Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116 Vilmund Jacobsen Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum umsitir almannamál í lands­stýri­num, koyrir í einum Mercedes-bili, sum er umleið eitt ára gamal. Hetta er ein diesel- bilur, og landsstýriskvinnan sig­ur, at hon er væl nøgd við bilin, sum hann er. - Bilurin steðgar, tá hann er í tóm­ gongd. Sjálvsagt vildu vit altíð ynskt, at ein bilur brendi minni, men eg haldi ikki, at hesin bilurin brennur nógv, og hann brennur helst minni enn nakar ann­ar bilur, sum eg havi havt. Men heldur Elsebeth Mercedis Gunn­ leygs­dóttir, at el-bilar eftir hennara tykki eru eitt alternativ til ben­sin ella diesel? - Tað er ógvuliga trupult hjá mær at siga, men tað er greitt, at el-bilar eru ein møguleiki, kanska heldur enn eitt alterna­tiv. Landsstýriskvinnan heldur tað sjálv­ sagt vera positivt, at eisini bilførarar eftir bestu sannføring vilja vera so grøn­ir sum tilber. - Vit eiga øll at gera okkara besta fyri at verja umhvørvið, leggur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir aftrat. KOYRA BENSIN OG DIESEL BILAR - Hevði eg skift bilarnar út, kundi eg saktans funnið upp á at keypt hybrid ella el-bil, um hesir vóru á sama støði, sum bilarnir, eg havi í dag, sigur Jacob Vestergaard - Vit mugu ansa eftir, at hysterí á umhvørvisøkinum ikki tekur yvirhond, sigur Kaj Leo Holm Johannesen Skiftið kemur av sær sjálvum Næsti bilur hvørki bensin ella diesel El-bilar ein møguleiki Vilmund Jacobsen Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, koyrir í einum ben­sin­drivnum Volvo S80, sum er frá 2014. Hann koyir eisini í einum Nissan Navara (Pick-up) frá 2017, sum brúkar disel (seyðabilur). - Eg havi ikki ætlanir um at skifta bilarnar út og havi ikki hugsað so nógv um, hvat brennievni bilarnir brúka. Eg hugsi meira um, hvussu nógv bilarnir brúka fyri hvønn kilometur, teir koyra. Landsstýrismaðurin vísir á, at um hann hevði skift bilarnar út, kundi hann saktans funnið upp á at keypt hy­brid ella el-bil, um hesir vóru á sama støði, sum bilarnir hann hevur í dag. - Tøkniliga menningin gongur skjótt, og eru el-bilar avgjørt eitt alterna­tiv til bensin/diesel. Jacob Vestergaard heldur ikki, at nak­að forboð eigur at verða sett fyri at brúka bensin- og diselbilar, ei heldur nak­að árstal fyri, nær vit skulu koyra upp á alternativa orku. - Tá tað loysir seg peningaliga, og bilarnir eru líka góðir ella betur, hend­ ur skiftið av sær sjálvum, sigur lands­ stýrismaðurin í fiski­vinnu­mál­um. Vilmund Jacobsen Kaj Leo Holm Johannesen, sum um­situr heilsumál í landsstýrinum, koyr­ir ein fýra ára gamlan Honda- bil, sum brennur diesel. - Hesin bilurin er líka Co2- neutral­ur, sum ein el-bilur av somu stødd. Hetta er staðfest, um tú tek­ ur framleiðsluna av lithium-battarí­ un­um við í roknistykkið. Landsstýrismaðurin heldur ikki, at el-bilar er rætta loysnin. Rætta loysn­in sambært Kaj Leo Holm Johanne­sen er heldur hybrid-bilar. - Vit mugu ansa eftir okkara kensl­um, soleiðis at vit ikki satsa púr­asta skeivt, tá ræður um alterna­ tiva orku, bæði til bilar og heim. Landsstýrismaðurin heldur ikki, at hysterí á umhvørvisøkinum, sum hann rópar tað, er rætta loysnin. Vilmund Jacobsen Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnu-og umhvørvismálum, hevur sein­astu 12 árini koyrt í einum Suzuki Liana, men fyri nøkrum vikum síðan gekk bilurin fyri, eftir at hava koyrt 355.000 kilometrar. - So, nú havi eg keypt mær ein nýggjan bil, og valið fall av góðum roynd­um aftur á ein Suzuki, hesaferð ein S. Cross við bensin-motori. Helgi Abrahamsen sigur, at hann hugs­aði tankan um el-bil, men noyddist at við­ganga, at hann ikki hevur álit á, at hesir bilarnir eru blivnir nóg góðir enn, tó at hann ikki ivast í, at tað bara er ein spurn­ingur um tíð. - Hybrid-bilar kenni eg ov lítið til, sigur landsstýrismaðurin. Hann væntar ikki, at tað fara at ganga so mong ár, áðrenn eingir ben­ sin-og diesel bilar verða á føroysku veg­un­um. - Nær tað verður, veit eg ikki, men eg ke­n­ni meg vísan í, at mín næsti bilur verður hvørki bensin ella diesel, sigur Helgi Abrahamsen. - Tað fara neyvan at ganga nógv ár, áðrenn eingir bensin- og diesel bilar verða á føroysku vegunum - Eg vil heldur siga, at el-bilar er ein møguleiki enn eitt alternativ El-bilar er ikki rætta loysnin