Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-08, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Lars Olsen boðaði á tíð­inda­ fundinum mánadagin 30. september frá, at hann ikki heldur fram sum lands­liðs­ venjari, tá sáttmálin gongur í enda­num av árinum. -Eftir hvønn dyst eftirmeti eg hvussu tað hevur gingið. Tá eg hugsi aftur, so má eg ásanna at eg ikki havi sæð framgongd í av­rikunum seinasta árið. Tað merkir ikki, at eg haldi at vit hava spælt illa í øllum landsdystunum. Fyri hálvum øðrum ári síðani helt eg vit spældu væl, men vit hava ikki lagt afturat spælinum, og úrs­ lit­ini hava ikki verið góð. Vit hava spælt seks dystir í hesi undan­kappingini og lati fýra mál inn í fýra av dystunum. Tað er ikki gott nokk. Eg havi tí, eftir dystirnir móti Svøríki og Spania, verið í iva um eg skal halda fram í Føroyum, sigur Lars Olsen. sum nú er týðiliga rørdur. Tað er nú greitt, at Lars Olsen er í holt við at leggja frá sær. Tað er púra kvirt í hølunum hjá Fót­bóltssambandinum, nú Lars Olsen tosar. -Eg havi eisini merkt, at leiðslan í Fót­bólts­sam­bandi­ num hevur havt sama iva. Eftir átta ár, sum er long tíð í fót­bólti, ynskir nýtt blóð á venjara­plássinum, sigur Lars Ol­sen og andar inn og roynir at halda tárinum aftur. -So eftir átta fantastisk og spennandi ár fyri mítt við­kom­ andi, er tað nokk best fyri bæði meg og FSF at leita eftir nýggj­ um avbjóðingum. Tí havi eg avgjørt, at eg gevist sum lands­ liðs­venjari, tá sáttmálin gongur út í vetur, sigur Lars Olsen, sum nakrar ferðir steðgar á meðan hann tosar. -Tað seinasta eg vil siga í tí sambandi er, at tað er fantast­ iskt veður í dag og hetta er nakr­ar flottar oyggjar. Tit eru nøk­ur góð menniskju. Liggja her mitt í Atlantshavinum og kempa eitt hart lív. Eg havi verið ótrúliga glaður og errin av at hava umboðað Føroyar sum lands­liðsvenjari kring Evropa, sigur Lars Olsen og leggur pappír­ini frá sær. Seinasta orðið er eitt “slut” á donskum. Hetta verður sostatt seinasti møgu­leikin hjá føroysku áskoðarunum at heilsa upp á Lars Olsen í leiklutinum sum lands­liðsvenjari hjá Føroyum á Tórsvølli. Hann hevur úttikið hópin, har Jóannes K. Danielsen úr KÍ og Adrian Justinussen úr HB eru við á fyrsta sinni. Odmar Færø og René Shaki Joensen eru skaddir, meðan Meinhard E. Olsen ikki er í hópinum hjá Kristiansund í løtuni og tí ikki á landsliðnum. Tó er spennandi um Lars Olsen ætlar at blanda kortini øðrvísi, nú tá ein nýggjur sátt­ máli ikki stendur upp á spæl. Fær nýggjur málmaður kjansin, verður miðverjan broytt, fáa nýggir bakkar møguleikan, verður miðjan umskipað, fáa nýggju vengurnir spælitíð og hvussu verður samansetingini í álopinum? Alt hetta fáa vit svar upp á komandi dagarnar. Her er støðumetingin av før­oyska landsliðnum undan landsdystunum móti Rumenia og Malta. Gunnar Nielsen, FH (Ísland) Føroyski landsliðsmálverjin hevur sitið uttanfyri hjá FH, eftir at hann breyt eitt bein í hond­ini í mai mánaði. Hann sat yvir dystirnar í juni móti Spania og Norra, men var aftur í málinum til dystirnir móti Svøríki og Spania í september. Støð­an er óbroytt síðani teir dystirnir, so væntandi hevur Lars Olsen Gunnar sum fyrstaval, men hann er í harð­ ari kapping við Kristian Joen­ sen og Teit M. Gestsson. Sein­ ast segði landsliðsvenjarin, at landsliðsvenjingarnar eru av­ger­andi. Helst hava tær enn størri týdning nú. Kristian Joensen, KÍ Hevur havt eitt framúr gott kapp­ingarár í málinum hjá KÍ. Fleiri tykjast halda, at hann hevur uppiborið ein kjans á lands­liðnum. Tað er serliga av­rikið í Luzern í Sveis, tá KÍ í evstu løtu tapti 1-0 í Europa League, sum fólk hava heft seg við. Hann prógvaði tá, at hann kann spæla á altjóða pallinum. Tað er ein møguleiki fyri, at Lars Olsen velur at geva Kristiani kjansin. Bæði tí Gunn­ ar ikki spælir, men sanniliga eisini tí avrikini hava verið góð í ár. Teitur Matras Gestsson, HB Gav føroyska liðnum eitt eyka vápn við sínum framúr sparki­ teknikki. Hetta ger, at før­oyska liðið kemur í fleiri fram­rætt­ aðar støður, har mótstøðuliðið einki kann gera fyri at steðga tí. Hevur saman við HB havt eitt heldur minni gott kappingarár, men hevur nakað, sum hinir báðir ikki hava. Hartil hevur hann spælt tveir landsdystir í seinastuni. Atli Gregersen, Víkingur Aldursforsetin er framvegis ein týðandi spælari á landsliðnum. Hann er liðskipari og skipar spælið væl. Hann er róligur í av­spælinum og lyftir seg til lands­dystirnar, men saman við Víkingi eru ábendingar um, at av­rikini ikki eru eins goð og fyri fáum árum síðani. Tá hvørki Sonni Ragnar Natte­stad ella Odmar Færø eru í hópinum, ber ikki til at síggja burtur frá Atla til báðar dyst­ irnar. Rógvi Baldvinsson stóð seg illa í miðverjuni sein­ast, so endurbyggingin av mið­verju­ ni til eina framtíð uttan lið­ skiparin byrjar ikki enn. Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark) Vinstri bakkurin fær nógva kapp­ing um plássið hesaferð. Vilj­ormur spælir tíverri lítið fyri Vejle í løtuni. Liðið er í næstbestu deildini, men hevur kós móti uppflyting. Farna vikuskiftið kom føroyingurin bara inn í yvirtíðini. Ári Mohr Jónsson er við aftur. Tí kann hugsast, at Vilj­ ormur spælir fyri plássið fyri hvønn dyst nú. Eisini er ein FÓTBÓLTUR Støðumeting á landsliðnum: Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal 12. oktober og 15. oktober spæla móti Rumenia og Malta á Tórsvølli í EM-undankappingini. Í støðumetingini av spælarunum á landsliðnum sæst at fleiri av okkara útisetum fáa spælitíð aftur, men spurningurin verður um tað sæst á vøllinum NÓGV ER GOTT – MEN TAÐ MÁ SÍGGJAST Á VØLLINUM