hósdagur 10. oktober 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
5
Wavefoil-
skipanin er
neyvan ein
kollvelting
- Nú eigur Wavefoil-skipanin,
sum er sett í Teistan, at
sleppa at standa sína roynd,
og sum frá líður fer ivaleyst
at síggjast neyvari, hvørjir
fyrimunirnir eru, og hvørjir
vansarnir eru, sigur skiparin
á Teistanum, Hávard Dahl
VILMUND JACOBSEN
T
að eru ymiskar meining
ar um, hvussu Wavefoil-
skipanin umborð á Teist
anum roynist – um hon
ger nakran mun, og hvønn mun
hon ger. Skipanin hevur nú verið
roynd, síðan Teistin kom aftur at
beding á skipasmiðjuni Mest fyri
14 døgum síðan.
Ferðafólk, sum dagliga sigla við
skipinum, halda seg ikki merkja
nakran serligan mun.
Onkur heldur, at okkurt merk
ist. Onnur, at alt er, sum tað var, og
í triðja lagi heldur onkur, at skipið
kanska uppførdi seg betur, áðrenn
Wavefoil-skipanin varð sett í.
Teistin er fyrsta ferðafólkaskip,
sum roynir Wavefoil-skipanina hjá
fyritøkuni í Tróndheimi í Noregi,
sum hevur ment hesa skipan, og
tað er í samstarvi millum hesa
fyritøku og skipasmiðjuna Mest,
sum í sínari tíð bygdi Teistan, at
hesar royndir nú verða gjørdar.
Wavefoil-skipanin er sett í
Teistan beint aftan fyri kúlu
stevnið. Tveir ”veingir” kunnu
koyrast út – ein hvørju megin – og
veingirnir kunnu takast inn aftur,
tá veðrið er gott, og tørvur ikki er
á teimum.
Hugskotið er, at skipið skal
stoyta minni, tá siglt verður upp
ímóti aldu.
Merkist lítið
Ein av skiparunum umborð á
Teistanum, Hávard Dahl, sum
Sosialurin hevur skift orð við,
sigur, at ymiskar meiningar eru
um, hvønn mun skipanin ger.
- Onkur av manningini heldur,
at skipið er stabilari í sjónum, tá
siglt verður upp ímóti. Tað kann
væl vera, at so er, tó at tað ikki
merkist serliga týðiliga. Hinvegin
haldi eg ikki, at talan er um nakað
”vau…” sum merkist týðiliga, sigur
skiparin.
Hávard Dahl heldur, at enn er
nakað tíðiga at gera nakra endaliga
niðurstøðu um virknaðin.
Hann vísir á, at teir hava veing
irnar úti alla tíðina.
- Men, vit skulu ansa eftir at
taka teir inn, um útlit eru til, at
veingirnir kunnu koma upp úr
sjónum. Eitt kamera er sett upp,
soleiðis at vit kunnu síggja niður
á veingirnar, tá teir eru úti. Um
kvøldið, tá vit leggja skipið, taka
vit teir innaftur.
Spurdur, um tað kann hugsast,
at skipanin fer at spara olju undir
sigling, sigur Hávard Dahl, at tað
dugir hann ikki at meta um.
- Slíkir veingir, sum eru úti,
skapa eisini eina ávísa mótstøðu,
men tað kann jú vera, at oljunýtsl
an verður nakað minni, um veingir
gera, at skipið stoytir minni og so
leiðis skal trýsta minni sjógv frá
sær. Tað dugi eg ikki at meta um,
men tað fer so tíðin at vísa.
Skiparin sigur, at í norsku fyr
itøkuni, sum hevur ment skip
anina, kunnu tey um netið eisini
fylgja við, hvussu skipanin um
borð á Teistanum roynist.
Eisini vansar
Wavefoil-skipanin vigar so mikið,
at Teistin stendur nakað meira á
gronina, enn hann gjørdi áður.
- Hetta ger, at skipið er vorðið
meira slingrut aftan og við tað, at
skrúvurnar eru ovari í sjónum,
haldi eg, at skipið eisini ristist
nakað meira. Uppdriftin í gronini
er eisini nakað minni við tað, at
hol er til veingirnar har frammi í
skipinum.
Hávard Dahl heldur, at nú eig
ur Wavefoil-skipanin, sum er sett
í Teistan, at sleppa at standa sína
roynd, og sum frá líður fer ivaleyst
at síggjast neyvari, hvørjir fyri
munirnir eru, og hvørjir vansarnir
eru.
- Onkur skipari, sum hevur siglt
longri við Teistanum, enn eg havi,
heldur, at Wavefoil-skipanin ger
mun, leggur Hávard Dahl aftrat.
Wavefoil ger siglingina behagiligari
Tað er fyritøkan Wavefoil í
Tróndheimi í Noregi, sum
hevur ment skipanina
við undirvatnsveingjum
har frammi í skipinum
VILMUND JACOBSEN
E
ndamálið við veingjun
um er at gera siglingina
behagiligari, eins og
oljunýtslan skal minka
munandi. Hugskotið hevur leingi
verið kent, men trupulleikin hev
ur verið, hvussu skipanin skal
fremjast í verki.
Wavefoil hevur nú ment skip
anina frá hugskoti til framleiðslu,
og fyritøkan hevur fingið nakrar
miljónir krónur í stuðli frá eitt nú
NTNU Discovery, Granskingar
ráðnum í Noregi og Innovasjon
Norge.
Skip í aldu brúkar nógv meira
olju enn í góðum veðri. Tað skulu
ikki stórar aldur til, áðrenn olju
nýtslan veksur. Haraftrat er tað
fyri mong rættiliga óbehagiligt at
vera umborð á skipi, sum rullar
illa og øll, sum fáa sjóverk, vita,
hvussu tað kennist.
- Umborð á einum ferðafólka
skipi hevur sjóverkur við sær, at
færri pengar verða brúktir í mat
stovum, barrum og handlum, og
siglingin kann fáa ringa umtalu,
siga tey, sum standa aftan fyri
Wavefoil-skipanina.
Á nútímans ferðafólkaskipum
er vanligt við sonevndum stabil
iseringveingjum, sum gera stór
an mun, tá skipið annars rullar
úr einari síðu í aðra.
Í prinsippinum kunnu slíkir
”veingir” eisini staðsetast í bógv
in á skipinum, soleiðis at skipið
”trampar” minni, tá siglt verður
upp ímóti aldu.
Trupulleikin hevur bara verið,
hvussu hetta skal loysast, og
tað er júst hetta, sum fyritøkan
Wavefoil hevur arbeitt við at
menna og sum nú verður roynd
umborð á Teistanum.
Hinvegin er tað eisini reinur
logikkur, at tá skipið ”trampar”
minni, verður talan eisini um
orkusparing.
Avbjóðingin hjá Wavefoil hev
ur verið at ment eina skipan, sum
kann standa í tí lutfalsliga lítla
plássinum, sum er har frammi í
skipinum.
Metingar siga, at tá longdin á
skipinum er 200 og meira, gera
veingirnir ongan mun longur, tí
tá eru rørslurnar hjá einum skipi,
sum siglir ímóti, so smáar kortini.
Wavefoil-skipanin vigar so mikið, at Teistin stendur nakað meira á gronina, enn hann gjørdi áður