týsdagur 8. oktober 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
HEILSA
Tað hjálpir at deila
tankarnar við onnur
Hon deildi myndir
av sær sjálvari,
tá hon fekk kemo
og misti hárið, og
hon setti orð á
óttan, hon hevði í
kjalarvørrinum av,
at hon fekk staðfest
krabbamein
Vilmund Jacobsen
Fyri bara tveimum árum síðan
var 25 ára gamla, Mie Gromada,
ikki serliga ofta í sosialu miðl
unum, men hetta broyttist, tá
hon fekk staðfest krabbamein
í eggrótunum.
Ein granskingarverkætlan,
sum er stuðlað av Kræftens
Bekæmpelse, hevur hugt nærri
at, hvussu ung, sum eru rakt
av krabbameini, brúka sosialu
miðlarnar – meðan tey eru
sjúk og eftir, at tey eru vorðin
frísk aftur.
Kemo og hármissur
Meðan Mie Gromada var sjúk
og eisini nú, hon er vorðin lekt
fyri krabbamein, hava sosialir
miðlar verið eitt týdningar
mikið málgagn hjá henni.
Tá hugt verður á vanga
myndina á Instagram, sært tú
bæði myndir frá ferium og
stuttligum løtum saman við
vinkonum, men her sæst eisini
ein genta, sum hevur verið
fongd við krabbameini.
Mie Gromada hevur deilt
myndir av sær sjálvari, tá hon
fekk kemo og misti hárið. Hon
hevur eisini sett orð á óttan,
hon hevði í kjalarvørrinum av,
at hon fekk staðfest krabba
mein.
At vera opin
Tað var í mars í 2018, at hon
fekk staðfest krabbamein í
eggrótunum. Tveir dagar seinni
fortaldi hon um sína sjúku á
Instagram. Heilt síðan tá hev
ur Mie Gromada verið opin um
sína sjúku í sosialu miðlunum.
Men, tað er ikki bara hon,
sum er tað.
Nýggja
kanningin
vísir
nevniliga, at út við helmingur
in av øllum teimum ungu, sum
hava fingið staðfest krabba
mein, brúka meira og meira
sosialu miðlarnar eftir sjúku
staðfestingina. Hin minni helm
ingurin brúkar miðlarnar á
sama hátt sum áður.
- Stóri vøksturin í brúki av
sosialum miðlum, tá fólk ger
ast sjúk, ger meg ovfarnan, sig
ur fjølmiðlagranskarin, Carst
en
Stage,
ið
starvast
hjá
Aarhus Universiteti og sum
stóð aftan fyri nevndu kann
ing.
Kanningin vísir eisini, at
umleið sjey av hvørjum 10
hava deilt myndir, tankar og
kenslur um sína krabbasjúku á
sosialu miðlunum – og átta av
hvørjum 10 hava deilt í meira
afturlatnum forum.
At hjálpa øðrum
Tá tey ungu skulu greiða frá,
hví tey deila sínar tankar um
krabbamein í sosialu miðlun
um, vísa tey serliga á tríggjar
høvuðsorsøkir.
Ein slakur helmingur følir,
at tað hevur eina terapeutiska
vekt, tá tey seta orð á sínar
tankar og kenslur. Ynskið um
at hjálpa øðrum í somu støðu
vigar eisini tungt. Haraftrat er
tað ein praktiskur tørvur at
upplýsa vinir og kenningar um
gongdina.
Og her nikkar Mie Gromada
játtandi.
- Eg orkaði simpulthen ikki,
at fólk skuldu snakka í krók
unum: ”Hví gongur hon við
turriklæði” – ella ”Er hon deyð
anum nær?” Eg hevði brúk fyri
at gera tað eg kundi fyri at
slíkt sleyg og tutl ikki skuldi
taka seg upp.
Fyri Mie Gromada hevur
tað verið týdningarmikið, at
familja, vinir og kenningar ikki
skuldu stúra fyri snakka við
hana um alt tað, hon noyddist
ígjøgnum undir sjúkraleguni.
- Tað er eingin ivi um, at
míni uppsløg hava gjørt tað
lættari fyri mínar vinir at
snakka við meg, tí tey longu
frammanundan hava fingið
ávísa kunning, sum á ein ella
annan hátt virkaði sum ein
”icebreaker”, tá vit møttust,
sigur hin 25 ára gamla.
Kensla av einsemi
Fjølmiðlagranskarin, Carsten
Stage, vísir á, at tá fólk, sum
eru rakt av krabbameini, lesa
søgurnar hjá øðrum, vita tey
samstundis, at tey eru ikki
einsamøll sum ung við sjúkuni.
- Hetta er ógvuliga týdning
armikið, tá sjúkulegan skjótt
kann gera, at tú følir teg rætti
liga einsamallan, sigur fjølmiðla
granskarin.
- Eg orkaði ikki, at fólk skuldu snakka í krókunum, og eg hevði brúk fyri at gera tað,
eg kundi, so tutl og sleyg ikki skuldi taka seg upp, sigur Mie Gromad
- Stóri vøksturin í brúki av sosialum miðlum, tá fólk gerast sjúk, ger meg
ovfarnan, sigur fjølmiðlagranskarin, Carsten Stage