mánadagur 7. oktober 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. oktober · Nr. 115
Framgongdin
er ikki varandi
- Tað er ikki so einfalt at meta um, hvussu
gongdin í altjóða búskapinum kemur ávirka
føroyska búskapin, sigur Vinnuhúsið
Vilmund Jacobsen
- Í juli var framgongd í
altjóða handlinum, men
gongdin við Brexit, hand
ilsstríðið millum USA og
Kina umframt nýggjastu
lyklatølini
úr
Evropa,
benda tíverri á, at henda
framgongdin ikki er var
andi.
Tað sigur Allan Søren
sen, leiðandi greinari hjá
Dansk
Industri,
sum
Vinnuhúsið í dag endur
gevur.
Víst verður á, at í juli í
ár var vøksturin í altjóða
handlinum 1,9 prosent,
men tøl úr CPB World
Trade Monitor vísa sam
stundis, at samanlagt er
altjóða handilssamskifti
minkað 0,9 prosent sein
asta árið. Hetta er størsta
afturgongdin í altjóða
handilssamskiftinum
síðan fíggjarkreppuna.
Í greinini verður víst á,
at tað, at altjóða handils
samskiftið er minkað sein
asta árið, er eitt álvarsligt
tekin
um
ein
veikan
heimsbúskap.
- Handilskríggið mill
um USA og Kina, lítli vøkst
urin í altjóða búskapin
um
og
óvissan
um
gongdina eru eitrandi
fyri altjóða handilin, og
hesi
viðurskifti
hava
broytt kósina í heims
handlinum skeiva vegin.
Lagt verður aftrat, at
óvissan hevur við sær, at
fyritøkur
og
brúkarar
bíða við at gera íløgur í
maskinur og aðrar størri
og drúgvar nýtsluvørur,
sum eru vørur, ið fylla
nógv í heimshandlinum,
sigur Allan Sørensen.
Í farna mánað sendi
OECD út eina forsøgn,
sum boðaði frá lægsta
vøkstrinum í altjóða bú
skapinum síðan fíggjar
kreppuna.
Í Vinnuhúsinum reisa
tey í dag spurningin,
hvussu afturgongdin í al
tjóða búskapinum fer at
ávirka føroyska búskap
in.
- Men, her er trupult
at koma við einum greið
um svari, heldur Vinnu
húsið, sum vísir á, at før
oyski búskapurin er lítil
og opin, og sostatt ógvu
liga viðbrekin mótvegis
stoytum uttaneftir.
Tað duga at gera
tað hugnaligt og
forvitnisligt.
Fríggjadagin høvdu tey
gomlu í Vesturstovu
í Fuglafirði vitjan av
Hanusi Kjølbro, sum
greiddi frá um veðrið.
Føroyar og ES
í broytingartíð
Hósdagin 10.
oktober skipar
uttanríkis- og
mentamálaráðið
í samstarvi við
Fróðskaparsetur
Føroya fyri
kunnandi tiltaki
um Føroyar og ES
Vilmund Jacobsen
Tiltakið, sum er alment,
verður í Kongshøll í Sjó
vinnuhúsinum
henda
dagin frá 09 til 12.
- Evropa Samveldið er
og
verður
framvegis
størsti marknaðurin fyri
føroyskan útflutning, eis
ini eftir Brexit, tó at aðrir
marknaðir kring heimin
fáa alsamt størri týdning
fyri Føroyar.
Í Vinnuhúsinum vísa
tey í dag á, at umframt
handilssamstarv
hava
Føroyar og ES eisini sam
starvssáttmálar
innan
fiskiveiði og gransking.
- Men, er samstarvið
við ES nóg breitt og
tíðarhóskandi, tá saman
borið verður við viður
skiftini millum ES og
onnur lond í Vesturevr
opa? spyrja tey í Vinnu
húsinum.
Víst verður á, at nøkur
lond í Vesturevropa, sum
eitt nú Ísland, Noreg og
smálondini, Andorra, Mon
ako og San Marino, av
ymiskum orsøkum hava
valt ES limaskapin frá.
- Øll ynskja best møgu
liga atgongd til ES markn
aðin og eitt mennandi
samstarv í Evropa, men
hvussu skipa hesi londini
síni viðurskifti við ES?
Á tiltakinum hósdagin
fara umboð úr Andorra
og Noreg at greiða frá
teirra royndum við sam
starvi
við
ES.
Eisini
fara serfrøðingar og sam
ráðingarfólk hjá ES at
greiða frá støðuni hjá ES
til handil og annað sam
starv við lond í Evropa, ið
eru uttanfyri ES.
Soleiðis
gongur við
fiskiveiði
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin vóru
tvey ísfiskalínuskip
á Rygginum. Annað
skipið landar í dag,
og hitt skipið kemur
møguliga síðst í vikuni.
Á Rygginum hava
línuskipini fingið mest
av toski og nakað av
svartkalva og blálongu.
Fríggjadagin
vóru eisini seks
ísfiskalínuskip vestan
fyri, og væntandi
landar eitt av hesum
skipum í dag. Hini
skipini landa helst
síðst í hesi vikuni ella
fyrst í næstu viku.
- Línuskipini, sum
eru vestan fyri, hava
fingiðð mest av toski
og hýsu og so nakað av
longu og brosmu, vita
tey á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
Eitt frystilínuskip
fiskar í
Eysturgrønlandi, eitt
er í íslendskum sjógvi,
og tvey frystilínuskip
fiska í føroyskum
sjógvi. Haraftrat tekur
eitt frystilínuskip móti
fiski í Grønlandi.
Streymurin verður
góður, men veðrið
verður heldur óstøðugt
teir næstu dagarnar.
Á Fiskamarknaði
Føroya vænta tey tó, at
onkur útróðrardagur
verður í vikuni.
- Útróðrarbátarnir
hava góðan fiskiskap,
verður lagt aftrat.
Fríggjadagin vóru
flestu partrolarapør
til fiskiskap. Øll
fiska upsa, men
fiskiskapurin
er smáligur.
- Partrolararnir koma
inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Á Fiskamarknaði
Føroya vistu tey
fríggjadagin at siga,
at ein djúpvatnstrolari
er til fiskiskap.
- Teir fiska kongafisk
og koma inn at landa
síðst í hesi vikuni.
Lagt verður aftrat,
at seinastu dagarnar
hevur ein trolbátur
verið til fiskiskap.
Teir hava verið á
Skeivabanka og
landa helst í dag.
Veiðan er ein
blandingur av
toski, havtasku,
upsa og longu.
HEYSTFAGNAÐUR:
Á Eiði hava tey seinnu
árini skipað fyri
frálíka tiltakinum,
Heystfagnaður.
Soleiðis verður aftur í
ár, og hesaferð verður
tiltakið í døgunum,
16.-20. oktober, sum
er í heystfrítíðini.