Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. oktober · Nr. 115 TÍÐINDI Kringvarpið hevur seinastu vikurnar sett tveir royndar journalistar í starv, aftaná at fleiri av verandi journalistum eru farnir aðrar leiðir. Næstu seks mánaðirnar verða Barbara Holm, fyrrverandi blaðstjóri í Sosialinum, og John Johannesen, fyrrverandi løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, partur av journalistiska umhvørvinum í Sortudíki Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fólk sum fylgja væl við tíðind­ unum í Kringvarpinum hava uttan iva lagt merki til, at nógv­ar broytingar hava verið í manningini tey seinnu árini. Seinastu tíðina hava kend nøvn sum Óluva Zachariasen, Beinta Løwe, Rógvi Olavson, Leivur Frederiksen, Uni Holm Johannesen og Jan Lamhauge antin søkt farloyvi úr størv­un­ um ella eru farin í onnur størv, samstundis sum innanhýsis broyt­ingar í Kringvarpinum hava ført við sær, at kendir sjón­varpsvertir sum John­sig­ urd Johannesen, Bogi Godt­ fred og Sigrún Brend framyvir ikki verða at síggja sum vertir í Dag&Viku, men fara at takast við aðrar uppgávur í húsinum. Meðan fleiri royndir journ­ al­istar sostatt eru givnir ella hava tikið ein fyribils steðg frá ar­beiðinum í Kringvarpinum, hevur tað í staðin eydnast leiðsl­uni at fingið fatur á nøkr­ um av teimum meira kendu og royndu nøvnunum í føroyska fjølmiðlaheiminum. Ein teirra er sjálvur tíðinda­ leiðarin George L. Petersen, ið byrjaði í starvi í Kring­varp­in­ um í januar í ár, og stutt eftir tók við sessinum sum tíðinda­ leið­ari. Umframt at hava drúgv­ar royndir frá fleiri før­ oyskum miðlum sum journ­al­ istur, kom George L. Petersen í Kringvarpið úr einum starvi sum ábyrgdarblaðstjóri í Dimma­lætting. Tíðinda­leið­ ara­starvið í Kringvarpinum er heldur ikki ókent fyri George L. Petersen, tá tað telist millum størvini, ið hann áður hevur røkt. Í farnu viku byrjaði ein ann­ ar gamal kringvarps­journal­ist­ ur aftur í Kringvarpinum, tá John Johannesen, fyrrverandi lands­stýrismaður og ting­mað­ ur fyri Javnaðarflokkin og fyrr­verandi journalistur í Sosial­inum og Kringvarpinum, aftur var at hoyra í útvarps­ tólum kring landið. Umframt eina fortíð í politikki og miðl­ un­um, hevur John Johannesen seinastu árini arbeitt hjá Ríkis­ umboðnum og javnan verið brúkt­ur sum politiskur eyg­ leið­ari í ymiskum miðlum. Og í dag byrjar Barbara Holm, ið var blaðstjóri í Sosial­ inum fram til 1. februar, í starvi sum tíðindafólk í Kring­varp­in­ um. Umframt at hava starvast í Miðlahúsinum, har hon hev­ ur framleitt tilfar til bløð, heima­síður og loftbornu miðl­ ar, hevur Barbara Holm eisini starvast sum kampanjuleiðari hjá Tjóðveldi til tvey løg­tings­ val. Sostatt er talan um trý roynd fólk í føroyska fjøl­ miðla­heiminum, ið nú eru við til at lyfta arvin eftir teimum, ið eru givin seinastu tíðina. - Vit royna at hava eina blanding av royndum og nýggj­um journalistum í Kring­ varpinum. Fyrimunurin við roynd­um journalistum sum John Johannesen og Barbaru Holm er, at tey kenna tað journ­alista yrki og tí er tað skjót­ari at fáa tey í gongd við fram­leiðsluna av tilfari, sigur tíðinda­leiðarin í Kring­varp­in­ um, ið eisini upplýsir, at í báð­ um førum er talan um eina fyri­bilssetan upp á seks mán­ aðir. Fortíðin eingin trupulleiki Tað hevur kortini vakt ans, at John Johannesen, sum í fleiri ár var ein partur av politisku skipanini, nú verður ein partur av toyminum av journalistum í Kringvarpinum, ið skal við­ gera politisk viðurskifti. Tann kritikkurin kann væl hugsast at kykna aftur við starvs­setanini av Barbaru Holm, sum var kampanju­leið­ ari hjá Tjóðveldi til løgtings­ valið. Harumframt hava bæði George L. Petersen og Sólvit E. Nols­øe, vertur í Dag&Viku, eina fortíð sum valevnir fyri ávika­vist Sambandsflokkin og Fólka­flokkin. Fortíðin hjá nýggju journal­ ist­unum vekir kortini ikki høv­ uðbrýggj hjá tíðinda­leiðar­an­ um, ið metir at tað ikki kann hald­ast móti teimum. - Tað eru fleiri ár síðan, at John Johannesen var aktivur í politikkur og hevur hann held­ ur ikki verið limur í Javn­að­ arflokkinum í fleiri ár. So har dugi eg ikki at síggja nakran trupulleika, sigur hann og held­ur fram. - Barbara Holm var kamp­ anju­leiðari hjá Tjóðveldi, men har má eg bara siga, at tað er eitt professionelt arbeiði at líkna við at vera taluskrivari hjá einum landsstýrismanni. Slíkt eigur ikki at avmarka starvs­møguleikar frameftir. Harumframt setur hann sítt álit á, at bæði nýggju starvs­ fólk­ini, men eisini restin av starvsfólkahópinum, brúka sítt sunna skil í arbeiðinum. - Tað kann sjálvandi vera eitt sindur trupult, men hetta eru professionel fólk. So vit brúka okkara sunna skil og eru varin við hvørjar søgur ym­isk fólk gera. Øll her hava eina professionellan hugburð, og vita tey ikki skulu ikki renna ørindi fyri nakran polit­ iskan flokk, meðan tey eru her, sigur George L. Petersen. KEND ANDLIT MYNDA KRING