Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Okkaradeildin: Filip Jojic, VÍF Vit hava onkuntíð hug at gloy­ ma hvussu góður Filip er. Eftir níggju ár í Føroyum hava vit vant okkum við at síggja hann høgga langskot í heimsflokki inn um allar málverjar, men kanska spælir Filip Jojic eisini sín besta hondbólt í løtuni. Mikukvøldið var 31 ára gamli stórskjúttin púra ó­møgu­ligur at hava við at gera fyri strand­ingar, tá ið hann skor­aði 17 mál í 25-25 javn­leiki­num ímóti StÍF. Sunnudagin var hann sum vera man sera væl ansaður, og Neistin koppaði dystinum við at mansverja Filip Jojic, ið kort­ini fekk níggju mál. Hann er í løtuni besti leikari í Før­ oyum. SMS-deildin: Fríða Petersen, VÍF VÍF eru uttan báðar sínar mál­ verjar frá í fjør vegna barns­ burð. Tey munnu fegnast í Vestmanna um at Fríða Peter­sen játtaði at loysa av í ár. Hon hevur royndirnar og hesa vikuna hevur hon eisini prógvað at hon hevur góðsku­ na. Hon líkist meira og meira sær sjálvari tá ið hon er best, og tekur pippið frá bæði StÍF – sum bert fær bóltin fram við VÍF-málverjanum fimm ferðir í seinna hálvleik mikukvøldið – og Neistanum, ið fær 20 mál sunnu­dagin. Neistakvinnur sleppa at pynta um úrslitið tríggj­ar ferðir í seinastu løtu, tá ið VÍF ikki rennir heim. Er henda vikan ein ábend­ ing, so kann Fríða Petersen gerast sera avgerandi í SMS- deild­ini, ið íður í góðum mál­ verjum. - Vit hava í roynd og veru fult tamarhald á øllum dystinum, sig­ur Einar Jónsson, venjari hjá H71 eftir 31-27 ósigurin ímóti KÍF. - Tað eru bara teirra mál­ verjar sum vit hava trupul­ leikar av. Eg veit ikki um teir bara vóru góðir, ella um vit ikki skjóta nógv væl, men teir mundu hava ein­ar 30 bjargingar, sigur Ein­ar Jóns­ son og brosar viður­kenn­andi. - Kíf hevði eisini stóran aga í álopinum, viðurkennir ven­j­arin, men endurtekur at at H71 brendi alt ov nógvar møgu­leikar. - Vit spæla okkum til 100 prosent møguleikar í hvørj­ um ein­asta álopi, men vit stan­da ikki væl í verjuni og fáa kanska bara fimm ella seks bjargingar. Tað er ikki nóg gott og okkum vantar fokus, staðfestir venjarin eft­ir fyrsta tapta dystin í H71, áðrenn hann leggur afturat at tað er trupult at finna or­ søkir­nar beint eftir dystin. Fríggjadagin og sunnu­dag­ in spæla H71 ímóti slovenska lið­num, Maribor, og venjarin staðfestir at H71 má spæla nógv betri enn ímóti KÍF. - Hetta var kanska eitt gott spark í rassin, tekur íslendski venj­arin til. Einar Jónsson hevur eisini vápn í málskjótingini ímóti Mari­bor, tí Peter Krogh hevur verið í málhýri sein­ astu dystir­nar. Hann skorar 11 mál ímóti KÍF. Hartil var Hilm­ar Leon Jakobsen í hópi­ num ímóti KÍF eftir enn ein drúgvan skaða­steðg. - Vit høvdu ætlað at brúka hann í dag, men eg fann ikki røttu støðuna, sigur Einar Jónsson, ið væntar at bakk­ ur­in kann fáa ein um­ráð­andi leiklut ímóti Maribor kom­ andi viku­skiftið. Hetta var kanska eitt gott spark í rassin Einar: Leikarin hesa vikuna: HONDBÓLTUR - Vit spæla væl í seinna hálv­ leiki, sigur Joakim Jürs, ið aftur sunnudagin var av­ger­ andi í KÍF-málinum. Tíðliga í seinna hálv­leiki hevur KÍF tikið hálv­leiks­ leiðsluna hjá H71 aftur og lagt seg fram um. Hoyvíkingar eru ørkymlaðir, tá ið Joakim Jürs tvær ferðir á rað bjargar fríum møguleika frá vong­ unum, men tá hendur okkurt. - Linsan verður skotin úr høvdinum á mær, sigur mál­ verjin, ið mátti út á bonkin at seta nýggja í. Inn kom royndi KÍF-málverjin, Jaspur við Garð, ið fekk sínar fyrstu minuttir hetta kappingarárið. - Tað er ein gamal maður, sum kemur inn at royna seg tá ið tað stendur eitt sindur á, brosar Jaspur við Garð. Royndi málverjin tekur við har hin yngri slepti, og bjargar trimum fríum vong­ skotum í trimum fyrstu roynd­unum. Málverjin fekk fær sær sjey bjargingar áðrenn teir skifta aftur. Koll­ firð­ing­ar mansverja eisini ein stór­skjótandi Peter Krogh, og hetta gevur sum vera man pláss til vongirnar. - Aftaná tær fyrstu tvær- tríggjar bjargingar gera vit av at lata teir royna seg haðani. So avtalaðu vit við Jota (Zeljko Jotic, málverjuvenjari, blm) at vit skuldu leypa út í teir og lokka teir at skjóta har vit vildu, og teir lupu beint í felluna. Tað var perfekt, sigur ein væl nøgdur Joakim Jürs. KÍF spælir frálíka seinna hálvleikin uttan Hans Eli Sigur­bjørnsson, ið fekk ein skaða í annað beinið, men kollfirðingar vóru ikki bangnir um at spæla uttan topp­skjúttan, siga mál­ verjarnir. - Vit hava breiðan hóp, so tá ið Hans Eli fer út kem­ur Rani (Højgaard, blm.) væl inn, sigur Joakim Jürs. Joakim Jürs var ikki við til stórtíðina hjá KÍF í fyrru helvt av hesum ára­tíggju, so vit spyrja Jaspur við Garð um hann byrjar at kenna KÍF aftur frá Føroya­meistara­ árunum í 2013 og 14. - Nei, ikki heilt enn, svarar mál­verjin. Vit hava gaman í ein breiðan hóp, og allir eru á høg­um støði, men tað skal eitt sindur til afturat, staðfestir Jasp­ur við Garð, áðrenn blað­ maðurin rør fram undir at nú er kapping um hvør skal verða fyrsti málmaður í KÍF. - Joakim, svarar hann púra greitt. - Eisini tá tú kemur inn og bjargar øll skotini?, spyr Sosial­urin. - Tað er líkamikið, eg eri ov gamal til hetta her. Eg verði í knúsi í fleiri vikur nú, brosar Jasp­ur við Garð at enda. Joakim sá einki og ein gamal maður kom inn at royna