týsdagur 8. oktober 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
Sakarmálið
ímillum
Landsverk og TG-verk í
sambandi við ósemjuna
um arbeiðið at byggja
Glasir, fer at kosta góðar
18,4 milliónir í sakarmáls
kostnaði.
Tað hevur Landsverk
roknað
fram
til,
nú
Løgtingið
viðger
eina
umsókn um eykajáttanir
til ymisk endamál, eitt nú
til Landsverk.
Landsverk sigur, at til
og vi 2018, eru goldnar 8,7
milliónir til løgfrøðingar,
og til aðrar útreiðslur í
sambandi við sakarmálið.
Hetta er alt rindað av
játtanini til verkætlanina,
men útreiðslur til lønir og
ferðing hjá starvsfólkum
á Landsverki, er ikki talt
við og tað verður eisini
rindað av játtanini til
byggingina.
Í ár er væntandi, at
útreiðslurnar til løgfrøð
ingar, ráðgeving, og ann
að í sambandi við sakar
málið, verða slakar 4,7
milliónir.
Landsverk væntar, at
útreiðslur til sama enda
mál, verða ikki undir
fimm milliónir næsta ár,
og sostatt fer sakarmálið
at kosta tilsamans 18,4
milliónir krónur.
Men Landsverk sigur
nú, at sakarmálið ímillum
Landsverk og TG-Verk er
vorðið meiri umfatandi
og eisini tað hevur havt
øktar kostnaðir við sær.
Sakarmálið
ímillum
Landsverk og TG-Verk
kemur fyri gerðarrættin
um eitt ár. Gerðarætturin
er
í
Keypmannahavn
og væntandi fer tað at
taka ímillum tvær og
fýra vikur at viðgera
málið. Og tá ið viðgerðin
er liðug, fer tað at taka
eitt hálvt ár afturat hjá
rættinum at koma til
eina niðurstøðu, so málið
verður ikki avgreitt fyrr
enn á vári í 2021, ella um
hálvtannað ár.
Men tað er ikki vist,
at tað er liðugt her, tí
Landsverk sigur somu
leiðis, at høvuðsráðgev
arin, BIG, hevur boðað
frá, at teir fara at seta
krav fram um samsýning
fyri veitingar í sambandi
við at Glasir kostaði meiri
at byggja enn ætlað.
– Landsverk hevur tí
brúkt tíð og orku upp
á at mótprógva, at ráð
gevingin hevur rætt til
økta samsýning, sigur
Landsverk.
Eftir tí, sum hevur
verið frammi, hevði TG
Verk
eitt
krav
ímóti
Landsverki
uppá
75
milliónir, men hinvegin
hevur
Landsverk
eitt
mótkrav ímóti TG Verki
upp á 87 milliónir.
HAVA NÚ SETT TAL Á
HVUSSU SAKARMÁLIÐ
UM GLASIR FER AT KOSTA
Tað verður ikki fyrr enn um
hálvtannað ár at úrslitið av
sakarmálinum er væntandi
Frants Jensen
Fram til 30. september í
ár hava 339.656 ferðafólk
ferðast um flogvøllin í
Vágum. Tað er ein vøkst
ur upp á 13 prosent í
mun til somu tíð í fjør.
Um vøksturin heldur
á sum hann ger nú,
so fara væntandi ein
425.000 fólk at ferðast
um flogvøllin í ár í mun
til 377.813 í alt fjør.
Vøkstur hevur verið
í øllum mánaðum í ári
num undantikið í mars
mánaði, tá ið aftur
gongdin var 2,7 pro
sent. Hetta er helst, tí
at páskirnar ikki falla í
sama mánað hvørt ár.
Hyggja vit nærri eftir
tølunum
mánað
fyri
mánað, so síggja vit, at
tølini býta seg í trý.
Ikki yvirraskandi eru
tað ferðiumánaðirnir juli
og august, at flest ferða
fólk fara um flogvøllin.
Tá fóru ávíkavist 63.788
og 51.717 ferðafólk um
Vága Floghavn.
Tann næsti bólkurin
av tølum, eru apríl, mai,
juni, september og okto
ber.
Teir
mánaðirnar
liggur talið av ferðandi
millum 38.000 og 43.000.
Vert er at leggja til
merkis, at vøksturin er
størstur í mánaðunum í
hvør sínum tíðarskeiði,
apríl og september. Í
apríl er vøksturin 24,1%
og í september 16,4%. Tað
sæst sostatt, at summar
tíðarskeiðið hjá ferða
vinnuni er vorðið longri,
so at tað nú er umleið
sjey mánaðir.
Tann triði bólkurin er
tíðarskeiðið november
til mars. Tá liggur ferða
fólkatalið millum 19.000
og 25.000 ferðandi, tað
vil siga bara helvtin
av tí, tað er í summar
tíðarskeiðnum.
Ferðavinnan
og
Visit
Faroe
Islands
hava
nevnt
nakrar
ferðir, at ein av stóru
avbjóðingunum
hjá
teimum er vetrarmánað
irnir, tá ið ikki so nógv
ferðandi koma higar.
Tølini avspegla, at
hetta er støðan, men
tað gleðiliga er eisini,
at vøksturin er yvir alt
árið.
Ferðafólkatalið um
flogvøllin vaksið
við 13 prosentum
Ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum
veksur ár um ár. Tað áhugaverda er eisini,
at summartíðarskeiðið er vorðið longri
Áki Bertholdsen
Enn eru eingi tekin um,
at tær góðu tíðirnar í Før
oyum eru við at hæsa av
- í hvussu so er ikki eftir
skattainntøkunum
hjá
landi og kommunum at
døma.
Í alt ár hevur gongdin
verið tann, at inntøkur
nar av skatti hava verið
væl hægri enn í fjør, og
tann gongdin heldur sær í
nýggjastu uppgerðini hjá
Taks, har inntøkurnar av
skatti eru gjørdar upp frá
januar til september í ár
Higartil
í
ár
hava
kommunurnar
kring
landið nevniliga fingið
slakar 1,5 milliard inn
í
kommunuskatti
til
samans, og tað eru slakar
118 milliónir, ella 8,65
prosent meiri enn tær
høvdu fingið frá januar
til september í fjør.
Tað
er
bara
ein
kommuna í øllum landi
num, sum hevur fingið
minni inn í skatti higartil
í ár enn í fjør og tað er ein
av teimum allarminstu
kommununum, nevniliga
Fámjins kommuna.
Higartil í ár hevur
Fámjins kommuna fingið
1.845.194 krónur inn í
kommunuskatti og tað
eru 44.653 krónur, ella 2,36
prosent minni enn í fjør.
Støðan er tann sama
hjá
landskassanum.
Higartil í ár hevur lands
kassin fingið góðar 1,2
milliardir inn í vanlig
um skatti og tað eru 112
milliónir, ella 9,97 prosent
meiri enn í sama tíðar
skeiði enn í fjør.
Eingi tekin um at
tær góðu tíðirnar
eru við at hæsa av
Tað er bara ein kommuna í øllum landinum, sum
hevur fingið minni inn í skatti higartil í ár enn í fjør