Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BILAR Porsche fer nú at framleiða fyrsta el-bilin Tað hevur stórt signalvirði, at týska Porsche verksmiðjan hevur flutt seg inn á el-bilamarknaðin, heldur blaðstjóri. Eftir fyrireikingar í fleiri ár er týski bilaframleiðarin Porsche nú farin undir at framleiða el- bilar. Tað hevur stóran týdning, at verksmiðjan í Stuttgart nú hev­ur flutt seg inn á markn­ aðin fyri framleiðslu av el-bil­ um. Tað heldur Mikkel Thom­ sag­er, sum er blaðstjóri á danska blaðnum Bilmagasinet. – Tá Porsche velur at fara und­ir el-bilaframleiðslu, so legg­ur tað dent á, at teir sjálv­ andi meina tað í álvara, og at tey gera stórar íløgur, men ta virð­ing tað hevur, at leggja um til el-bilaframleiðslu, sigur hann. Við Taycan-modellinum vón­ ar Porsche at kunna tryggja sær ein part av markn­að­in­um fyri el-bilar í luksus­klass­anum, har amerikanski Tesla higartil hevur verið eina­ráð­andi. Í bíligara endanum av markn­aðinum kom Volks­wag­ en í síðsta mánaðin við nýggja el-bilinum, ID.3. Nógvir nýggir el-bilar eru komnir á marknaðin seinastu árini. Tað er serliga tí, at nógv størri atlit nú verða tikin til umhvørvið, og tað útlát, sum vanligir bilar hava. – Eg haldi, at í døminum hjá Volkswagen so skyldast tað eisini í stóran mun teir trupul­ leikar, sum tey høvdu við so­ kall­aðu diesel-gate, sigur Mikk­el Thomsager. Hann sipar til stóru gøluna fyri nøkrum árum síðani, tá Volkswagen varð avdúkað fyri at hava lumpað við software í fleiri milliónum dieselbilum kring heimin. Tað var fyri at tykjast meira umhvørvis­vinar­ ligir, enn Volkswagen-bilarnir í veruleikanum vóru. Síðan tá hevur Volkswagen goldið yvir 200 milliardir krón­ ur sum beinleiðis avleiðing av gøluni. Tað hevur verið til bøtur, endurgjald og semjur. – Tað málið hevur verið ein sera stór avbjóðing fyri felagið –  serliga fyri búskapin, men ikki minst fyri sjálvsfatanina, upp­livigina av merkinum og eyðkennið hjá fyritøkuni. – Tað er púra greitt, at tað eisini hevur havt risa stóran týdning fyri, at tað er nú, at so stórur dentur verður lagdur á el-bilar, sigur Mikkel Thomsag­ er. Volkwagen og Porsche eru báðir partar av stóra Volks­ wag­en-samtakinum. Soleiðis hevur verið, síðani eysturríkarin Ferdinand Porsche uppfann ikoniska Volkswagen- bilin bobluna og stovnaði Porsche. /ritzau/ Klingrugarður 1 - 700 Klaksvík - Tel. 456959 Í viku 43 lata vit 20% í avslátti av øllum 14” 15” 16” og 17” dekkum Mikudagin 23. oktober bjóða vit kaffi & køkur Øll eru vælkomin VIT FYLLA 20 ÁR