týsdagur 8. oktober 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Sp/f Bil & Dekkverkstaðið, sum John
Heinesen eigur og rekur í Klingrugarði
í Klaksvík, hevur røtur heilt aftur til juli
mánaða í 1976, tá verkstaðurin byrjaði
í Esso-støðin í Klaksvík, sum pápin,
Byrgar Heinesen, byrjaði og átti.
Sjálvur fór John Heinesen sum 16 ára
gamal at læra til bilmekanikara á gomlu
Shell-støðini við Líggjasi Hansen sum
lærumeistara, og her varð hann liðugur
sum bilmekanikari í 1974.
- Ein stórur partur av mínum lívi hev
ur soleiðis snúð seg um bilar, og eg havi
tímað hetta væl, sigur John Heinsen.
Pápin, sum var skipsføraralærdur,
sigldi fyri Strandfaraskip Landsins í
mong ár, fyrst við Pride og síðan við
Ternuni, og tískil var tað John Heinesen
sum 22 ára gamal hevði tað mesta undir
hond, sum hevði við bilaverkstaðið á
Esso-støðini at gera.
- Pápi mín, sum næstu ferð fyllir 89
ár, hevur meira fingist við tað bókhalds
liga, og tað ger hann framvegis, sigur
John Heinsen.
Hin 23. oktober í ár verða liðin 20 ár,
síðan Sp/f Bil & Dekkverkstaðið flutti í
nýggjan bygning í Klingrugarði í Klaks
vík, og hetta var samstundis fyrsti
vinnubygningur á økinum.
Ger allar uppgávur
Sp/f Bil & Dekkverkstaðið ger allar bil
umvælingar, og á verkstaðnum arbeiða
tey upp á øll bilamerki.
- Vit gera alt frá dekk-og oljuskifti,
skifting av bremsum og kopling til
allar hugsandi mekaniskar umvælingar,
plátuarbeiði og lakkering. Vit taka
okkum mest av perónbilum, men eisini
vøruvognum og smærri bussum, og vit
gera eisini eftirsýn fyri Akstovuna.
John Heinesen vísir á, at heilt síðan
verkstaðurin læt upp á Esso-støðini,
hava tey øll árini fingist við lakkering.
- Í fjør summar fingu vit eisini nýggja
sproytukabinu, sum er hin nýggjasta á
marknaðinum.
Hann vísir á, at ein stórur partur
av arbeiðnum at rætta buglur út, gera
plátuarbeiði og lakkera eru skaðar, sum
verkstaðurin ger fyri tryggingarfeløgini.
- Men, tað eru eisini nøkur, sum hava
fingið ein tryggingarskaða, ið velja
at spoyta allan bilin, sigur verkstaðs
eigarin.
Átta fólk í starvi
Hjá Sp/f Bil & Dekkverkstaðum í
Klingrugarði starvast í løtuni átta fólk,
men tey hava onkuntíð verið fleiri.
- Vit hava rættiliga nógv at gera, men
tað er trupult at fáa fleiri fólk.
John Heinesen sigur, at nú hann
hevur verið í hesum virksemi í so mong
ár, er hann spakuliga byrjaður at skrúva
tempo’ið eitt sindur niður, sum hann
sjálvur málber seg.
- Eg havi góð fólk aftrat mær og um
framt góðar mekanikarar á verkstað
num, havi eg eisini bæði son, dóttir og
systirson í fyritøkuni, sigur hann.
Hin 23. oktober í ár verða
liðin 20 ár, síðan Sp/f
Bil & Dekkverkstaðið
flutti í nýggjan bygning í
Klingrugarði í Klaksvík, og
hetta var samstundis fyrsti
vinnubygningur á økinum
- Vit venda okkum til teirra, sum eru góð við
sínar bilar og vilja hava bilarnar vakrar og
haldbarar leingi, sigur Tóri Thorleifsson
Heilt síðan verkstaðurin læt upp á
Esso-støðini í Klaksvík, hevur Sp/f
Bil & Dekkverkstaðið øll árini fingist
við lakkering, og í fjør summar fingu
tey nýggja sproytukabinu, sum er
hin nýggjasta á marknaðinum
BIL & DEKKVERKSTAÐIÐ
20 ÁR Í KLINGRUGARÐI
BILAR
- Vit gera alt frá dekk-og oljuskifti, skifting av bremsum og kopling til allar hugsandi
mekaniskar umvælingar, plátuarbeiði og lakkering, sigur John Heinesen
Vilmund Jacobsen
Hjá teimum, sum hava áhuga fyri bilum,
er WestClear í Vestmanna ein lutfalsliga
nýggj, spennandi og forvitnislig fyri
tøka. Eigarar eru feðgarnir, Remi og Tóri
Thorleifsson.
- Okkara tænasta vendir sær ikki
bara til eldri bilar við skøvum og ljótum
lakki, men eisini til nýggjar bilar, tí
tað eru eisini nógvir nýggir bilar, sum
kunnu hava smáar skøvir.
Tað sigur Tóri Thorleifsson, sum vísir
á, at virksemið hjá WestClear heldur
til á adressuni, Hornavegur 22 í Vest
manna.
- Tríggir bilar kunnu standa í bil
húsinum í senn, men tveir bilar er tað
optimala, sigur Tóri Thorleifsson.
Tað, sum feðgarnir arbeiða við, tá
bilurin verður viðgjørdur, er ein fantast
iska góð og sterk keramisk lakkverja, ið
hevur fleiri ára livitíð.
- Við røttu undanviðgerðini við vask
ing og polering fáa viðskiftafólk ein bil
heim aftur, sum eftir mínum tykki er
bæði vakrari og blankari enn, tá hann
var nýggjur. Við viðgerðini verður
bilurin eisini væl vardur móti vindi og
veðri og verður sera lættur at vaska tey
næstu árini, sigur Tóri Thorleifsson.
Hann vísir á, at lakkverjan, sum teir
arbeiða við og selja, bindur seg til lakkið
á bilinum á ein heilt øðrvísi og betri hátt
enn tað, vit vanliga kenna.
- Tað eru bitlarnir í hesi lakkverju,
sum eru so evarska smáir, og undir
viðgerðini detta teir eisini niður í
mikroskopisku skøvirnar og binda
seg soleiðis á ein heilt annan hátt til
billakkið, sigur hann.
Eisini nethandil
Ein annar og týðandi partur av virk
seminum hjá WestClear, er nethandil
– www.westclear.dk – har fantastiska
lakkverjan og aðrar góðar vørur til eitt
nú bilvask verða seldar.
Tóri Thorleifsson sigur, at net
handilin verður dagførdur og bygdur út,
og hann vil mæla verandi og nýggjum
viðskiftafólki um javnan at hyggja inn
á teirra heimasíðu.
- Vit selja mest til privatfólk, men
eisini til vinnukundar. Øll kunnu
keypa um okkara heimasíðu, sigur
Tóri Thorleifsson hjá WestClear í Vest
manna.
Tey, sum vilja vita meira um virk
semið hjá feðgunum í Vestmanna,
kunnu ringja á tlf. 217621 ella á tlf.
260020.
WestClear
hevur forvitnis-
ligan nethandil
- Við lakkverjuni, sum eisini kann keypast um okkara nethandil, verður
bilurin væl vardur móti vindi og veðri og verður sera lættur at vaska
tey næstu árini, sigur Tóri Thorleifsson hjá WestClear
LÝSINGATILFAR