Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-08, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2019síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2019 · Nr. 116 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI FÓTBÓLTUR ár, har hann hevur reist seg, eftir at hann fekk ein álvars­lig­ an skaða í knæið. Hann hev­ur verið avgerandi fyri FH, har hann er álitið á miðjuni. Spældi væl í Spania og onkur søga sigur, at tað hevur verið ein følari úti frá onkrum smærri feløgunum í Spania, eftir avrikið í Gijón. Brandur spælir óiva báðar dystirnar frá byrjan, men onkuntíð hevur orkan bilað eitt sindur í seinna dystinum. Tí er ikki óhugsandi, at hann verður útskiftur í øðrum av teimum. Størsti spurningurin er, um Brandur skal spæla á verju­ kenda miðvøllinum, har hann skipar spælið ella skal longur fram, so skotini hjá honum kunnu verða ein hóttan. Árni Frederiksberg, B36 Er avgerandi í at kalla hvørjum dysti fyri B36. Hevur nakrar framúr dygdir frammi á vøllinum, og tí tykist dysturin móti Malta passa væl til runa­ víkingin í B36. Hann hevur fingið nógv álit frá Lars Olsen og tí er hugs­andi, at hann fær minuttir á vølli­ num. Spurningurin er so um tað er frá byrjan ella sum inn­ skift­ari, og um tað er á vinstra ella høgra vongi. Tað kundi verið upplagt móti Malta, um Klæ­mint A. Olsen eisini var á vølli­num samstundis. Sølvi Vatnhamar, Víkingur Er ein av álitismonnunum hjá Lars Olsen og soleiðis verður helst eisini hesaferð. Spældi á høgra vongi móti Svøríki og á høgra vongbakki móti Spania. Nú er bara brúk fyri honum á vonginum, tí Gilli Rólantsson og Jóannes K. Danielsen dekka høgra vongbakkin. Hevur saman við lið­num mist eitt sindur av stjørnu­ støvi­num í álops­spæli­num, men heldur fram at arbeiða ótrú­liga hart í verjustøðu. Tí er hann sjálv­ s k r i v a ð u r , men tað er ein s p u r n i n g u r um tað verður 180 minuttir, og hvar hann spælir um vit skifta til 5-4-1. Jóannes Bjartalíð, KÍ Bjóðaði seg fram í landsliðhøpi við góðum avriki í Spania. Hann rann nógvar kilometrar og var okkara vandamiklasti spælari. Slíkum spælarum hava vit brúk fyri og hann spælir ein­ ari orku, sum smittar av upp á hinar. Við avrikinum móti Spania í huganum, so er sannlíkt at Jóannes Bjartalíð spælir ein leik­lut í báðum dystunum, men kanska hann byrjar annan, og kemur inn í hinum. Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland) Hevur ikki ordiliga sligið til í Vali í ár, men hevur eyðsýndar egin­leikar í álopsspælinum. Hóast Lars Olsen ikki hevur álit á gøtumanninum, so er hann enn eina ferð úttikin til lands­liðið. Fekk næstan ein hálvan tíma móti Spania, men megnaði ikki at sannføra við sínum avriki. Tó skal sigast at spaniólar høvdu bóltin fyri tað mesta. Byrjaði í landsdystinum Rumenia seinast, tí Lars Olsen metti at Kaj Leo hevði nakað at prógva. Ein møguleiki er, at hann ger tað sama hesa ferð, men tað