mánadagur 7. oktober 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Kyndil fekk fína byrjan eftir
at liðið segði farvæl við Tom
Jensen eftir bert bert tríggjar
dystir, og setti fyrrverandi
stórleikaran,
Høgna
Klein,
sum venjara. Nýggi venjarin
hevði á pappírinum góð útlit
fyri at vinna Kyndli ársins
fyrstu stig, tá ið hitt botnliðið,
Team
Klaksvík
tók
ímóti.
Kyndilsmenn høvdu als ongar
trupulleikar av klaksvíkingum,
lótu bert 14 mál inn og skoraðu
sjálvir 31. Tað er trupult at gera
niðurstøður um Kyndil út frá
hesum dysti, men tað verður
spennandi at síggja um Kyndil
heldur fram at reisa seg næstu
vikurnar.
Málverjarnir dystaðust
í Vestmanna
Í Vestmanna tók VÍF ímóti
Neistanum. VÍF hevði sigurin í
hondum og var fýra mál á odda
við einum átta minuttum eftir
at leika. Ein lykil til leiðsluna
var
Mladen
Mjerimacka
í
málinum, ið kortini kundi
síggja
kappingarneytan
í
neistamálinum,
Nicholas
Satchwell,
gera
sítt
ítasta
at
koppa
dystinum.
Landsliðsmálverjin, Nicholas
Satchwell og Neistin loyvdu
ikki
fleiri
málum
inn
sunnudagin, og tá ið tíðin fór
var støðan 24-24 og Neistin
hevði
brotskast.
Men
tað
var næstan væntað, at ein
málverji fór at fáa síðsta orðið í
Vestmanna sunnudagin, og tað
fekk Mladen Mjerimacka tá ið
hann við bjarging syrgdi fyri at
dysturin endaði 24-24.
Málverjarnir tóku
favorittarnar á bóli
í Kollafirði
Í Kollafirði sunnudagin skuldi
KÍF prógva at teir skulu takast
í álvara sum FM-biðlar, og tað
gjørdu kollfirðingar, tá ið teir
sendu H71 heim við 31-27 tapi.
Tað var einki sum bendi á
at KÍF skuldi vinna so tryggan
sigur,
tí
í
fyrra
hálvleiki
spældu
Føroyameistararnir
og
favorittarnir
úr
H71
góðan álopshondbólt. Peter
Krogh vísti aftur at hann er
í toppformi, tá ið hann høgdi
øll síni skot inn í málhornini,
og var tað ikki fyri misnýttum
møguleikum úr fríum støðum,
var H71 langt á odda við steðgin.
Men so var ikki. H71 brendu og
brendu ímóti málverjunum
hjá KÍF, og tíðliga í seinna
hálvleiki var dysturin í roynd
og veru avgjørdur. H71 fer nú
at fyrireika seg til at spæla
Challenge Cup ímóti slovenska
RK Maribor, og tá skal ein heilt
annar neyvleiki finnast fram í
skotunum.
SMS-deildin: VÍF hevði ikki
trupulleikar av Neistanum
VÍF hevði ikki teir stóru
trupulleikarnar
av
neistakvinnum
sunnudagin.
VÍF-verjan tykist rættiliga at
hava funnið stevið og Fríða
Petersen
í
málinum
gerst
betri fyri hvønn dag. Nakað
tað sama kundi ein sagt um
neistaverjuna, men tær bláu
hava framvegis nógv at arbeiða
við í álopinum – og við nýggja
leikaranum Ana Blagojevic,
sum vísti ávísar dygdir. Men
neistaálopið fekk rætt og slætt
ikki givið Fríðu Petersen nóg
stórar trupulleikar, og VÍF
vann 25-20. Næstu vikurnar
fara at greiða okkum frá um
VÍF av álvara skal roknast sum
FM-kandidatur.
Stjørnan tók Kyndil
og øll á bóli
Onkuntíð gerst ein ovfarin
av at hoyra eitt úrslit av
einum
dysti.
Blaðmaðurin
ringdi til Klaksvíkar at frætta
um
úrslitið
av
dystinum
ímillum Stjørnuna og Kyndil
sunnudagin. Svarið var 18-17.
-Tað kundi ikki passa, segði
blaðmaðurin.
Hevði
Kyndil
bert fingið 18 mál í Klaksvík?
- Nei, var svarið. Kyndil hevði
fingið 17 og Stjørnan hevði
fingið 18, og vunnið fyrsta
sigurin í ár. Kyndil var skýrt av
øllum uttanveltaðum at vera
stórfavorittur at endurvinna
Føroyameistaraheitið, men nú
verða spurningar reistir um
kyndilskvinnur veruliga eru so
væl fyri. Kanska órættvíst, og
vit skuldu heldur spurt um ikki
Stjørnan kann halda fram at
fáa úrslit hetta kappingarárið.
Dysturin sunnudagin er í øllum
førum eitt stórt tekin um at
klakvíkskvinnur kunnu.
sjurdur@sosialurin.fo
Stjørnuvenjarin:
KÍF vann sunnudagin á H71, sum
skal hava nógv størri neyvleika ímóti
slovenska felagnum, RK Maribor, næsta
vikuskiftið - Heilt stóri skelkurin kom í
SMS-deildini, tá ið Stjørnan vann á Kyndli
FØROYAMEISTARARNIR
FINGU EIN FÓT Í RASSIN
HONDBÓLTUR
- Eg eri altíð ein glaður maður,
sigur Per Klarup, venjari hjá
Stjørnuni, eftir dystin sunnu
dagin.
Kortini
viðgongur
hann, at hann kann gerast
eyka glaður, tá ið spælið
eydnast og úrslitini fylgja við.
- Eg havi altíð sagt bæði
miðlum og leikarunum, at tá
ið vit standa saman og spæla
tað spæli vit duga, so kunnu
vit alt, sigur venjarin, ið vísti
Hondbóltsføroyum, at Stjørn
an kann nógv, hóast trupla
byrjan á kappingarárið.
- Sjálvandi var tað eitt stórt
vónbrot at vit taptu fyrsta
dystin ímóti StÍF. Tá brendu
vit illa og vantaðu neyvleika.
Vit sóu stórar batar í seinna
hálvleiki ímóti VÍF, og í dag
hava vit neyvleikan, greiðir
venjarin frá. - Og “fandeni
voldskhed” tekur hann til á
donskum.
Lykilin til stjørnusigurin
sunnudagin var sum vera man
í verjuni. Blaðmaðurin er ser
liga ovfarin av, at tað eydnast
at bert skjóta 18 mál, og so
ikki verða revsað av skjót
álopsmaskinuni hjá Kyndli.
At steðga hesari eydnaðist
eisini serliga væl, greiðir Per
Klarup frá. - Eg haldi tær fáa
tvey mál í skjótálopi. Ikki tí
at vit endiliga renna skjótari
enn tær, men vit verja sera
skilagott.
Tað
eydnaðist
at forða uppspælinum og
vit trýsta tær til skeivar
spælingar í skjótálopinum
allan dystin, sigur venjarin,
ið eisini kann fegnast um
umráðandi bjargingar, tá ið
Kyndil kom til sínar málmøgu
leikar.
Spurdur um vit nú skulu
rokna við at Stjørnan fer at
basa hinum av væntaðu topp
liðunum, svarar Per Klarup
einfalt: - Vit taka tað róligt og
byggja víðari.
Vit standa saman
og spæla við skili