Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mugu læra Tá tikið verður samanum før­ oysku dystirnar, so er lítið at taka seg aftur í, at tað var í tapinum fyri Skotlandi, at gullið glapp av føroysku hond­ un­um. Føroyar spældu ikki væl hendan dystin, og føroyski lands­liðsvenjarin, Bárður Ben­ dix Mikkelsen, leggur heldur ikki fingrarnar ímillum. - Menn stagnera fullkomiliga og vit gera eitt hav av per­són­ligum feilum í einum dysti, sum skal vinnast, so vit settu okkum sjálvar í ta støðuna, sum vit endaðu í, sigur Bárður, sum eiheldur er nøgdur við at Føroyar ikki megnaðu at vinna 3-0 á einum skerdum ís­ lendskum liði. - Dystin í dag (ímóti Íslandi, red.) skuldu vit eisini vunnið 3-0. Tað er eitt unglingalið, sum stendur hinumegin, so tað kunnu vit simpelthen ikki vera nøgd­ir við, sigur hann. Føroyski landsliðsvenjarin held­ur tó, at leikararnir kunnu taka lærupengarnar við sær víðari. Hetta vóru tríggir dystir, har vit blivu tað klókari um liðið, og har leikararnir vónandi fingu tað upplivingina við, sigur hann og heldur fram: - Vit spæla væl, men vit mangla simpelthen tá tað skal av­gerast. Tað mugu vit læra, og tað lærir man bara við at spæla fleiri av sovorðnum dystum, sigur Bárður Bendix Mikkelsen at enda. albinus@sosialurin.fo FLOGBÓLTUR Bestu leikarar Diagonalur: Niall Collin (Skotland) Miðblokkur: Edward Albury (Skotland) Kantur: Connor Walker (Skotland) Libero: Jóan Petur á Stongum (Føroyar) Besti føroyski leikari: Steffan R. Olsen (Føroyar) Besti leikari (MVP): Niall Collin (Skotland) Úrslit - EM fyri smálond Land + / - Stig 1. Skotland +39 6 2. Føroyar +23 6 3. Ísland +8 6 4. Grønland -70 0 Føroyar - Grønland 3-0 (25-16, 25-14, 25-18) 1. sett: Ein nervakend byrjan báðumegin netið, men tað gerst skjótt greitt, at tað er betri dygd á føroyska liðnum - serliga í álopsspælinum, har blaðungi Hjørtur Joensen vísir vegin. Hóast grønlendingar vísa glottar av góðum spæli, so eru Føroyar, uttan at taka nakran á bóli, betra liðið og vinnur eitt stundum ókonsentrerað fyrsta sett 25-16. 2. sett: Enn arbeiða føroyingarnir við at finna hvønn annan og lyfta seg á tað høga støðið, men Føroyar staðfestir seg tó sum betra liðið. Ein greiður munur verður skjótt vunnin, og hetta gevur rúmd fyri fleiri útskiftingum. Føroyska breiddin er góð, og teir ungu smæðast ikki. Føroyar eru aftur greitt omaná og vinna 25-14. 3. sett: Føroyar eru greitt omaná frá byrjan, og hetta gevur møguleikan til at skifta enn meira út á liðnum. Leiðslan tódnar nakað sum settið gongur, men setningurin er at fáa fleiri leikarar spældar inn í kappingina, og settið er hóast alt ongantíð í vanda. Føroyar vinna tað 25-18 og harvið dystin 3-0. Ein góð byrjan. Føroyar - Skotland 1-3 (22-25, 20-25, 30-28, 22-25) 1. sett: Føroyar leggja betur frá landi, men miðskeiðis í settinum vinnur seg Skotland seg á odda og varðveitir fyri tað mesta eina leiðslu, har føroyska spælið ikki heilt gongur sum tað skal. Tað er tætt í endanum, men Skotland er betri síðstu bóltarnar og vinnur uppiborið 25-22. 2. sett: Tað leikar javnt á fyrstu løtuna, og tað eru ábendingar um, at Føroyar fara at vinna seg innaftur í dystin, men skotar ressast so líðandi. Teir spæla væl - gera fáar villur, eru djarvir og sláa ígjøgnum. Hetta ber teir langt ímóti einum tamum føroyskum liði, og teir vinna annað sett 25-20. 3. sett: Tað eru ov nógv løtt føroysk mistøk, og Skotland spælir við stórum sjálvsáliti. Skotland spælir seg til heili fýra dystarbóltar, men Føroyar vísa framúr góða konsentratión í avgerandi løtunum og svara allatíð aftur. Føroyar venda einum dramatiskum og nervakendum setti á høvdið og vinna 30-28. 4. sett: Føroyar eru væl við eina løtu, men Skotland dregur aftur frá. Føroyar spæla væl ímóti endanum av settinum, men tað hava fyrr í settinum verið ov nógvar villur í servum og blokki. Tað er ov seint, og nakrir væl spælandi skotar vinna settið 25-22 og harvið dystin 3-1. Føroyar - Ísland 3-1 (25-22, 21-25, 25-22, 25-22) 1. sett: Tað eru nakrir væl upplagdir føroyingar, sum eru møttir til dyst, og við einum orkufyltum avriki eru Føroyar á odda alt settið. Ísland javnar til 14-14 og 17- 17, men tað eru Føroyar, sum eru betri í hesum settinum, og eisini vinna tað 25-22. 2. sett: Føroyar spæla framvegis væl og eru á odda at kalla alt settið. Tað líkist einum rímiliga sannførandi føroyskum sigri, men á odda 21-17 fara føroyingarnir fullkomiliga í svart - Ísland vinnur næstu átta bóltarnar og harvið settið 25-21. 3. sett: Hóast føroyingarnir vita, at kappingargullið helst reyk tá ið annað settið varð tapt, so fara teir hugagóðir til verka í triðja setti og standa seg betur enn íslendingarnir, ið havast nógv at dómarunum fyri líkt og ólíkt. Føroyar halda høvdið kalt og vinna 25-22. 4. sett: Tað gongur aftur og fram alt settið, og lyklastøðan kemur við støðuna 22-22. Føroyar hava sínar stóru mans inni og blokkurin stendur væl hesa avgerandi løtuna. Føroyar vinna tríggjar bóltar á rað og vinna harvið settið 25-22 og dystin 3-1.