Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Leygardagin varð punktum sett fyri kappingini í 2. deild, sum er triðibesta deildini. Tað varð fyri fleiri vikum síðani greitt, at tvey feløg í høvuðsstaðnum, Hoyvík og AB, fara at flyta upp í næstbestu deildina. Spenningurin undan 18. og síðsta umfari snúði seg um, um FC Hoyvík ella AB fóru at vinna deildina. Í síðsta umfari vann AB illveðursdyst í Sarpugerði 1-0 ímóti Víkingi, og FC Hoyvík vann 2-1 í Klaksvík. Endastøðan var, at FC Hoyvík vann deild­ ina við 47 stigum, og at næst­ besta liðið hjá AB endaði á øðrum plássi við 46 stigum. Bæði Hoyvík og AB flyta upp í næstbestu deildina. Á triðja plássi endaði FC Suðuroy við 35 stigum. Tískil verður tað heldur ikki næsta ár fótbóltur í næstbestu deildini á Vágs­eiði. Tað er greitt, at EB/Streymur verður annað liðið, sum fer at flyta niður í 2. deild. Spenn­ ingurin er framvegis stórur um, hvat hitt liðið verður, sum fer at flyta niður. Í fjør flutti Giza Hoyvík niður úr næstbestu deildini. Tá hevði steðgurin í næstbestu deildini verið trý ár. Besta úrslitið var í 2016, tá ið Giza Hoyvík endaði á fjórða plássi við 48 stigum. Karmarnir ikki nóg góðir Síðani niðurflytingina fyri einum ári síðani hevur felagið skift navn. Nú eitur tað FC Hoy­vík, og málið er at vera fót­ bóltsfelagið hjá teimum, sum búgva í Hoyvík. Hagstovan veit at siga, at tað búgva 4218 fólk í Hoyvík. Tað er bara hjá HB og B36 og KÍ, at fólkagrundarlagið und­ ir fótbóltsfelag í Føroyum er størri, enn tað er hjá FC Hoy­ vík, men tað verður verður roknað við, at tað fara at ganga nøkur ár, áðrenn FC Hoy­vík verður partur av bestu fót­ bólts­deildini: -Eingin ivi er um, at tað eru møgu­leikar í FC Hoyvík. Vit síggja í hondbóltinum, hvussu óførir hoyvíkingar eru. Einki er at ivast í, at tað er einki felag í landinum, sum so miðvíst og við góðari venjing klekir so góðar hondbóltsspælarar, sum H71 ger. Tað eigur at vera góð fyrimynd hjá FC Hoyvík í fót­bóltinum, men tað verður ikki fyrstu árini, sigur Tróndur Arge, sum varpar fótbólt út á FM1 og sum í fleiri ár hevur verið ein av FC Hoyvík spælarunum. Hví? -Tí umstøðurnar eru ikki nóg góðar. Felagið spælir heima­dystirnar á vøllinum við Skúlan við Løgmannabreyt, men har hevur einki annað verið enn sjálvur vøllurin. Nú er ein skúrður og eitt wc kom­ið aftrat, men har eru ikki umstøður at reka felag og at draga spælarar til felagið, og har eru ikki umstøður til áskoðarar og als ikki til dóm­ar­ arnar, sigur Tróndur Arge. Hvat ætla tit at gera við tað? -Vit rokna við at býráðið fer at stuðla okkum við kring­ um­støðunum og við at fáa hølis­umstøður. Felagið hevur lið við í kappingunum í yngru deild­unum. Tá ið umstøðurnar verða betri, fer talið á ungum spælarum heilt víst at økjast nógv, og so verður grundarlagið fyri menning betri, sigur Tróndur Arge. Leita eftir styrki Áki Johansen er venjari í FC Hoy­vík. Hetta er triðja árið, sum hann er í felagnum. Fyrsta árið var hann høvuðsvenjari hjá ungdómsdeildini, og í fjør og í ár hevur hann havt ábyrgd­ ina av besta liðnum. -Tað rakti okkum meint, tá ið tað í fjør endaði við niður­ flyting. Tá setti eg mær fyri, at mín partur skuldi ikki liggja eftir í strembanini eftir aftur at flyta upp í næstbestu deildina, og nú er uppflytingin veruleiki. Eru tit nóg góðir at standa tykkum í næstbestu deildini? -Vit mistu onkrar spælarar eftir niðurflytingina í fjør, og tað hevur øll árini verið stórur gjøgnumtrekkur soleiðis at skilja, at spælarar eru komn­ ir og farnir. Í ár hevur talan verið um lutfalsliga støðug­an hóp, og tað er fyrst og fremst liðavrikið, sum nú hevur borið uppflytingina við sær. Vit rokna við, at tað verður neyðugt at styrkja liðið við trimum ella fýra spælar­um, sum kunnu vera stuðuls­ spælarar, heldur Áki Johansen, venjari í FC Hoyvík. Nær verður FC Hoyvík fjórði møguleikin í høvuðsstaðnum í bestu deildini? -Í fyrstu atløgu snýr tað seg um, at liðið roynir at standa seg í næstbestu deildini. Tað vil siga, at liðið sleppur undan at ferðast millum næstbestu og triði­bestu deildina. Sum sagt so eigur fólkagrundarlagið at vera fyri liðið í bestu deildini. Um tað skal eydnast einaferð í fram­tíðini, so er fyrsta treytin, at umstøðurnar hjá felagnum og spælarunum verða væl betri, enn tær eru nú. Og tað vóna og vænta við, at tær fara at verða, sigur Áki Johansen. Tað krevjast væl betri umstøður, um tað skal eydnast at fáa stóru møguleikarnar umsettar til pláss í fremstu røð 2. deild menn støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 B36 25 19 3 3 52 20 +32 60 2 KÍ 24 18 3 3 53 16 +37 57 3 NSÍ 25 17 3 5 60 27 +33 54 4 Víkingur 24 15 3 6 48 31 +17 48 5 HB 25 13 6 6 57 27 +30 45 6 Skála 25 10 1 14 30 31 -1 31 7 TB 25 5 4 16 20 52 -32 19 8 EB/Streymur 25 5 3 17 24 56 -32 18 9 AB 25 5 3 17 29 63 -34 18 10 ÍF 25 1 3 21 25 75 -50 6 Máltindurin Andras Dalbø Víkingur 13 Dávid Lisberg FC Suðuroy 13 Hans Jákup Annfinsson AB 13 Hugin Ferber Hoyvík 13 HOYVÍK AFTUR Á FÓTBÓLTSKORTIÐ FC Hoyvík vinnari av 2. deild í 2019. Aftanfyri frá vinstru: Tróndur Arge, Óli R. Hansen, Teitur Jóannesarson, Ragnar Rasmussen, Áki Johansen, Svenn Fuglø Jacobsen, Hugin á Borg Ferber, Petur Mikkelsen, Jóhan Hansen, Ahmed Keita. Frammanfyri frá vinstru: Vensil Djurhuus, Ingmar Dam, Niklas Fríði Jacobsen, Vagnar Sumberg Poulsen, Mortan Vang. Aðrir, sum hava spælt í ár: Poul Thomas Dam, Kristin Restorff Mouritsen, Predrag Markovic, Tór av Skarði, Pætur Ingason Rein, Filip Rajani Hansen, Sjúrður Nishant Arnason, Frankie Jensen og Bogi Hermansen. Uppflyting: