Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Leygardagurin kendist ikki sørt sum fusari í tvíkappingini millum B36 og KÍ um FM heitið. B36 vann heilt trivaligan sigur í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi, sum hevði helm­ ingin av teimum fyrstu ellivu á skaðalistanum. KÍ noyddist úr Sarpugerði uttan at hava fingið sveitta á pannu­na. Landsynningurin syrgdi fyri, at tað einki gjørdist á vølli­num, og so avlýsti dóm­ arin. FSF bar skjótt at og boðaði frá, at dysturin verður týs­ kvøldið klokkan 19, tá ið tað verður roknað við einum skáa. -Tað var ikki so torført at taka avgerðina. Ásetingarnir siga, at bólturin skal liggja still­ur, tá ið deyðbóltar skulu av­greið­ast, og í dystinum, sum stutt frammanundan var í Sarpugerði, sást, at tað bar ikki til. Vit bíðaðu eina løtu, áðrenn vit avgjørdu at av­lýsa, men veðrið batnaði ikki, og so var einki annað at gera enn at avlýsa, sigur Eiler Ras­mussen, sum saman við hjálpar­dómarunum skal aftur í Sarpugerði týskvøldið, har fyrsta bríksl verður klokkan 19. Venjararnir báðir, Sámal Erik Hentze og Mikkjal Thomas­sen, skilja dómaran væl: -Umstøðurnar vóru soleiðis, at tilvildin hevði spælt stóran leik­lut í, hvussu hetta hevði tørnað út, og soleiðis eigur tað ikki at vera. Tí virða vit avgerðina hjá dómaranum, sum hevur síðsta orðið, siga báðir venjararnir. Undan dystarbyrjan hevði Vík­ingur møguleika at spæla seg nærri plássi í europeiskum fót­bólti næsta summar. Nú er tann møguleikin burtur, tí nú tað resta tvey umfør er Vík­ ingur seks stig og væl verri málmun aftanfyri NSÍ. Stóra løtan hjá Hugini EB/Streymur – B36 0-4 Lagið var gott í B36 leguni á Eiði, har líkindini at spæla fót­ bólt eftir umstøðunum vóru góð. 4-0 sigurin ber við sær, at nú er trýstið stórt á KÍ. Stórsigurin ber við sær, at málmunurin hjá B36 batnaði nógv, men KÍ er framvegis fimm mál undan kappingarneytanum. Mál­mun­ urin hjá KÍ er +37, og hjá B36 er hann +32. Helmingurin av teimum hjá EB/Streymi, sum hava verið við undanfarnu ferðirnar, tá ið tað er eydnast at vinna tríggjar dystir, vóru ikki tøkir leygar­ dagin. Fimm av teimum fyrstu ellivu vóru 20 ár ella yngri enn so. -Hugburðurin var góður, og eg kann ikki krevja meiri, enn at spælararnir geva seg fult og heilt, og tað gjørdu teir. B36 eigur eitt gott lið, og teir vunnu stóra úrtøku úr fyrra hálvleiki, tá ið teir høvdu tríggjar møgu­ leikar og skoraðu tvey mál. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru vit væl við, og tað var ikki fyrrenn, at teir øktu til 3-0, at alt var avgjørt. Stóri munurin á liðunum var Hugin Samuelsen, heldur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen. Hugin Samuelsen skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki og eitt aftrat, tá ið ein tími var farin. 