týsdagur 8. oktober 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Einki føroyskt kaos
í samband við Brexit
- Viðurskiftini
millum Føroyar
og Bretland verða
skipaði beinanvegin
tá Bretland fer úr
ES. Tað verður einki
kaos, har ongar
reglur eru galdandi.
Alt er undir kontroll,
sigur Halla Nolsøe
Poulsen, leiðari fyri
Brexit-bólkin hjá
Føroya landsstýri
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
22 dagar eru í dag til lagnudag
in 31. oktober 2019, tá Bretland
eftir ætlan fer úr Evropeiska
samveldinum, og eftirlíkar har
við viljanum hjá bretska fólk
inum, ið á fólkaatkvøðu 23.
juni 2016 atkvøddi fyri at fara
úr evropeiska samstarvinum.
Og hóast tíðarfreistin fyri
Brexit áður er útsett, so tykist
Boris Johnson, forsætisráð
harri, nú at halda fast í 31. okt
ober sum dagin, tá Ongland fer
sín egna veg. Tað gjørdi hann í
øllum førum greitt í eini tíðar
grein í enskum bløðunum the
Daily Express og the Sun um
vikuskiftið.
- Aftaná fleiri ártíggjund við
herferðum, trimum árum við
kjaki og endaleysir mánaðir
við meiningsleysum dráli, eru
tað nú einans 25 dagar til at
bretski limaskapurin í Evrope
iska samveldinum fær ein
enda. Vit pakka taskurnar og
rýma 31. oktober. Einasti spurn
ingurin er, um Brússel sigur
takk fyri tað farna við eini
góðari avtalu fyri báðar partar,
ella um vit mugu ganga okkara
egna veg, skrivaði forsætisráð
harrin í tíðargreinini.
Í tíðargreinin var hann bjart
skygdur um, at parlamentið
fór at taka undir við seinasta
uppskotinum til eina avtalu
við ES, og heitir tí á ES-londini,
um enn einaferð at sessast við
samráðingarborðið og finna
eina loysn á støðuni, tí Brexit
verður veruleiki.
- Vit fara um 25 dagar. Vit
kunnu gera eina avtalu, um ES
ynskir tað. Men lat onga falska
ímynd ella misskiljing vera.
Tað verður einki meira drál.
Eingin seinking. 31. oktober
verður Brexit veruleiki, skriv
aði forsætisráðharrin.
Okkara viðurskifti eru greið
Føroyar útflutti í 2018 vørur
fyri 880 milliónir krónur til
Bretlands, meðan innflutning
urin hevði eitt virði á 280 milli
ónir krónur.
Sostatt hevur støðan hjá
Bretland sjálvsagt ein áhuga
fyri føroyska vinnulívið, men
meðan meginparturin av ev
ropeiska vinnulívinum enn ikki
veit hvussu støðan verður
næsta mánað, tá Bretland ikki
longur er partur av ES, kann
føroyska vinnulívið fegnast
um,
at
handilsviðurskiftini
millum londini halda fram
ótarnað.
Orsøkin er, at Føroya løg
ting longu í apríl samtykti eina
fríhandilsavtalu við Bretland,
um landið fer úr Evropeiska
samveldinum. Sostatt tryggj
aði løgtingið, at samhandilin
millum londini heldur fram
óansæð hvat hendir 31. oktob
er.
Onga ávirkan
Tað merkir eisini, at tað sum so
hevur onga ávirkan á føroysk
viðurskifti, um tað eydnast
Bretland at fáa eina sam
starvsavtalu í lag við ES áðr
enn 31. oktober, ella um landið
fer úr ES uttan eina avtalu.
Eitt sokallað hard Brexit ella
no deal Brexit. Tað upplýsir
Halla Nolsøe Poulsen, leiðari
fyri Brexit-bólkin hjá Føroya
landsstýri.
- Viðurskiftini millum Før
oyar og Bretland verða skipaði
beinanvegin tá Bretland fer úr
ES. Tað verður einki kaos, har
ongar reglur eru galdandi. Alt
er undir kontroll, sigur leiðarin
fyri Brexit-bólkin, og leggur
afturat.
- Fyri Føroyar hevur tað ikki
tað stóra at siga, tí vit hava
gjørt eina framhaldsavtalu við
Bretland, ið er ein víðariføring
av okkara avtalu við ES. Hon
er snikkað soleiðis saman, at
tann dagin Bretland fer úr ES,
við ella uttan avtalu, og sostatt
ikki longur er fevnt av ES-
avtaluni millum Føroyar og
ES, hava vit eina avtalu millum
Føroyar og Bretland. Tí er tað
líkamikið, um Bretland fer úr
nú ella fær eina skiftistíð upp
á nøkur ár. Øll handilsviður
skifti millum londini eru óan
sæð greið.
Framtíðar samráðingar
Tað liggur kortini í kortunum,
at hendan avtalan einans er
ein fyribils avtala, ið skal
tryggja, at samhandilin millum
londini ikki steðgar upp.
- Í avtaluni verður staðfest,
at hetta er fyrsta stigið aftaná
eitt Brexit, men at vit eru ser
liga áhugaði í at hyggja eftir
tvílaðaðu viðurskiftunum við
Bretland. Harímillum eru nøk
ur viðurskifti í galdandi ES-av
taluni, ið verða førd yvir í
nýggju
avtaluna,
sum
vit
ynskja at broyta. Vit hava eis
ini eitt ynski at gera ein sam
starvskarm millum londini,
har vit kunnu koyra fleiri økir
innundir. Bretland verður okk
ara nærmasti granni, og tað
kann hugsast, at vit ynskja
samstarv innan fleiri økir, ið
okkara ES-samstarv ikki um
fatar, sigur Halla Nolsøe Poul
sen.
Eitt økið, ið serliga er átrok
andi fyri føroyingar at sam
ráðast um, eru nýggjar fiski
vinnuavtalur við bæði Bretland
og ES.
- Viðvíkjandi okkara fiski
vinnuavtalu við ES fiska vit
nógv tann størsta partin inni í
bretskum og írskum sjógvi, so
tá Bretland ikki longur er
partur av ES, mugu vit aftur at
samráðast um hetta. Tá er
neyðugt at samráðast við bæði
ES, ið tá ikki longur kann bjóða
atgongd til bretskt sjóøki, og
Bretland, fyri at fáa egnar av
talur í lag eftir Brexit, sigur
hon.
- Vit hava eisini eitt ynski at gera ein
samstarvskarm millum londini, har vit
kunnu koyra fleiri økir innundir. Bretland
verður okkara nærmasti granni, og tað kann
hugsast, at vit ynskja samstarv innan fleiri
økir, ið okkara ES-samstarv ikki umfatar