Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Vit hava í fyrsta lagi spurt, hvønn bil tey koyra í, um aldur á bili og um brenni­ evni. Í øðrum lagi hava vit spurt, um tey hug­sa um at skifta til el-bil ella hybrid- bil, tá bilurin verður skiftur út. Vit hava eisini spurt, um tey halda, at el-bilar eftir teirra tykki er eitt alterna­ tiv til bensin/ diesel. Í fjórða lagi spyrja vit, um tey hava gjørt sær nakrar tankar um, nær allir før­oysk­ir persónbilar kunnu væntast at koyra upp á alternativa orku. Einki av landsstýrisfólkunum, sum hev­ur svarað, koyrir el-bil, tó at onkur ný­liga hava skift bilin út. Eins og tað var við hitapumpunum, tá tær vóru nýggjar, er líkt til, at ikki nóg stór vissa enn er fyri, at el-bilarnir eru vorðn­ir nóg rakstrardyggir og álítandi. Hinvegin vænta nøkur av lands­ stýris­fólkum, at tað bara er ein spurn­ ingur um tíð, nær bensin-og diesel­bil­ar­ nir eru burtur av vegunum. Ella, sum onkur av lands­stýris­ fólk­unum, ið nýliga hevur keypt sær nýggjan bil, tekur til: - Eg kenni meg vísan í, at mín næsti bilu­r verður hvørki bensin ella diesel. Svarini hjá landsstýrisfólkunum kun­nu lesast á hesum báðum síðunum. - Eg koyri í einum Ford Kuga, sum er frá 2015. Seinast, eg keypti bil, kannaði eg møguleikarnar við el-bili. Men, tá var menningin ikki komin har til, at tað bar til at koyra longri teinar, sum eg havi brúk fyri. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løg­ maður. Hann væntar tó, at tá hann fer at skifta bil aftur, verður tað ein el-bilur. - Eg rokni við, at í 2030 fara bara bilar við alternativari orku at verða seldir, sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen. vilmund@sosialurin.fo NÝGGJ LANDSSTÝRISFÓLK BILAR Bilblaðið, sum er í Sosialinum í dag, hevur sett nýggju landsstýrisfólkunum nakrar spurningar um bilar Tað verður í 2030 Landsstýrismaðurin í uttanríkis-og menta­málum, Jenis av Rana, koyrir ein Saab 9-3, 2010, sum er bensindrivin. Hann heldur, at tá bilurin verður skift­ ur út, verður neyvan annað val enn ein el-ella hybrid-bilur. Landsstýrismaðurin heldur, at el- bil­ar eru eitt alternativ til bensin-og diesel bilar. Spurdur, nær hann væntar, at allir før­oyskir persónbilar koyra upp á alternativa orku, sigur Jenis av Rana, at tað verður helst um ta tíðina, tá koyr­andi verður til Suðuroyar. - Kanska nakað fyrr, leggur lands­ stýris­maðurin aftrat. vilmund@sosialurin.fo Neyvan annað val