Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Tað vardi meg neyvan, at tá eg fyri kortum skrivaði nøkur orð um okra mammu, nú eisini skuldi minnast okra pápa, sum var okkara klettur í lívinum. Thomas Pauli valdi fyri kortum at fylgja konu síni handan sýn, har tey so kundi halda áfram at liva saman. Eitt lív tey høvdu sum teirra ynski, eitt ynski tey høvdu alt lívið. Thomas Pauli Vestergaard var fødd­ ur í Vági 1.september í 1928, og tað vardi hann neyvan, at hann skuldi hava ta æru, at verða millum okkum í nýtieitt ár. Hann valdi, sum flestir aðrir váb­ing­ ar tá, at sjógvurin skuldi verða hansara framtíð. Hann var bert 16 ár tá hann fór við Havgásini, sum pápi hansara Kristin á Økrum førdi, hvør kunnu finna ein betri lærumeistara enn pápa sín, sum longu tá hevði ført skip í nógv ár fyri garðamenn. Hann var nógv á sjónum við ym­isk­ um skipum, Beinisvørð var hann við eina tíð, men fór so seinni eisini til Ís­ lands í nøkur ár við trolara, men tá vág­ bing­ur kom til Vágs í 1959 fór hann við. Tað var ein sera stolt tíð, at ein av portug­isaranum sigldi útav vágsfirði og førdu mangan saltfiskin heim, til gleði fyri, ikki bert føroyingar, men eis­ ini fyri spaniólar, grikkar og portug­is­ ar­ar. Tað var eisini ein strævin tíð, at pápi okra var burtur tað mesta av ár­in­ um, men somikið størri varð gleðin tá hann var heima. Flest allir vágbingar tá vóru á keiini og veitraðu forvæl, og somu­leiðis tóku ímóti tá teir komu heim. Tað tíð hann varð heima tók hann sær væl av sínum børnum. Hvønn sunnu­morgum fóru vit inn til hansara, meðan mamma stákaðist til døgurða, og altíð læs hann úr halgu bók fyri okk­ um. Spennandi søgur úr Gamla Testa­ menti, og endaði altíð við eini bøn. Hann lærdi okkum um hvat var rætt og skeivt, og tað hevur fylgt okkum gjøgn­ um lívið. Tað tíðina vóru ikki øll húski so heppin at hava ein trolaramann, ið altíð kom heim við fiski, grams sum vit kalla, so vit børn vórðu send runt í granna­lagnum við fiski til mong hús. Tað varð sanniliga kærkomi hjá mong­ um. Seinni var hann Í Ravnsoynni í Grøn­landi tvey ár, saman við bróður sín­um Christin, og tók ímóti fiski frá smá­bátum sum royndi har. Síðan var hann við Baki á laksaveiðu, og eisini við Bjarnoy í norðsjónum eftir uppi­ sjóð­arfiski við Absalon Absalonsen sum skipara. Men tíðir broytast og hann valdi nakað annað. Hann fór í langfarasigling við skipum hjá Copenhagen Reefers. Tá hevði hann møguleika at hava konu sína við, so tey fingu sera nógvar góðar løtur saman, komu runt til mangar havnir víða um heim, og kundu sostatt siga frá mongum søgum. Silvur­brúd­ leyp teirra varð eisini hildið umborð á ein­um av teirra skipum. Áðrenn hann gjørdist pensjónistur arbeiddi hann á bedingini, róðu út og egnaði. Gjøgnum alt sítt langa lív megnaði hann at uppbyggja ein vinaskara sum fáur. Fólk ymsastaðni úr Føroyum komu altíð inn á gólvi, bæði á jóansøku, til høgtíðir og eisini vanligar dagar. Tey bæði, Elna og Pauli, vórðu kend fyri sín ómetaliga blíðskap, teirra viðkomandi prát um gamlar dagar, og ikki minst teirra áhuga í, hvussu tað gekk hjá øðr­ um. Vit børn vórðu ongantíð slept uppá fjall, og teirra størsta ynski varð altíð at hjálpa til tá á stóð. Ein vágsmynd í Vági er farin. Øll minn­ast Paula tá hann gekk runt við hund­inum Floy, hann gav sær tíð at práta við øll, og var altíð blíður at tosa við. Mong eru tey ið sakna hann. Ser­ liga vit, ið hava mist, sakna hann. Nú tynnist sjónliga á Bøgøtu vestiri í Vági og tøgn valdar í Bøgøtu 50. Vit vilja fegin takka øllum sum vóru um tey ta síðstu tíðina: Heimahjálparar, sjúkrasystrar og fleiri. Eisini takka vit Poul Færø, sum vitjaði ofta, John í Skemmuni, systurdótturin Anna, og ikki minst grannanir Tórálv og Else­ beth, sum mangan hjálpti til tá á stóð. Friður verður við minni um pápa okra, Thomas Pauli. Heidi og Kristin. EIN STOLTUR VÁGBINGUR ER FARIN