mánadagur 7. oktober 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
BADMINTON
Føroyska U19-landsliðið hevur
seinastu
vikuna
luttikið
í
HM fyri lið í Russlandi. Eftir
eitt stórtap og nakrar teprar
ósigrar, so vunnu Føroyar
á Armenia og skuldu spæla
ímóti Kasakstan um 37. plássið
í kappingini. Føroyar taptu
dystin 3-1 og blivu harvið
nummar 38. Føroyar vóru
styrkismettar sum nummar
42 av 43 londum, so úrslitið
var betri enn væntað. Tey,
sum mannaðu føroyska liðið,
vóru Alma Kentsdóttir Mohr
Pedersen,
Sissal
Thomsen,
Lena Maria Joensen, Árant á
Mýrini, Jónas Djurhuus og Ari
M. Jacobsen. Venjari var Sune
Gavnholt.
E-SPORT
Heimsins besta lið í teldu
spælinum CS:GO, Astralis við
hálvføroyska Lukasi Egholm
Rossander sum liðskipara, tapti
leygardagin sína hálvfinalu
DreamHack Masters í Malmö
2-0 ímóti Fnatic. Lukas, ið er
sokallaður in-game leiðari á
heimskenda danska liðnum,
sigur í samrøðu við TV2, at teir
vórðu órógvaðir av at tað var
ov nógvur larmur í salinum, og
at hetta náddi í oyramikrofonir
teirra og órógvaði teirra sam
skifti. Hann sigur tó, at tað
var galdandi fyri bæði liðini.
Astralis spælir aftur um eina
viku í ESL Pro League.
FÓTBÓLTUR
Viljormur Davidsen og teir úr
Vejle eru framvegis oddalið í
næstbestu donsku deildini, har
teir við 1-0-sigri ímóti Vend
syssel FF um vikuskiftið. Vilj
ormur fær ikki nógva spælitíð
undir rumenska venjaranum,
Constantin Galca, og hesaferð
varð hann innskiftur í tíðini,
sum dómarin hevði lagt aftur
at.
Hálvføroyski
Mads
B.
Mikkelsen sat á bonkinum hjá
Vendsyssel FF.
Heini Vatnsdal fekk fulla
leiktíð í 2-2-javnleikinum hjá
Fremad Amager ímóti Nykøb
ing FC, meðan Finnur Justinus
sen fekk síðsta korterið á
vøllinum fyri FC Roskilde í
2-0-tapi ímóti Viborg. Fremad
Amager er nummar fimm,
meðan FC Roskilde er aftast.
Danska fótbóltsfelagið, FC
Midtjylland, hevur kunngjørt
eitt yvirskot áljóðandi 66,4
milliónir krónur fyri rokn
skaparárið 2018. Yvirskotið fyri
síðstu tvey árini er nú oman
fyri 130 milliónir krónur. Tað
er serliga søla av spælarum,
sum hevur skapt eitt so gott
úrslit
í
danska
felagnum,
sum hevur nakrar føroyskar
spælarar í ungdómsdeildini.
Tey eru Hanus Sørensen, Heini
F. Sørensen og Jóhanna F.
Sørensen.
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen var
toppskjútti við seks málum tá ið
Bjerringbro-Silkeborg fríggja
kvøldið vann greiðan 30-21-sig
ur á heimavølli ímóti Mors-Thy.
Støðan í hálvleikssteðginum
var 18-10. Bjerringbro-Silke
borg er nú nummar tvey í
Primo Tours Ligaen, tvey stig
aftanfyri oddaliðið, Aalborg
Håndbold. Jóhan á Plógv Han
sen, sum næsta ár skiftir til
Hannover-Burgdorf í týsku
Bundesliguni, er nummar fýra
á toppskjúttalistanum í Dan
mark. Hann hevur skotið 36
mál fyrstu seks dystirnar.
Áki Egilsnes skeyt seks av
málunum og Allan Norðberg
eitt, tá ið KA av Akureyri í gjár
vann 28-24 á útivølli ímóti HK.
Støðan í hálvleikssteðginum
var 16-12 til KA, sum er nummar
seks í bestu íslendsku deildini
við fýra stigum eftir fimm teir
fyrstu dystirnar. Áki Egilsnes
er toppskjútti hjá KA við 26
málum. Allan Norðberg hevur
skotið 13.
Jónas G. Djurhuus og Rói
Berg Hansen átti leygardagin
sín lut í at FIF vann 25-24-heima
sigur ímóti Odder. Jónas skeyt
trý mál og Rói skeyt tvey mál.
Triði føroyingurin á liðnum,
Eirikur J. Simonsen, var ikki
við hendan dystin. FIF, sum
er uppflytari til næstbestu
deildina, hevur nú seks stig
fyri fyrstu seks dystirnar og er
nummar níggju av teimum 16
liðunum í deildini.
Áki Egilsnes hevur fingið góða byrjan upp á kappingarárið í Íslandi, har hann er toppskjútti
hjá KA. Bæði hann og Allan Norðberg vóru á máltalvuni, nú KA í gjár vann søtan sigur
ÁKI ER TOPP
SKJÚTTI HJÁ KA
Gleði í KA eftir sigurin í gjár. Áki Egilsnes aftast triðuttast frá høgru og Allan Norðberg fremst uttast til høgru