Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1992: Tjóðbankin bjargar Sjóvinnubankanum: Og landsstýrið fær harðar treytir AFTURHVARV: Danski tjóð­bank­ in setur pen­ing í Sjó­vinnubankan, treyt­að av at lands­stýrið fylg­ir eini fíggja­r­pol­ it­iskari »sta­bi­l­ i­s­er­ings­ætlan«, sum skal ger­ast av útlendskum IMF-fíggj­ar­ser­ frøðingum Týsnáttina varð avtala gjørd mil­lum landsstýrið og donsku stjórnina, sum inn­i­ ber, at danski tjóðbankin skal til­føra Sjóvinnubankanum 500 milliónir. Treytin fyri at hetta verður gjørt er, at lands­stýrið skal fylgja eini fíggj­ar­pol­it­isk­ari sta­bil­i­ser­ ings­ætl­an. Hendan ætl­an skal gerast eftir altjóða regl­ um fyri eindurreising, og hon skal gerast innan fimm mán­aðir. Ætlanin skal ger­ast av óvildugum fíggj­ar­ser­frøð­ ing­um, sum verða lænt­ir frá IMF altjóða gjald­oy­ra­fel­ags­ skap­i­num. Ein treytin er, at javnvág skal vera í fíggj­arlógini fyri kom­andi ár. Landsstýrið skal eisini hjálpa til við eini ný­mót­ansgerð av føroysku vinnu­lívs­lógini, herundir eisi­ni banka, partafelags og grann­skoðaralógini. 500 milliónir Danski tjóðbankin skal læna Sjó­vinnu­bankanum í fyrstu atløðu 300 milliónir krón­ur. Peningurin verður út­skriv­ að­ur í vesklum upp á seks mán­aðir. Upphæddin kann eftir avtalu millum ríkis­ stjórn­ina og tjóðbankan hækk­ast við 200 milliónum. Fyri hesum peningi verður veitt stats­garanti. Peningurin verður sett­ ur í grunn. Hesin grunnur verð­ur stýrdur av fimm lim­ um, danska sjtórnin vel­ur tríggjar limir, lands­stýrið tveir. Grunnurin set­ur nýggj­ an kap­i­tal í Sjóvinnubankan. Tað ar danska banka­eft­ ir­litið, sum sló til. Sjó­vinnu­ bank­in kom at hava hall, tá árið er av, os stórt, at egin­ kap­i­tal­urin var í vanda. Nýggja skipanin mekrir, at tey, sum eiga partabrøv í Sjó­vinnu­bank­a­num koma at missa pen­ing. Eg­in­p­en­ing­ur­ in verð­ur niðurskrifarður frá 98 milli­ónum til 15 milliónir. úr Sosialinum 7. oktober í 1992 Her eru donsku treytinar, sum danska stjórnin setti landsstýrinum í avtaluni frá 6. oktober í 1992, tá nýggjur partapeningur varð settur í Sjóvinnubankan – Avtalan er neyðugt til tess at tryggja, at okkara banka- og fíggjarskipan ikki fór full­ komi­liga av lagi, og tað er á tí grund­ar­støði din skal síggja avtaluna. Atli Dam segði víðari við út­varpið, at hann er ikki nøgd­ur við alt í avtaluni, men hetta ar so tað, sum í eini knapp­ari vend varð møg­uligt at fáa upp at standa. Avtalan hevur við sær, at bankaskipanin í Før­oyum kann halda fram á full­kom­i­ liga tryggjum støði. Løg­maður vísir á, at hóast treytir eru settar í avtaluni, so eru Føroyar so avghjørt ikki settar undir fyrisiting. Her er talan um viðurskifti í sam­bandi við fíggjarlógia, sum landss­týrið fer at broyta um­framt støðutakan til ein meira langtsitaðan láni­poli­ tikki. – Ein má tó siga, at banka­ skip­anin í Føroyum er sett und­ir ávísa fyrisiting, og har­ av fylgja nakrar avlieðingar fyri samlaða búskapin. Talan er annars um, at spara umleið 150 milliónir krón­ur á fíggjarlógini. Løg­ mað­ur