týsdagur 8. oktober 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Immanuel
í nýggjum
sali og 30
ár í Hoyvík
Samkoman Immanuel varð sett á stovn í 1980. Fyrstu árini var
virksemið í leigaðum hølum niðri í býnum í Havn, men í 1989
varð futt í egin høli í Brekkutúni 3 í Hoyvík. Í samband við, at
samkoman í ár hátíðarheldur 30 ár í Hoyvík, verður nýggjur salur
alment tikin í nýtslu sunnudagin hin 13. oktober klokkan 17.
Vilmund Jacobsen
Virksemið byrjaði í Havn í
1980. Tað vóru Kirsten og An
fríði Dam Jacobsen, sum sam
an við øðrum stovnaðu sam
komuna. Tey vóru pastorpar
fyrstu mongu árini.
Í byrjanini helt samkoman
til í leigaðum hølum í Havn,
eitt nú í gamla Arbeiðsmanna
felagshúsinum í miðbýnum,
eina tíð í Róðrarneystinum í
Havn og eitt styttri tíðarskeið í
Gula skúla.
Tørvurin øktist
Sum árini gingu vaks virk
semið, og tørvurin at fáa egið
tak yvir høvdið øktist.
Í 1987 varð spakin settur í á
Brekkutúni 3 í Hoyvík, og við
sjálvbodnari arbeiðsmegi varð
grundstykkið grivið út sama
ár.
Í 1988 varð samkomubygn
ingurin reistur, og á sumri 1989
flutti Immanuel alt sítt virk
semi til Hoyvíkar, har sam
koman hevur hildið til sein
astu 30 árini.
Virksemið í samkomuni er
fjølbroytt, og ymiskt er á
skránni fyri allar aldursbólkar.
- Vit síggja stóran týdning í
at hava fjøltáttað og spennandi
barna- og ungdómsarbeiði. Hvønn
sunnudag er sunnudagsskúli
fyri børnum, fríggjakvøld frá
19-20.30
er
Kids-Zone
fyri
børnum, sum eru millum 8 og
12 ára gomul, Juniors fyri ung
um úr 12 ára aldri er eisini
fríggjakvøld frá klokkan 21.
Pastorparið, Durita og David
Dam Jacobsen, vísa á, at ung
dómsmøti javnan eru á skránni
fyri teimum 14 ára gomlu og
eldri, og Ung-vaksin er eitt
mánaðarligt tiltak fyri tey 18
ára gomlu og eldri, og tá er
hugni á breddanum.
Fjórða árið á rað skipar
Samkoman
Immanuel
fyri
ókeypis jólahugna fyri teimum
eldru, ið eru 60+. Tiltakið er við
jóladøgurða, jólagávum, hugna,
sangframførslum, spølum og
felagssangi í jólaligum um
hvørvi. Hetta tiltak hevur
verið fult teknað hvørt ár, og í
ár verður tiltakið 60+ hin 20.
november.
Útlendingatænasta
Áðrenn núverandi pastorparið
flutti til Føroya í 2005 at ar
beiða í Immanuel, búðu tey
sjey ár í Rumenia og fýra ár í
Ný Zælandi.
- Her arbeiddu vit sum trú
boðarar og lærdu okkum onn
ur mál, soleiðis at vit kunnu
tosa flótandi rumenskt og
enskt.
Pastorparið er tilvitað um,
at føroyingar eiga at gerast
raskari at umfevna útlending
ar, ið búseta seg her, tí før
oyska samfelagið gerst alsamt
meira og meira altjóðað.
Tey vísa á, at samkomuvirk
semið við tíðini eisini er vorðið
meira tillagað at umfevna og
bjóða útlendingum í Føroyum
vælkomnum.
- Tiltøkini í Immanuel verða
umsett til rumenskt og enskt,
og tað er spennandi at síggja,
hvussu
samkoman
alsamt
veksur og tillagar seg til
nýggju viðurskiftini í Føroy
um.
Durita og David Dam Jacob
sen siga, at hvørja viku leita
føroyingar, umframt einir 20-
40 útlendingar, sær í Samkom
una Immanuel at hoyra sang
og Guds orð á føroyskum, rum
enskum og enskum.
- Flestu útlendingar koma
úr Rumenia, tí teir eru í Føroy
um og arbeiða, men í samkom
una koma eisini í filipinar og
enskt talandi fólk.
Hesi 30 árini, sum Samkom
an Immanuel hevur húsast í
Hoyvík, var virksemið eitt 10
ára skifti í øðrum hølum í Hoy
vík, og nú samkoman er flutt
aftur í Brekkutún 3, er bygn
ingurin partvíst renoveraður
og nútímansgjørdur, eins og
Áðrenn núverandi pastorparið, Durita og David Dam Jacobsen,
flutti til Føroya at arbeiða í Immanuel, búðu tey sjey ár í Rumenia
og fýra ár í Ný Zælandi, har tey arbeiddu sum trúboðarar
Í 1988 varð
samkomubygningurin í
Hoyvík reistur, og á sumri
1989 flutti Immanuel alt
sítt virksemi til Hoyvíkar