Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. oktober 2019 · Nr. 115 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tað er áhugavert at fylgja við, tá Flogbóltssambandið fer í holt við okkurt. Um vikuskiftið vóru Føroyar vertir fyri EM-kapping fyri smátjóðir hjá monnum. Umframt Føroyar vóru Grønland, Ísland og Skotland við í kappingini. Tað eru 30 ár síðani, at ein A-landsliðskapping í flogbólti hevur verið í Føroyum, men tað merkir ikki at Flogbóltssambandið hevur sitið hendur í favn. Tað hevur javnan verið skipað fyri ungdóms og kvinnulandsliðskappingum. Afturgangandi fyri vøruna hjá Flogbóltssambandinum er, at tað er gjøgnumført. Flogbóltssambandið hevur ikki eitt stórt grundarlag, men tey, sum varða av flogbóltinum, tykjast mær fáa væl bruturúr. Soleiðis var eisini hesa ferð, har hini luttakandi londini lata væl at kappingunum í Føroyum. Tað var áhugavert at síggja hvussu Flogbóltssambandið megnaði at fáa allan tann føroyska miðlapallin at spæla við. Tað kevur miðvíst arbeiði, men her útmerkar Flogbóltssambandið seg. Formaðurin, Magnus Tausen, og hini í nevndini tykjast mær gera ein risa arbeiði, tá tey ynskja at fáa varpað ljós á flogbóltin. Við Óla G. Samuelsen í toyminum hjá FM1, hevur flogbólturin fingið eina rødd og eitt umboð, sum leggur lív og sál í flogbóltin. So nógv, at allir dystirnir vóru útvarpaðir við upptakt og samanumtøkum, umframt at Óli dugur væl at finna søgur á gólvinum og kring vøllin. Sama fríggjakvøld, tá fyrsti dysturin var, er Dagur og Vika á staðnum og flogbóltur fær gott pláss í tíðindunum í bæði Kringvarpinum og á FM1. Tað krevur millum annað, at venjarar, spælarar og onnur geva sær stundir – onkuntíð meðan dystur er – at tosa við fjølmiðlarnar. Tey eru eisini skjót at varpa tíðindi út og boða miðlunum frá. Umframt alt hetta, so verða dystirnir eisini stroymdir. Eg havi fyrr róst eitt nú Hondbóltssambandinum fyri at leggja nógv fyri í landsliðsarbeiðinum, og Fótbóltssambandinum fyri at skapa góðar karmar á Tórsvølli, sum í løtuni er undir umbygging. Eg haldi at flestu av royndu ítróttarsambondunum hava ein góðan eginleika at miðla sítt tilfar út. Hetta samanspælið millum miðlarnar og ítróttarsambondini gagnar báðum pørtum. Føroyar blivu nummar tvey í kappingini og vóru nær við gullinum. Tað er hugaligt at síggja, at flogbólturin hevur tað gott á landsliðsstigi. Til lukku við silvurheiðursmerkinum og flottu kappingini um vikuskiftið! trondur@sosialurin.fo Upptakt Føroyar-Norra: Tróndur Arge Tað verður eitt av teimum sterkastu kvinnulandsliðnum í heiminum, sum kemur á vitjan á Tórsvølli týsdagin. Tað hevur verið nakað av stormi seinastu dagarnar og soleiðis verður helst eisini á Tórsvølli týsdagin, tá norska kvinnulandsliðið rennur á vøllin. Føroysku kvinnurnar stríðast enn við at fáa fótafesti á altjóða pallinum, og tað vita at tær hava nakað at prógva, sambært Áslu Johannesen í viðtalu við dystarblaðið hjá Fótbóltssambandinum. - Í hesum dystinum skulu vit fyrst og fremst prógva fyri okkum sjálvum og øllum øðrum, at vit hava meira at bjóða uppá, enn tað, vit hava víst í teimum seinastu dystunum. Sjálvandi væl vitandi, at hetta verður ein ræðuliga torførur dystur, men hjá mær snýr tað seg ikki beinleiðis um úrslitið, sigur Ásla Johannesen. Føroyska liðið hevur havt eina torføra byrjan upp á kappingina, og útskiftingin á liðnum er eisini ein avbjóðing. Onkrar dystir hevur mótstøðuliðið skora í fyrstu minuttunum, men vit sóu eisini í farnu undankapping, at úrslitini blivu betri við seinna árið. - Tað er ein sannroynd, at vit nú hava spælt tveir dystir uttan fleiri av okkara royndastu leikarum, og tí eru vit heilt sikkurt í einari tilgongd, har vit skulu spæla eina stammu á liðnum saman. Tað tekur bæði tíð og venjing, og tað er har, okkara fokus má vera beint nú. Tí ræður tað hjá okkum um at halda saman uppá liðið, halda út og arbeiða væl saman í allar 90 minuttirnar. Tá ið dysturin er liðugur skulu vit kunna staðfesta, at vit góvu alt, sum vit høvdu, tí so haldi eg, at vit kunnu vera nøgdar. Um tey tingini eru í ordan, so má úrslitið verða, sum tað verður, sigur hon við dystarblaðið hjá FSF. Ásla spælir vanliga við FC Nordsjælland í bestu donsku kvinnudeildini, og er tí von at spæla ímóti liðum og leikarum á høgum stigi. Tó viðurkennir hon, at tað verður serligt at spæla ímóti norska landsliðnum, har flestu leikararnir spæla við stórum útlendskum feløgum, sum til dømis Barcelona, Chelsea, Wolfsburg og Paris St. Germain. - Sjálvandi er tað stórt at sleppa at spæla ímóti heimsstjørnum, men tá vit fara á vøllin, so er tað fyri meg fullkomiliga líkamikið, hvussu mótstøðuleikararnir eita. Tá snýr alt seg um okkum sjálvar, og hvussu vit best kunnu avrika og spæla upp ímóti teimum, sigur Ásla Johannesen. Landsdysturin millum Føroyar og Norra verður beinleiðis á FM1. Tað er ókeypis atgongd boðar Fótbóltssambandið frá. trondur@sosialurin.fo ÁSLA JOHANNESEN: VIT SKULU PRÓGVA OKKUM Flogbólts­sambandið er gjøgnumført Føroyska kvinnulandsliðið skal týsdagin spæla móti Norra í EM-undankappingini. Eftir tveir ósigrar á 6-0 móti Wales og Hvítarusslandi, so er talan um enn sterkari mótstøðu. - Í hesum dystinum skulu vit fyrst og fremst prógva fyri okkum sjálvum og øllum øðrum, at vit hava meira at bjóða uppá, enn tað, vit hava víst í teimum seinastu dystunum, sigur Ásla Johannesen