týsdagur 8. oktober 2019síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116
møguleiki, at teir fáa hvør sín
dyst.
Annars kann nevnast, at
venjarin hjá Vejle, Constantin
Galca, er úr Rumenia, sum er
mótstøðuliðið 12. oktober.
Gilli Rólantsson, SK
Brann (Norra)
Tvøramaðurin er aftur í hita
num hjá Brann, eftir at hann
var áveg til Tromsø í farna
flytingarvindeyga. Gilli mátti
geva avboð til dystirnar móti
Svøríki og Spania. Avloysarnir
royndust nú bara væl, men tað
er ongin ivi um, at skjóti og
sterki tvøramaðurin verður
aftur í uppstillingini.
Spurningurin er bara um tað
verður sum høgri bakkur ella
høgri vongbakkur. Lars Olsen
hevur nevnt, at føroyska
liðið møguliga fer aftur til
fimm í verjuni.
Magnus Egilsson, HB
Fekk sínar fyrstu landsliðs
minuttir í Spania, tá hann kom
á vøllin seinastu minuttirnar
í 4-0 ósigrinum. Hann er helst
triðjaval á vinstra bakki, men
tað eru aðrar samansetingar,
sum kunnu geva pláss fyri
Magnusi. Eitt nú um spælt
verður við trimum í miðverjuni.
Tó bendir nógv á, at Magnus
enn má finna seg í at vera vara
maður.
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
22 ára gamli klaksvíkingurin
er á fyrsta sinni úttikin til
A-landsliðið hjá monnum. Til
landsdystin móti Svøríki bleiv
tað Hørður Askham, sum fekk
møguleikan á høgra bakki,
men bleiv tíverri
eftirfylgjandi skaddur. Men
tað er ein áminning um, at
tær nýtist ikki at hava verið á
landsliðnum leingi, fyri at fáa
møguleikan.
Jóannes er varamaður hjá
Gilla á høgrabakki, men Gilli
hevur nógvar aðrar eginleikar,
so kanska onkur broyting í
dystinum kann geva Jóannesi
møguleikan.
Heini Vatnsdal, Fremad
Amager (Danmark)
Stóri og sterki vágbingurin
spældi væl móti Spania og tann
hálvleikin móti Svøriki, tá hann
kom inn, eftir at Svøríki hevði
skorað fýra ferðir í fyrra hálv
leiki. Hann er besta boðið upp á
ein miðverja saman við
Atla Gregersen – og teir báðir
eru fyrstaval í eini miðverjuni
við trimum. Helst saman við
Rógva Baldvinsson.
Heini spælir helst báðar
dystirnar, um ikki annað kem
ur í vegin. Eitt nú skaðar ella
leikbann.
Rógvi Baldvinsson,
Bryne BK (Norra)
Spældi illa móti Svøríki, har
hann var vinstri miðverji av
tveimum. Spældi seg tó upp
í Spania, har hann var vinstri
miðverji av trimum. Ein slíkur
leiklutur tykist passa honum
betri. Lars Olsen hevur eitt gott
eyga á Rógva og tí er sannlíkt
at hann er í tonkunum til
báðar dystirnar, men tað er
óvist um tað er í miðverjuni
ella á verjukenda miðvøllinum.
Andrias H. Eriksen, B36
Varaliðskiparin hjá B36 fekk
sínar fyrstu landsliðsminuttir
í Spania og tóktist passa væl
inn. Hevur verið drúgvur í
miðverjuni hjá B36, sum er í
FM-stríðnum. Verður spælt við
trimum í verjuni er hann eitt
gott boð at fáa annan dystin
hesaferð.
Er ein eitt sindur øðrvísi mið
verji, tí hann er ikki so stórur og
sterkur, sum onkrir av hansara
undangongumonnum.
Men
hevur eitt gott fótbóltshøvd,
er grammur í tvídystunum og
hevur ein vinnaravilja, sum vit
hava brúk fyri.
Ári Mohr Jónsson,
Sandnes ULF (Norra)
So er vinstri bakkurin klárur
aftur, eftir at hann sleit kross
bandið fyri nakað yvir einum
ári síðani. Tað eru júst tvey ár
síðani, at hann seinast spældi
ein landsdyst, tá hann var á
vinstra bakki móti Ungarn í
Budapest. Hann hevur vant við
bólti síðani mai og er nú aftur á
vøllinum.
Lars Olsen hevur eitt gott
eyga
á
vinstra
bakkinum,
sum er noteraður fyri tríggjar
landsdystir. Tað er hugsandi,
at hann fær nakrar minuttir,
nú landsliðsvenjarin hevur
tveir spælara at velja í
millum.
Eli Falkvard
Nielsen, B36
Er aftur á landsliðnum,
eftir at hann hevur
verið
úttikin
fyrr,
men hann hevur enn
sínar fyrstu minuttir til
góðar. Landsliðið hevur
fleiri ferðir leitað eftir
einum spælara, sum kann
spæla seg fastan á verju
kenda miðvøllin og tryggja
javnvágina á liðnum.
Hann er nokk aftast í
rekkjuni av miðvallarum, men
kanska hetta er landsliðsum
fari, har Lars Olsen roynir eitt
nýtt kort?
Hallur Hansson, AC
Horsens (Danmark)
Liðskiparin hjá AC Horsens
er ein av okkara týdningar
miklastu spælarum. Tað gong
ur eitt sindur misjavnt í Super
liguni í løtuni, men Hallur er
altíð góður fyri eitt yvir miðal
avrik á landsliðnum. Hansara
orka og geistur kann landsliðið
slett ikki vera uttan.
Hallur
spælir
allar
180
minuttirnar, um ikki hann
rennur seg í eitt leikbann ella
skaða. Spurningurin er bara
hvar á miðjuni hann spælir, og
saman við hvørjum?
Brandur Hendriksson,
FH (Ísland)
Hevur havt eitt gott kappingar
FÓTBÓLTUR