týsdagur 8. oktober 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
TÍÐINDI
Hallur av Rana
Løgreglan tekur nú í
egnan barm og er farin
undir at eftirmeta tvær
støður í síðstu viku, tá
fólk ringdu í samband við
fullar menn, ið tey mettu
høvdu tørv á hjálp.
Í
Vikuskiftis-Sosiali
num bar til at lesa um
eina hending í miðbýnum
í Havn mikudagin, tá ein
maður, ið var rýmdur av
Landssjúkrahúsinum,
sat avdottin í regninum.
Og hóast fleiri borgarar
boðaðu
løgregluni
og
sjúkraflutningstæn
astuni frá støðuni, sat
maðurin í regninum í
tríggjar tímar, áðrenn
hann fekk nakra hjálp.
Í Sosialinum mánadag
in bar eisini til at lesa um
eina støðu í Vatnsoyrum
fríggjadagin, tá ein fullur
maður lá á vegjaðaranum.
Ein kvinna, sum kom
fram á mannin, greiddi
frá hvussu hon ringdi
til 112, men bleiv skelkað
av atburðinum hjá vakt
havandi á alarmsentrali
num, ið ikki tóktist at vilja
taka støðuna í álvara.
Eftirmeta støðurnar
Steen Nørskov, sjefpoliti
inspektørur í løgregluni í
Føroyum, vissar um, at
løgreglan tekur øll slík
mál í álvara og ásannar,
at
serliga
tilburðurin
fríggjadagin kundi blivið
handfarið betri.
- Vit kundu handfarið
uppringingina
til
112
betri, og slíkt læra vit
altíð av. Tá slíkar støður
sum tann í síðstu viku
henda, hyggja vit altíð
eftir okkum sjálvum og
spyrja, um tað er nakað,
ið vit kundu gjørt betri,
sigur hann.
Tað er serliga hend
ingin í Vatnsoyrum, ið
sjefpolitiinspektørurin
harmast um, men vísir á,
at tey hava verið í sam
band við kvinnuna.
- Í samband við til
burðin um vikuskiftið
hava vit vent okkum til
persónin, ið ringdi til
112, fyri at greiða frá, at
handfaringin var skeiv.
Hon hevði gjørt alt rætt.
Hon metti, at talan var
um eina akutta støðu og
ringdi tí 112. Tað skal hon
eisini gera í slíkari støðu,
og tá verður tað vit, ið
hyggja professionelt á
støðuni og skulu loysa
hana út frá tí.
Hann vísir kortini á,
at hann kennir ikki løg
regluna aftur í yvirskrift
ini, at tey ikki ynskja at
hjálpa fullum monnum,
tá tað er í heilum, at løg
reglan júst hjálpir teim
um, ið eru komin illa fyri.
- Men tá tað er sagt, so
gera hesar báðar hend
ingar tað, at vit hyggja
eftir, um tað er nakað, ið
vit kunnu gera betri í løg
regluni og í samstarvi
num við aðrar myndug
leikar,
sigur
Steen
Nørskov.
Tryggleiki
Sjefpolitiinspektørurin
leggur dent á, at tað skal
vera soleiðis, at borgarar
sita eftir við einari kenslu
av
tryggleika,
tá
tey
venda sær til løgregluna
í samband við eitt akutt
mál.
- Spurningurin er so,
um tað er nakað vit kun
nu gera betri, so at tann
borgarin, ið vendir sær til
okkara, fær tann trygg
leikan, ið tey eftirlýsa.
Tað er eitt mál hjá okkum,
sigur hann og leggur
afturat.
- Vit megna ikki at
loysa trupulleikan við
fullum fólkum, tí einki
forboð er fyri slíkum, men
eg havi eitt heilt klárt mál
um, at vit skulu kunnu
veita eina slíka tænastu
fyri borgarum, so at tey
føla seg trygg, tá tey
venda sær til løgregluna.
Í greinunum í Sosiali
num mánadagin greiddu
ymisk fólk frá, at tey
mettu seg ikki verða
tikin í álvara, tá ið ringt
verður um full fólk. Og so
skal ikki vera, sigur sjef
politiinspektørurin.
- Tað vil eg undirstrika,
at tað er okkara mál, at
óansæð hvat talan er
um, so skulu fólk føla, at
vit taka tey í álvara, tá
tey venda sær til okkara,
sigur Steen Nørskov.
hallur@sosialurin.fo
SKULU FØLA
SEG TRYGG AT
RINGJA TIL 112
- Vit kundu handfarið uppringingina
til 112 betri, og slíkt læra vit
altíð av. Tá slíkar støður sum
tann í síðstu viku henda, hyggja
vit altíð eftir okkum sjálvum og
spyrja, um tað er nakað, ið vit
kundu gjørt betri. Tað sigur Steen
Nørskov, sjefpolitiinspektørur í
løgregluni, til søgurnar, ið hava
staðið í Vikuskiftis-Sosialinum og
Sosialinum mánadagin, um fólk,
ið føla tey ikki verða tikin í álvara,
tá tey ringja til 112 um full fólk
Steen Nørskov vísir á,
at tað er ein munur á
nær fólk skulu ringja
til 112 ella 351448. Hóast
bæði eru til løgregluna,
er annað einans til
akuttar støður.
- Um man stendur í
einari akuttari støðu,
so skal man brúka 112.
Tað er til eina støðu, tá
man hevur brúk fyri
hjálp her og nú. Allar
aðrar fráboðanir til
løgregluna skulu til
351448, vísir hann á.
Og í ítøkiligu dømu
num frá farnu viku
metir hann, at tað
fyrra var ein støða til
351448, meðan tað sein
na var ein støða til 112.
- Fyri viðkomandi,
sum sat í miðbýnum,
hevði tað verið meira
natúrat ringt til 351448,
men í hinari støðuni er
tað heilt natúrligt, at
man metir, at tað er so
akutt, at man ringir til
112. Tað hava vit eisini
sagt við hana. Men
man skal ikki ringja
til 112 uttan talan er
um eitt akutt mál, tí
tað er ikki eitt vanligt
telefonnummar,
ið
man skal brúka, sigur
Steen Nørskov.
Munur á 112
og 351448
Tað vil eg
undirstrika, at tað er
okkara mál, at óansæð
hvat talan er um, so
skulu fólk føla, at vit
taka tey í álvara, tá tey
venda sær til okkara