týsdagur 8. oktober 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Klárt at taka støðu til
eykajáattanarlógina
Fíggjarnevndin er liðug við at viðgera
eykajáttanarlógina og hon er nú
klár at leggja fyri Løgtingið
Árni Gregersen
Politska skipanin er so smátt
farin til arbeiðis eftir valið 31.
august og eftir at nýggj sam
gonga er skipað.
Fíggjarlógaruppskotið fyri
2020 er lagt fram og samstund
is var eina eykajáttanarlóg fyri
í ár løgd fram.
Fíggjarnevndin hevur sein
astu dagarnar arbeitt við eyka
játtanarlógini. Sjálvt arbeiðið
er liðugt og álitið verður nú
latið Løgtinginum.
Sum í flestu málum, so eru
eisini hesaferð tvey álit – eitt
frá samgonguni og eitt frá
andstøðuni – men munurin er
ikki so stórur hesaferð, sum
hann ofta hevur verið fyrr.
Talan er um eina eykajátt
anarlóg uppá 115 milljónir
krónur. Ein partur er lógar
bundnar útreiðslur, sum eftir
galdandi lógum skulu gjaldast.
Í slíkum førum er uppgávan
hjá fíggjarnevndini fyrst og
fremst at vitta, hvaðani teir
pengarnir skulu koma, tí gjald
ast skulu teir.
Íløgur
Ein annar partur í eykajáttan
lógini eru íløgur.
Nýggi
H-bygningurin
á
Landssjúkrahúsinum
verður
eftir ølluma t døma munandi
dýrari enn upprunaliga ætlað.
Landsstýrismaðurin við heilsu
málum, Kaj Leo Holm Johanne
sen, hevur í Løgtinginum sagt,
at talan møguliga verður um
eina eykarokning uppá 150
milljónir krónur.
Í uppskotinum til eykajátt
anarlóg fyri september, sum
fíggjarnevndin júst hevur við
gjørt, stendur, at 21 milljónir
skulu játtast til útnyggingina á
Landssjúkrahúsinum.
Ein onnur stór upphædd,
sum biðið verður um eru 21
milljónir til Hvalbiartunnilin. Í
veruleikanum er her ikki talan
um eykajáttan, men at flyta
nakað av pengum fram, tí ar
beiðið gongur skjótt og kann á
tann hátt gerast fyrr liðugt.
Rakstur
Umframt lógarbundnu útreiðsl
unar og íløgurnar, innihelt
uppskotið eisini fleiri umbønir
um hægri rakstrarjáttanir av
fleiri ymiskum sløgum.
Ein stórur postur, sum hoyr
ir undnir lógarbundnar út
reiðslur, eru tænastumanna
eftirlønirnar. Har biður fíggj-
armálaráðið um at fáa 4,6
milljónir krónur afturat.
Mentamál skulu hava slakar
10 milljónir afturat. Ein partur
fer til flytingina av Hálsi og
oman í húsini hjá Havnar Ar
beiðarafelag við Tinghúsvegin.
Helvtin av teimum sløku 10
milljónunum er til lestrarstuð
ul.
Og tá ið tað snýr seg um
heilsumál, verður biðið um 10
milljónir afturat til Heilsu
trygd.
Almannaverkið skal eisini
brúka meira pening til nógvar
lógarbundnar útreiðslur. Tær
hækkingarnar hanga í ávísan
mun saman við lógarbroyting
um, sum eru gjørdar. Almanna
ráðið biður um slakar 24 millj
ónir eyka.
Nevndin
Enn kenna vit ikki álitini hjá
fíggjarnevndini og vita tí held
ur ikki, hvørjum nevndin tek
ur undir við – ella hvørjum
samgongan tekur undir við og
hvørjum
andstøðan
tekur
undir við.
Nýggi formaðurin í fíggjar
nevndini, Magnus Rasmussen,
Sambandsflokkurin, sigur, at
tað sjálvandi koma tvey álit.
- Soleiðis er tað vanliga. Hesa
ferð skal nevndin taka støðu
til lógarbundnar hækkingar,
íløgur og so til raksturin, sigur
hann.
Sjálvt uppskotið til fíggjar
lógg fyri 2019 er eisini lagt
fram.
Talan er kortini um eitt upp
skot, sum í stóran mun, bert er
ein framskriving av lógini fyri
2019 Ongi politisk signal eru í
uppskotinum.
Fíggjarlógaruppskotið hev
ur havt 1.viðgerð í tinginum og
er beint í fíggjarnevndina, har
broytingarnnar, sum samgong
an ætlaar at gera, verða gjørd
ar.
- Vit hava fingið uppskotið,
men enn eru vit ikki farin und
ir at viðgera tað. Viit hava
brúkt tíðina til eykajáttanar
lógina og nú gongur nakað av
tíð til vit fara undir fíggjar
lógina, tí nógvur annar polit
iskur aktivitetur er í heyst, sig
ur Magnus Ramussen.
Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum er nýggjur formaður í fíggjarnevndini.
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum
verður munandi dýrari enn mett.
Jógvan á Lakjuni, tingformaður, avger nær tingið
fer at viðgera eykajáttanarlógina