mánadagur 7. oktober 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tað var ein stórur dagur í
føroyskum flogbólti, tá ið Flog
bóltssamband Føroya fríggja
dagin læt dyrnar upp í høllini
á Hálsi í Havn fyri einari EM-
smálandakapping. Hetta var
nevniliga fyrstuferð í 30 ár,
at Føroyar vóru vertir fyri
einari altjóða kapping í mans
flogbólti. Seinast var á oyggja
leikum í Føroyum í 1989.
Mótstøðulondini í hesi EM-
smálandakappingini
vóru
Grønland, Ísland og Skotland.
Tað glapp
Eingin kendi nógv til grøn
lendska liðið, men tað var
greitt, at tað helst var veikasta
landið í kappingini, og tað var
tí eisini ein kravsigur, tá ið Før
oyar í fyrsta dystinum fríggja
kvøldið vunnu 3-0 á teimum.
Hetta var ein dystur, har sigur
in ongantíð var í vanda, og flest
allur føroyski hópurin slapp at
royna seg.
Leygardagin stóð Skotland
hinumegin
netið.
Skotland
hevði tapt 3-1 ímóti Íslandi
dagin fyri, men hóast góðar
føroyskar vónir, so bleiv tað
til eitt vónbrot og 3-1-sigur til
Skotland.
Føroyar høvdu tískil knívin
á barkanum undan seinasta
dystinum ímóti Íslandi. Fyri
at vinna kappingina skuldu
Føroyar vinna 3-0 á Íslandi,
ella í øðrum føri 3-1 við sera
stórum bóltamuni í teimum
vunnu settunum.
Hetta hendi ikki. Føroyar
spældi betur enn í teimum
báðum fyrstu dystunum og
var á odda 1-0 í settum. Føroyar
vóru eisini á odda 21-17 í øðrum
setti,
men
tá
skrædnaði
fullkomiliga og Ísland vann
næstu átta bóltarnar og harvið
settið 25-17.
Við hesum glapp gullið
Føroyum av hondum, um ikki
ein sensatión hendi og Føroyar
vann óvanliga stórt síðstu tvey
settini. Hetta hendi ikki, men
Føroyar vunnu tó bæði settini
25-22 og harvið dystin 3-1. Hetta
var ikki nóg mikið til at vinna
gull í kappingini, men hetta var
tó júst nóg mikið til at vinna
silvur í einum tøttum enda
spurti, har Skotland, Føroyar
og Ísland øll endaðu á sama
stigatali.
Skotland endaði ovast, væl
hjálpt av føroyska 3-1-sigrinum,
meðan tapið hjá Íslandi gjørdist
dýrt - teir fóru frá at liggja væl
til at vinna gull til at fáa bronsu.
FLOGBÓLTUR
EM-smálandakapping: Føroyar vóru um
vikuskiftið vertir fyri altjóða kapping
fyri manslandslið fyri fyrstuferð í 30 ár.
Føroyar snávaðu ímóti Skotlandi, men
við sigri á Íslandi í síðsta dystinum kom
silvurið tó í hús. - Vit spæla væl, men vit
mangla simpelthen tá tað skal avgerast.
Tað mugu vit læra, sigur landsliðsvenjarin
Gullið glapp:
- MUGU
LÆRA AV
HESUM