Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað var í 1976, at tað á fyrsta sinni var partur av før­oysku landskappingini, at tað umframt um FM og heiðurs­ merki eisini varð kappast um at sleppa undan niðurflyting. Tá vóru tað sjey lið í bestu deildini. Í 1976 bjóðaði NSÍ seg fyri fyrstu ferð fram í bestu deildini. NSÍ tapti allar 12 dystirnar og endaði aft­ast. Fram, sum tá var nýtt felag í høvuðsstaðnum, vann næst­ bestu deildina og flutti upp í bestu deildina, meðan NSÍ flutti niður. Í 1977 endaði Fram aftast í bestu deildini við fýra stigum, meðan MB vann næstbestu deildina og flutti upp og av­ loysti í 1978 Fram í bestu deildini. Síðani hevur skipanin við upp- og niðurflyting verið gald­andi. Í 1988 vórðu bestu deildir­nar víðkaðar til at fevna um tíggju lið. Tá varð ásett, at tvey tey niðastu í bestu deildini skuldu flyta niður, og at tvey tey ovastu í næstbestu deildini skuldu flyta upp. Hetta fyrsta árið – í 1988 – fluttu NSÍ og TB niður, og B71 og SÍF fluttu upp. Longu árið eftir – ella fyri 30 árum síðani – vann B71 bestu deildina, men tað er ein onnur søga. Í ellivu ár – frá 1995 og til 2005 – spældu næstfremsta liðið í næstbestu deildini og næstaftasta liðið í bestu deild­ ini um eitt pláss í bestu deild­ ini. Tað varð síðani avlagt, og ásetingarnar vórðu broyttar so­leiðis, at tvey lið kundu flyta upp, men treytin var og er fram­vegis, at tey enda millum trý tey fremstu í næstbestu deildini. Hjálagda talva vísir, hvussu tað hevur lagað seg í hesi øldini við flytingum millum tvær tær ovastu deildirnar. Viðhvørt eru tvey lið flutt upp og harvið tvey lið flutt niður, og viðhvørt er eitt lið flutt upp og eitt lið flutt niður. Talan hevur altíð verið um í hvussu so er eina flyting millum deildirnar. Nú tykist tað vera stórt sannlíki fyri, at eingin flyting verður millum Betri deildina og 1. deild. ÍF er og verður aftast í bestu deild­ ini, men fuglfirðingar sleppa helst undan at flyta niður, tí 07 Vestur neyvan fer at røkka bronsuplássið. Fríggjakvøldið vann 07 Vestur 3-2 á útivølli ímóti teim­ um næstbestu hjá Skála og varðveitti harvið lítlan møgu­ leika fyri at flyta upp. 07 Vestur er fýra stig aftanfyri næst­besta liðið hjá KÍ, sum er á bronsu­ plássinum og hevur væl betri málmun enn 07 Vestur. Mál­ munurin hjá KÍ er +28, og hjá 07 Vestur er hann +16. Í tveimum teimum síðstu um­ førunum skal 07 Vestur spæla á útivølli ímóti B36 og á heimavølli ímóti HB. Í tveimum teimum síðstu umførunum skal KÍ spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum longu er flutt niður, og á útivølli ímóti B68. Fríggjakvøldið vann B71 sann­førandi 4-1 heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Úrslitið var óvæntað, tí Víkingur er topplið, meðan B71 stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Ásetingarnar siga, at í trimum teimum síðstu um­før­ unum er tað ikki loyvt at flyta so frítt millum deildirnar, sum tað annars er. Teir, sum eru eldri enn teir, ið luttaka í U-21 kappingini, og sum hava spælt í minsta lagi fýra dystir í bestu deildini, verða læstir og kunnu ikki flyta niður aftur, um teir spæla við besta liðnum. Millum KÍ og NSÍ endaði hendingarrík og undir­ haldandi uppgerð í Klaksvík fríggjakvøldið 2-2. Nú hava Víkingur og NSÍ 49 stig, og KÍ hevur 48 stig. Í síðstu um­ førunum skal Víkingur spæla ímóti HB (ú) og Skála (h), meðan NSÍ skal spæla ímóti Skála (ú) og B71 (h). HB vann fríggjakvøldið granna­uppgerðina ímóti B36 2-1, og nú er B36 næstniðast við 24 stigum, og HB er á áttanda plássi við 26 stigum. Í tveimum teim­um seinastu umførunum skal HB spæla ímóti Víkingi (h) og 07 Vestur (ú), og B36 skal spæla ímóti 07 Vestur (h) og EB/Streymi (ú). Skála og B71 eru eisini í vanda fyri at flyta niður. Í síðstu umførunum skal Skála spæla ímóti NSÍ (h) og Víkingi (ú), og B71 skal spæla ímóti B68 (h) og NSÍ (ú). B68 vann fríggjakvøldið triva­ligan 3-0 heimasigur ímóti EB/Streymi. Merkisvert var tað, at trý brøðrapør vóru á B68 liðnum – tvíburarnir Aleksandur og Bárður Ó. Jen­ sen, Esmar og Karstin Clement­ sen og Petur í Túni og Fríði í Túni Petersen. Um einki lið flytur upp, so verður tað fyrstu ferð, at eingin flyting verður millum tvær tær ovastu deildirnar, síðani tað fyri 43 árum síðani varð avgjørt, at nú skuldu flytingar verða Uppflytarar úr 1. deild 2018 ÍF 2017 AB 2016 EB/Streymur/07 Vestur 2015 Skála/B68 2014 TB/FC Suðuroy 2013 B68/Skála 2012 07Vestur/AB 2011 FC Suðuroy/TB 2010 07 Vestur/KÍ 2009 VBSumba/B71 2008 07 Vestur/AB 2007 B68/ÍF 2006 B71/AB 2005 B68 2004 TB 2003 ÍF 2002 FS Vágar 2001 TB/Skála 2000 EB/Streymur Niðurflytarar úr Betri deildini 2018 07 Vestur 2017 ÍF 2016 B68/AB 2015 EB/Str./FC Suðuroy 2014 B68/Skála 2013 07 Vestur/TB 2012 FC Suðuroy/B68 2011 B71/07 Vestur 2010 AB/FC Suðuroy 2009 07 Vestur/KÍ 2008 Skála/B71 2007 VBSumba/AB 2006 ÍF/B68 2005 TB 2004 B68 2003 FS Vágar 2002 TB 2001 FS Vágar/B71 1. deild: Flyting millum tvær tær bestu deildirnar 2000 - 2019 NÝGGJ SØGA VERÐUR SKRIVAÐ 1. deild menn støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 Víkingur II 25 14 7 4 47 26 +21 49 2 NSÍ II 25 15 4 6 56 36 +20 49 3 KÍ II 24 15 3 6 62 34 +28 48 4 07 Vestur 25 13 5 7 55 39 +16 44 5 B68 25 9 7 9 43 42 +1 34 6 B71 24 8 5 11 46 60 -14 29 7 Skála II 25 5 12 8 34 42 -8 27 8 HB II 25 7 5 13 35 43 -8 26 9 B36 II 25 6 6 13 41 51 -10 24 10 EB/Streymur II 25 2 6 17 30 76 -46 12 KÍ – NSÍ 2-2 (0-1) 0-1: Jannik M. Olsen 22. 1-1: Kristoffur Jakobsen 46. 2-1: Hjalgrím Elttør 55. 2-2: Mórits Heini Mortensen 85. B68 – EB/Streymur 3-0 (0-0) 1-0: Esmar Clementsen 53. 2-0: Andrija Radovanovic 71. 3-0: Aleksandur Ó. Jensen 86. Skála – 07 Vestur 2-3 (2-1) 1-0: Leivur Zachariassen 4. 1-1: Niels Mouritsen 32. 2-1: Jan Ingason Hansen 41. 2-2: Sølvi Egilsson 57. 2-3: Høgni Egilstoft Nielsen br 81. HB – B36 2-1 (2-0) 1-0: Símun Sólheim 30. 2-0: Jón Krosslá Poulsen br 53. 2-1: Mathias Thomsen 56. B71 – Víkingur 4-1 (3-0) 1-0: Tijani Mohammed 4. 2-0: Markus Clementsen 7. 3-0: Símin Hansen 45. 3-1: Rani Hansen 76. 4-1: Tijani Mohammed 85. Máltindurin Clayton Soares B71 15 Andri Benjaminsen NSÍ 13 Aksel B. Danielsen KÍ/Skála 12 Bárður Ó. Jensen B68 9 Darius Lewis KÍ 9 Niels Mouritsen 07 Vestur 9 26. umfar Leygardagin 19. oktober KÍ – EB/Streymur Skála – NSÍ HB – Víkingur B36 – 07 Vestur B71 – B68