20 ára gamli miðvallarin var fyrstu ferð á besta B36 liðnum í 2016. Dysturin á Eiði var nummar 41 í landskappingini. Samlaða máltalið er átta. Bara eina­ferð áður hevur hann skorað fleiri enn eitt mál. Tað var 23. september í fjør, tá ið B36 á heimavølli vann 5-1 ímóti EB/ Streymi, og nú skoraði hann trý mál ímóti júst EB/ Streymi. -Hetta er higartil størsta løtan hjá mær sum fót­bólts­spælari. Í fyrsta førinum var møgu­leikin har, tí tað var glopp millum mið­ verjar­nar, so var tað við høvdinum eftir horna, og í triðja førinum var tað eftir, at Michal Przy­bylski rak langan tein, áðr­enn hann spældi meg leys­an, greiðir fegni trífaldi mál­skjúttin frá. Nú sær tað heilt gott út í FM stríð­num? -Vit halda høvdið kalt. Okkum restar tveir dystir, og vit ætla at vinna teir báðar. Veteranurin Jónas Ꝧór Næs staðfesti trivaliga sigurin eftir flatt innlegg úr vinstru. 32 ára gamli vongverjin í høgru hevur 129 ferðir verið í bestu deildini í landskappingardysti, og hann hevur skorað tvey mál. Tað fyrra skoraði hann, tá ið B36 26. mai vann 4-1 á heimavølli ímóti AB. NSÍ tók HB á bóli HB – NSÍ 0-2 Møguleikin at vinna luttøku í Europa næsta summar var brád­liga í vanda hjá NSÍ eftir soltna úrtøku seinastu vikur­ nar. Í Gundadali ímóti steypa­ vinnarunum í HB var eingin ivi. NSÍ tók heimaliðið á bóli bein­anvegin, tá ið Petur Knud­ sen eftir innlegg frá Klæminti A. Olsen úr høgru setti hol á, og lítla løtu eftir steðgin varð Pól Jóhannus Justinussen spæld­ur blankur innanfyri HB verjuna, og hann sneiddi fram­ við málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið. HB hjálparvenjarin Rssmus Nolsøe er stak misnøgdur og vil als ikki góðtaka, at hansara lið síðani sigur í steypafinaluni hevur koblað úr: -Vit góðtaka á ongan hátt, at hugburðurin ikki er tann rætti, og vit skylda felagnum og øllum kappingarneytunum, at vit í teimum báðum seinastu umførunum avrikað betri, enn vit gjørdu ímóti NSÍ, sigur Ras­ mus Nolsøe. NSÍ liðformaðurin var ikki millum málskjúttarnar. Hann átti uppleggið til fyrra málið: -Tað snýr seg ikki um, hvør skor­ar málini, men tað snýr seg um, at liðið vinnur, og eg havi tað fínt við at leggja upp til mál, sigur Klæmint A. Olsen. Tað tóktist, sum tit vóru heilt uppsettir? -At vit síðstu vikurnar hava mist møguleikan at vera við í FM kappingini er vónbrot og hevur rakt sjálvsálitið. Nú vóru vit í sovornari støðu, at Europa m ø g u l e i k i n kundi gleppa okk­um av hondum, og tað vóru vit upp­sett­ ir at byrgja fyri. Vit vóru í øðrvísi útgangsstøðu, so vit í verju­støðu vóru í 5-3-2 og í álops­støðu 3-5-2, og tað riggaði væl. Vit góvu teimum ongar upp­lagdar møguleikar, og vit spældu okkum til møguleikar og skoraðu tvey mál. Tað eru vit heilt væl nøgdir við, sigur Klæmint A. Olsen. Andreas var dagsins maður Skála – TB 5-1 Eingin ivast í, at hann hevur stak góð evni at spæla fótbólt. 19 ára gamli Andreas Egeberg Jacobsen hevur fjúrtan ferðir higar­til í ár verið á besta lið­ num hjá Skála. Enn hevur hann ongantíð verið á vøllinum alla tíðina. Níggju ferðir er hann skiftur inn, og fimm ferðir er hann skiftur út. Leygardagin varð hann klappaður av vølli­ num undir Mýruhjalla, tá ið tað restaði ein minuttir. Hann Við trivaligum sigri á Eiði styrkti B36 um sína støðu í FM kappingini við KÍ, sum í morgin skal spæla ímóti Víkingi, sum leygardagin misti møguleikan næsta summar at spæla í Europa HUGIN VAR DAGSINS MAÐUR