týsdagur 8. oktober 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
TÍÐINDI
GRETHA ER FAVORITTUR AT FÁA HEIÐURSLØN
Ungi svenski umhvørvisaktivisturin Gretha Thunberg er favorittur at fáa Nobel Friðarheiðurslønina 2019
Norska Nobel-nevnin fer fríggjadagin
at kunngera, hvør fær kendu heiðurs
lønina, og viðmerkjarar og veddingar
fyritøkur hava Grethu Thunberg sum
stórfavoritt at vinna heiðurslønina.
16 ára gamla Gretha Thunberg er
seinastu vikurnar vorðin heimskend,
eftir at hon hevur skipað fyri veður
lagsverkfalli og hevur hildið umstrídda
røðu í ST. Sera nógv kjak hevur verið
um sjónarmiðini hjá Gretu Thunberg
og um hennara persón.
Veddingarfyritøkurnar
Ladbrokes,
Betfair og Unibet hava allar Grethu
Thunberg sum favoritt at vinna Nobel
Friðarheiðurslønina í ár, og sambært
teimum hevur svenska gentan serliga
ein kappingarneyta. Tað er Abiy Ah
med, sum er forsætisráðharri í Etiopia.
Hann hevur virkað fyri politiskum
nýskipanum og hevur arbeitt við at
minka um vápnaða stríðið í landinum.
Nobel-nevndin kunnger vinnaran
fríggjadagin, og heiðurslønin verður
latin á stórfingnum tiltaki í Oslo seinni
í ár.
Nýggjar bøkur til børn og ung
Nýggjastu bøkurnar til børn og ung, sum Bókadeild
Føroya Lærarafelags hevur givið út, fevna bæði um
óhugna og spenning, skemt og inniligar søgur.
Prumpiljóð
Ein stuttlig søga um lítlubjørn og
stórubjørn, sum ganga í skógini. Djórini
í skógini koma av óvart til at prumpa,
og lítlabjørn heldur tað vera so flovis
ligt.
Á hvørjari opnu kanst tú trýsta á ein
knøtt og hoyra, hvussu tað ljóðar, tá
djórini prumpa. Sam Taplin hevur
skrivað, og Matt Durber hevur mynd
prýtt.
Bókin er til tey umleið 0-3 ára gomlu,
hon er ein pappbók við ljóði og 10 síður.
Loftar tú mær?
Nýggja bókin eftir Rakel Helmsdal
hevur bæði vakrar myndir og eina
vakra søgu. Bókin er ein blíð søga um
deyðan, sum er góð hjá børnum og
vaksnum at lesa saman.
Søgan lýsir sjónarhornini hjá trim
um systkjum, sum hava mist lanommu
sína. Umframt at skriva søguna hevur
Rakel Helmsdal eisini gjørt allar mynd
irnar í bókini.
Hon hevur gjørt figurarnar, lutirnar
og alla pallmyndina á myndunum, og
so hevur hon tikið myndir av tí. Bókin
er innbundin og 36 síður.
Skrímslið og menniskjuni
Bókin er triðja og seinasta bókin í
spennandi røðini eftir Mats Strandberg
um Frank, sum viðhvørt er ein vanligur
drongur og viðhvørt umskapast til eitt
skrímsl.
Sum skrímsl fær Frank endiliga
vinir, og teir eru eisini skrímsl. Skrímsl
ini eru í vanda, tí menniskjuni halda, at
skrímslini eru vandamikil, hóast tað
ikki passar.
Sigrið Jógvansdóttir Hansen týddi.
Bókin er til tey umleið 8-10 ára gomlu,
innbundin og 166 síður.
Vafluhjørtu
Í hesi bókini eftir Mariu Parr fylgja vit
Trilla og Lenu gjøgnum lív og vaflu
deiggj í eitt heilt ár. Mangan gongur
tað vilt fyri seg í lítlu víkini, har tey
búgva.
Tey gera rennistrong millum húsini,
spæla annan veraldarbardaga og fram
føra tónleik á gøtuni. Tá er gott, at tey
hava sovorðin sum abban og tey at fáa
skil á øllum aftur.
Men hvat nú, um okkurt er, sum
ongin fær skil á aftur? Ása H. Ellefsen
týddi. Bókin er til tey umleið 9-13 ára
gomlu, heft og 196 síður.
Norð
Forna norðurlendska gudalæran og
gloymdar náttúruverur fáa lív, tá ið 14
ára gamla Norð fer at leita eftir mamm
uni, sum er horvin, í hesi ungdóms
skaldsøguni eftir Camillu Hübbe og
Rasmus Meisler.
Á vegnum hittir hon tríggjar lívs
klókar
lagnugudinnur
og
íkorna
dreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg
niður í undirverðina Nivlheim. Her,
djúpt inni í kjarnuni á jørðini, er tann
óndi drekin Niðhøggur í ferð við at
gnaga lívsins træ, Yggdrasil, sundur.
So við og við fatar Norð, at jørðin er
við at ganga undir, og at hon er tann
einasta, sum kann bjarga henni.
Rannvá Næs Hoydal týddi. Bókin er
heft við klaffum og 193 síður.