hósdagur 10. oktober 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
4
Politiska spælið eftir eitt val og system
skifti er í fullari gongd.
Fíggjarnevndin hevur júst viðgjørt
eykajáttanarlógina og í álitinum hjá
bæði meirluta og minniluta í nevndin
sæst tíðuliga, hvat ætlan er við viðmerk
ingunum.
Fráfarandi samgongan roynir at halda
fast um, at núverandi samgongan ger
hvat hon kann fyri at fáa avlopið í 2019 at
verða so lítið sum møguligt, meðan and
støðan vil hava tað so stórt sum til ber.
Í álitinum skriva andstøðuumboðinni,
at tað hevði borið væl til at funnið spar
ingar, so eykajáttanarlógin hevði verið
útreiðsluneutral, meðani samgongan
sigur tað mótsatta.
Ája!
Tað var hjá mongum, sum at fáa vátan
vøttin, tá ið IRF boðaði frá, at nú fara tey
ikki at taka ímóti spillolju, tín tey sleppa
ikki av við hana longur.
Albert Róin, sáli, fekk hugskotið og
byrjaði virkið, sum IRF seinni adopteraði,
men nú eru nýggj krøv komin, sum gera,
at keypararnir ikki vilja hava reinsaðu
oljuna.
Tað vil siga, at hon skal sendast av
landinum og tað kostar pengar.
Ja, tað kann gott vera, men so mugu
vit gjalda ella tey, sum skulu sleppa sær
av við spiloljuna, tí eg má taka undir við
borgarstjóranum í Runavík, sum minnir
okkuma á, hvar spilloljan fyrr fór.
Hetta er ein spurningur um umhvørvi
og rættan hugburð.
Ája!
Orkuskiftið er ofta á breddanum hesi
árini, men tað tykist, sum vit hava langt
eftir á mál.
Nøkur loyvir eru latin afturat til
nýggjar, stórar vindmyllur, men ivasamt
er um okkum eydnast at umleggja alla
orku á landi til el áðrenn 2030.
Bilparkin skal skifta til elbilar, men
nógv bendir á, at menningin á hesum
øki ikki er komin í hæddina enn. Bilarnir
koyra ov stutt millum løðingarnar og
hvat hendir, tá ið bilarnir og harvið eisini
akkumolatorarnir eisini?
Og hjá okkum er ein rættuliga stórur
partur av orkubrúkinum umborð á skip
um. Har tykist enn vera langt eftir á mál.
Seinasti spurningurin er um okkara
elnet er til reiðar at taka ímóti streymi
frá ymiskum framleiðarum og hvørjar
íløgur tað fer at krevja. Vit hava hoyrt,
at orkuskiftið fer at kosta milljardir, so....
Nýggi landsstýrismaðurin, sum hevur
orkumál, fær nokk at gera, bert at seta
seg inn í orkuviðurskiftini,
Ája!
Vit skulu leika tveir landsdystir
í fótbólti komandi dagarnar –
móti Rumenia og Malta á
Tórsvølli.
Hetta eru seinastu
dystirnir hjá lands
liðvenjaranum á
heimavølli, so vón
andi vera tey mong,
sum leygardagin
og týsdagin fara at
leita sær á Tórsvøll
og takka honum fyri
seinastu átta árini.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Altso er Kaj Leo
landsstýrismaður
fyri HB bygningin?
Nýggi hópfíggingar
portalurin bleiv tikin í
brúk týsdagin, og longu
hósdagin hevði fyrsta
verkætlanin fingið fígging
Týskvøldið vann KÍ
á Víkingi í Gøtu og
helt sostatt fast um
leiðsluna í FM-stríðnum
Føroyska kvinnulandsliðið
tapti 13-0 móti
Norra týsdagin. Tað
er størsta tap hjá
kvinnulandsliðnum
nakrantíð
Mánadagin avlýsti
Strandferðslan
fleiri túrar vegna
nógvan vind
Løgreglan fekk
tvær fráboðanir um
stormskaðar í samband
við ódnarveðrið
mánadagin
Týsdagin váttaði
Landsverk, at
meirkostnaðurin av
nýggja H-bygningin hjá
Landssjúkrahúsinum
verða stívar 152
milliónir
krónur
Rokning
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
milliónir er metti kostnaðurin í
sakarmálskostnað hjá Landsverk móti TG-
verk í samband við ósemjuna um Glasir
18,4
Sprotin:
1 (støddfr.) tað at rokna (1)
2 skrivligt krav el. uppgerð um skuld, gjalda
rokningar
3 (búsk.) sundurliðað (bókhalds)skjal viðv.
vørum og tænastum
4 (búsk.) konto (í t.d. banka)
5 (gl., bíbl.) roknskapur, gera rokning;
sms. t.d. av-, fimis-, greiðslu-, grinda-, líkinda-,
út-
Rokningar og eykarokningar eru enn
einaferð á breddanum, aftaná at seinastu
kanningarnar hjá Landsverki vísa, at
meirkostnaðurin av nýggja H-bygninginum
hjá Landssjúkrahúsinum verða stívar 152
milliónir krónur.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At landsinn
savnanin hjá Bláa
Krossi gav 854.000
krónur
Sæð á Facebook:
Eg eri farin á ein kvinnulandsliðs-kur. Eg
ætli mær at tapa nógv upp á stutta tíð
Andøvsgul upp í ein strúk av
landsynningi, 8 til 13 metrar um
sekundið, í støðum upp í hvassan
vind, 15 metrar um sekundið. Fyrst
skíggjað við regn og ælaveður,
men møguleiki fyri sól seinni á
degnum. Hitin millum 6 og 10 stig.
Um náttina turt og klárt veður.
8-13 m/s
8-13 m/s
5-10 m/s
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Andøvsgul upp í ein strúk av
landsynningi, 8 til 13 metrar
um sekundið, men seinni
minkar hann um vindin til gul
til stívt andøvsgul, 5 til 10
metrar um sekundið. Møguleiki
fyri sól, men eisini nøkur æl.
Hitin millum 7 og 10 stig, um
náttina millum 2 og 6 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
landsynningi, 5 til 10 metrar
um sekundið. Skiftandi
skýloft og nøkur æl. Hitin
millum 5 og 10 stig, um
náttina millum 2 og 6 stig.