ líkt hevði løgreglan ikki stund­ ir at taka sær av. Endin gjørdist, at maðurin bað leiðaran hjá sær klaga til løg­regluna, tí hann metti, at leið­arin hevði eitt sindur meira tyngd enn hann hevði. Maðurin sigur, at tað er vert at hava í huga, at hann var bert í hasum starvinum í níggju mánaðir, og at hetta var nakað, ið hann upplivdi fleiri ferðir innan hetta tíðarskeiðið. - Tað var ofta, at teir verbalt gjørdi seg á onkran, sum kanska gjørdist bangin, ella at teir gjørdu okkurt herverk ella komu upp at klandrast. Tað er so eitt. Men tá teir eru komnir til skaða ella eru til ampa fyri ferðsluna, so fekk eg ikki ta hjálp­ina, sum eg skuldi. Teir eru hóast alt menniskju, og vit skulu hjálpa teimum, sigur mað­urin. Tað var sum, at løg­ reglu­fólkini vórðu fornermað, tí tey skuldu taka sær av hes­ um uppgávunum. Settu ágangandi mann inn á Herbergið Magni Højgaard starvaðist í fleiri ár á Bláa krossi sum leið­ ari á sosialu eindini. Hann sig­ ur, at tað var ikki ein trupul­ leiki, sum hann hoyrdi nógv til, at løgreglan ikki vildi fáast við fullar menn, ið ikki megnaðu at ansa eftir sær sjálvum. Har var tó serliga ein til­ burð­ur, ið fekk hann at øtast. Løg­reglan hevði verið og tikið ein mann upp í býnum, sum var ávirkaður av rúsdrekka. Mað­urin hoyrdi heima á Her­ berg­inum, og tí hevði løg­reglu­ bil­urin koyrt hann niðan har. Tá teir koma á dyr hjá Her­ berg­inum er ein kvinna einsa­ møll til arbeiðis, og hon greiðir løg­regluni frá, at hon kann ikki taka mannin inn. Maðurin var í ringum standi og hevði verið sera ágangandi um dagin, og hon tordi tí ikki at hava hann har, meðan hon var einsa­møll til arbeiðis. Løgreglan tók eftir øllum at døma ikki boðini hjá henni í álvara, tí maðurin varð settur av á Herberginum kortini, og end­in gjørdist, at kvinnan varð noydd at ringja eftir Magna Højgaard, sum mátti koyra til Havnar, soleiðis at hon ikki var einsamøll við manninum. Tá Magni Højgaard var komin til Havnar, varð hann noyddur at ringja eftir sjúkrabilinum, tí tá var maðurin dottin gjøgnum trappurnar og hevði brotið seg sundur. - Teir tóku hana av bólið, simpult­hen. Tað er langt úti, sigur Magni Højgaard. Løgreglan Løgreglan var ikki til reiðar at gera eina viðmerking til blaðið, men í samrøðu í síðstu viku greiddi Bjarni Nattestad, vakt­ ar­leiðari, frá, at vanliga manna­gongdin til slíkar frá­ boð­anir er at senda ein løg­ reglu­bil út á staðið, og síðani verð­ur ein meting gjørd á staðn­um, um hvat skal gerast næst. - Meta vit tað, at viðkomandi klárar at taka sær av sær sjálv­ um, so gera vit faktiskt einki við tað. Men er tað soleiðis, at við­komandi er í einum standi, sum ger, at hann ikki kann taka sær av sær sjálvum, so gera vit tað við viðkomandi, sum vit meta er tað rætta, segði Bjarni Nattestad. Hvat verður gjørt, er alt eft­ ir, hvørjar umstøðurnar eru. Onkuntíð verða tey koyrd á Herbergið, onkuntíð í brumm­ una at sova rúsin av sær, og onkuntíð verða teir koyrdir heim, greiddi Bjarni Nattestad frá.