heldur ikki, at tað kunnu fremjast stórvegis fleiri skerjingar. Talan verður um eina kobinatión av fleiri inn­tøkum og ávísa skerjig. Løgmaður sigur, at í mun til tað, sum varð lagt á borðið undir tor­føru samráðingunum í Keyp­ mann­a­havn til tess at bjarga Sjó­vinn­u­bankanum, so er av­talan rættiliga smunandi øðr­vísi. – Men tað er greitt, at hetta var eit tval millum pest og kolera, og tað kann ein­hvør imynda sær, hvat hevði hent við tí føroyska sam­felagnum um ein av pen­ing­a­stovn­ u­num stongdi. Løgmaður heildur annars støðuna hjá vinnulívinum vera betri eftir tað, sum nú er hent. úr Sosialinum 7. oktober í 1992 1992: Atli Dam, løgmaður: Eitt val millum pest og kolera AFTURHVARV: – Men einhvør kann ímynda sær, hvørjar av­leið­ing­ar tað hevði fing­ið fyri føroyska sam­fel­ag­ið, um ein av bank­u­num stongdi, segði Atli Dam, løg­mað­ur, við út­varpið í gjár í sam­bandi við ta avtalu, sum er gjørd millum danskar mynd­ug­leikar og landsstýrið um at forða fyri, at Sjóvinnubankin stongdi Stjórar og sherry AFTUR­HVARV: – og sorg í Sjó­ vinnu­bank­a­ num Tað var einki lag á mon­ num, tá Sjóvinnubankin seinna­partin í gjár hevði stóra móttøku í sambadi við 60 ára føðingardagin. Og ætlaða veitslan verður neyvan nú… Seinnipartin í gjár bjóð­aði Sjóvinnubankin til mót­tøku í høv­uðs­deild­ini í Havn, har hópin av fólki var samankomin. Blandingin av fólki var tann van­liga – leiðandi fólk innan føroyskt vinn­u­lív, fólk úr føroyska ment­a­n­ ar­lívinum, stjórar, reið­arar, for­menn og onn­ur, ið hava nakað at siga í sam­fel­ag­ num. Øll kundu fáa sær sherry og kransakøku, og til teirra, ið ikki njóta rús­ drekka, var eisini skonkt juice. Lagð var einki serligt á fólki, og tað var uttan tað stóra hóv­a­stákið, at menn tóku í hondina á hvørjum øðr­um, stjóranum og nevnd­ar­limum fyri at ynskja til­lukku við tí runda degnum. Heldur tvørturímóti var ein dapur stemningur inn­an­veggja, og samferan minti meir aum eina sorg­ ar­løtu enn eina roynd at halda føðingardag. Ikki var har ólíkt at vera í ein­ um servi. Og helst verður tað eis­ ini til móttøkuna seinna­ partin í gjár, at føð­ing­ar­ dags­haldið í mesta lagi fer at strekkja seg fyri fyrst. – Vit høvdu ætlað at havt eina stóra veitslu leyg­ar­kvøld­ið í Bad­min­ ton­høll­ini fyri at halda 60 ára føð­ing­ar­dag­in ordiliga. Men nú verð­ur veitslan allarhelst út­settt fyribils í hvussu er, sig­ur Edvard Heen í Sjó­vinn­u­bank­anum. – Í øllum før­um er tað ikki besti stemn­ing­urin fyri at halda veitslu júst nú. Hvussu fór at verða við veitsl­uni, skuldi av­ger­ast í gjár, men hon verður helst ikki. At alt hetta skuldi henda júst nu, kom skill­ig­a sera dátt við hjá teimum í Sjó­vinnu­bank­a­num, og tað var helst eingi, ið hevði rokn­að við einum slíkum føð­ing­ar­degi. úr Sosialinum 7. oktober í 1992 Í gjár vóru 27 ár síðani Sjóvinnubankin mundi farið á húsa­gang – men varð bjargaður við avtalu millum lands­ stýr­ið og donsku stjórnina. Í hesum sambandi endprenta vit geinar úr Sosialinum 7. oktober í 1992 Atli P. Dam var løgmaður í 1992