Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. oktober · Nr. 115 Leys størv á Landssjúkrahúsinum Sjúkrarøktarfrøðingar til Kommunulæknavaktina Umsóknarfreist 07. oktober 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til Økispsykiatri í Norðoyggjum Umsóknarfreist 14. oktober 2019 Sálarfrøðingur til fast starv í Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum Umsóknarfreist 14. oktober 2019 Starvsfólk til Tænastudepilin Umsóknarfreist 18. oktober 2019 Varaleiðari til Køkin Umsóknarfreist 21. oktober 2019 Ergoterapeutur til Ergo- og fysioterapideildina Umsóknarfreist 21. oktober 2019 Fysioterapeutur til Ergo- og fysioterapideildina Umsóknarfreist 21. oktober 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til B6 Umsóknarfreist 21. oktober 2019 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Ása Niclasen, Fløtugøta 6, 420 Hósvík, fødd tann 23. mai 1935, deyð tann 4. september 2019, og eftirsitandi hjúnarfelaga Daniel Poul Sigurd Niclasen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 308/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 2. oktober 2019. TROTABÚGV Við avgerð tann 4. oktober 2019, er Sp/f WeTravel, Niels Winthergøta 9, 100 Tórshavn, sum hevur rikið ferðaskrivstovu frá adressuni Dr. Jacobsensgøta 3, lofti, skrás. nr. 6527, sks. nr. 3-86/2019, komið undir trotabúarviðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan frá Skráseting Føroya um tvingsilsupploysn, dagfest tann 24. september 2019. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Yvir við Strond 4, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, fríggjadagin tann 25. oktober 2019, kl. 13.30. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 4. oktober 2019 TÍÐINDI Sosialurin 341800 fyrst og fremst NÝTT DAG & VIKA Tað eru ikki bara starvsfólka­ hóp­urin, ið verður endur­nýggj­ aður í hesum døgum, men verður sjálvt flaggskipið hjá Kring­varp­ inum, tíðindasendingin Dag & Vika í sjónvarpinum, dagførd. Og eftir ætlan fer nýggja Dag&Vika av bakkastokki ein av kom­andi døgunum. - Okkara nýggja studio er um at vera klárt og mangla tað ein­ ans nøkur smá tøknilig viður­ skifti. Men annars eru fysisku karm­arnir upp á pláss og vóna vit at taka tað í brúk í hesi vik­ uni, sigur George L. Petersen, tíð­ inda­leiðari í Kringvarpinum. Tað var 5. september, at Sosial­urin kundi bera tíðindini, at umfatandi broytingar blivu gjørd­ar í Dag&Viku, ið millum annað merkti, at Sigrún Brend, Bogi Godtfred og Johnsigurd Jo­ hannesen blivu skift út við aðrar vertir. Tá segði George L. Petersen, at tað verða Sólvit E. Nolsøe, Elin Mirjamsdóttir, Heini Gaard og Kára Bjarnadóttir Jakobsen, ið verða vertir í Dag&Viku. Síðan er tann broyting hend, at Kára Bjarnadóttir Jakobsen hev­ur fingið bjóða starv í Utt­an­ ríkis- og Mentamálaráðnum og verður sostatt ikki partur av toym­inum av vertum í Dag&Viku. Í staðin tekur Jón Brian Hvidtfeldt við tí leik­lut­in­ um. Jón Brian Hvidtfeldt er eisini partur av redaktiónstoyminum í nýggju aktualitetssendingini hjá útvarpinum, Breddin, ið verður send seinnapartar. Umframt hann eru Brynhild Thomsen og Marjun Dalsgarð partur av redaktiónini, meðan John Johannesen er knýttur at send­ingini sum journalistur. T SKULU GVARPIÐ