týsdagur 8. oktober 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
60 ÁR SÍÐAN:
BILAR
Her eru nøkur bilmodell, sum komu á
marknaðin fyri 60 árum síðan. Talan
er um DKW Junior, Jaguar MK II,
og Morris Mini og Austin Mini. Bilar
sum eisini vóru kendir her heima hjá
okkum.
DKW Junior
DKW Junior var ein forhjólsdrivin
bilur, sum varð framleiddur av Auto
Union AG í Týsklandi. DKW vóru kend
ir fyri sínar 2-taktsmotorar við tí eyð
kenda ljóðinum.
Auto Union umfataði bilmerkini:
Audi, Horch, DKW, Wanderer, sum eru
tey bilmerkini sum ringarnir í Audi um
boða. Logo hjá Auto Union vóru teir
fýra ringarnir, sum vit í dag kenna frá
Audi.
Her hjá okkum var tað Gunnar Han
sen í Lucas Debesargøtu í Havn sum
umboðaði DKW.
DKW Junior
BILMODELL FRÁ 1959
DKW lýsing hjá Gunnari Hansen
Jaguar Mark II sum var
framleiddur av Jaguar í
Coventry í Onglandi. Jaguar
MK II avloysti í MK I í 1959.
Vit høvdu ein Jaguar MK I
koyrandi her í Føroyum. Tað
var ein silvurgráur Jaguar
Mark l hjá Robert Brockie,
vanliga
nevndur
Bobby
Brockie, í Havn. Bilurin bleiv
keyptur brúktur úr Ong
landi fyrst í 60-unum. Hann
hevði 2,4 litra motor við 6
sylindarum. Jaguar Mark
l var í eyðkendum enskum
stíli við leðurkabinu og
instrumentborði úr myrk
um poleraðum træ. Hann
var høgrastýrdur og tann
einasti av sínum slagi, sum
hevur verið skrásettur í Før
oyum.
Jaguar Mark 1 vórðu
framleiddir í Onglandi frá
1955 til 1959.
Jaguar Mark II
Morris
Mini og
Austin Mini
Jaguar MK II avloysti í MK I í 1959
Bobby Brockie við sínum Jaguar MK 1
Myndaeigari: Alan Brockie
BMC Mini bleiv framleiddur frá 1959
til 2000. Reyni Service seldi Morris
Mini og Charles Mauritzen & Co seldi
Austin Mini. Teir vórðu eisini nevndir
Morris Mascot og Austin Partner.
I 1999 bleiv Mini kosin sum tann
næst mest týdningarmiklasti bilur í
20. øld aftan á Ford Model T.
Morris Mascot lýsing hjá Reyni Service