hósdagur 10. oktober 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
6
Osvald Hansen úr Hoyvík er føddur við klumpfóti. Hann
var skurðviðgjørdur, men gongulagið gjørdist ongantíð sum
hjá øðrum. Hann var illa happaður barnaárini á stovni og í
fólkaskúlanum. Tá ið hann kom á Tekniska Skúla varð funnið
út av, at hann varð orðblindur. Í dag hjálpir hann øðrum,
sum hava tað trupult, millum annað sum samarittur
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Eg varð happaður á ymiskan
hátt. Millum annað tá ið vit runnu
í barnagarðinum ella í skúlanum.
Beinini hjá mær vóru ikki sum
hjá øðrum, og eg megnaði ikki
at renna so skjótt sum hini. Tað
hendi tí ofta, at onkur av hinum
bakkaðu frammanfyri mær, með
an eg royndi at renna aftaná. Tey
flestu av hinum stóðu og flentu,
greiðir Osvald Hansen frá.
Tann nú 27 ára gamli hoyvík
ingurin er eitt sindur hugtungur,
tá ið hann greiðir frá, hvat hann
hevur upplivað í barnaárunum.
Men hann hevur tó uppreista
pannu.
– Eg havi fyrigivið teimum, ið
gjørdu hetta móti mær. Tey vistu
kanska ikki betri, sigur Osvald
Hansen.
Føddur við klumpfóti
Tá ið Osvald Hansen kom í heimin,
var hann føddur við klumpfóti.
Báðir føturnir vendu meir enn 90
stig skeivt, so at teir peikaðu móti
hvørjum øðrum, ístaðin sum hjá
øðrum at vera javnfjarar.
Hann varð eisini føddur seks
vikur ov tíðliga, og var tí í kuvøsu
fyrstu tíðina.
Sum seks vikur gamal varð
hann skurðviðgjørdur í Danmark.
Halssinan varð longd og annað
varð gjørt fyri at rætta upp á føt
urnar. Eftir hetta vóru nógvar
venjingar og vitjan hjá fysiotera
peuti.
– Eg hevði skinnarar fyri at
rætta upp á føturnar. Eg gekk
ikki sum onnur, og hetta løgdu
onnur merki til, og so varð flent
eftir mær. Eg minnist ikki so nógv
til tey fyrstu barnaárini, men eg
minnist, at tað varð sæð niður á
meg. Eg kendi meg ikki sum hini,
og tað varð tungt at uppliva, sigur
Osvald Hansen.
Skurðviðgerð
Millum fyrsta og annan flokk varð
Osvald Hansen skurðviðgjørdur
aftur.
– Hendan skurðviðgerðin
hjálpti nógv upp á gongulagið,
men tað sást tó enn, at tað ikki var
sum hjá øðrum. Eg skuldi framvegis
gera nógvar venjingar og ganga
til fysioterapeut, sigur hoyvík
ingurin.
Happingin helt tó fram flestu
árini í skúlanum.
Tá ið hann fór í skúla, vóru
nógv av teimum somu børnunum,
sum hann hevði gingið í barnagarð
saman við í flokkinum.
– Tey, ið mintust meg frá barna
garðinum og hvussu eg gekk tá,
hildu á at happa. Møguliga hevði
støðan verið ein onnur, um eg
hevði komið í ein annað flokk, har
børn ikki kendu meg frá fyrr, sigur
Osvald Hansen.
Kókaði yvir
Hann upplivdi happingina á
ymiskan hátt. Millum annað at
dreingirnir komu við inn á vesi
og flentu eftir honum, tá ið hann
pissaði. Hann upplivdi tað eisini,
tá ið rennast skuldi, og at hann
vanliga varð valdur síðst, tá ið
ítróttur ella spæl var á skránni.
– Eg fann skjótt út av , at tað
nyttaði ikki hjá mær, at gera
nakað við tey, ið happaðu meg.
Tey vóru sterkari enn eg, so eg for
máddi mær ikki nakað móti teim
um. Eg varð eisini lærdur at vera
fólkaligur og ikki at sláa. Onkur
segði við meg, at eg skuldi geva
aftur av somu skuffu, sum onnur
gjørdu móti mær. Men tað dugdi
eg ikki, og tað loysti seg ikki. Eg
hevði tað ístaðin inni í mær sjálv
um, sigur Osvald Hansen.
Men einaferð fleyt yvir.
– Vit gingu í triðja ella fjórða
flokki. Vit spældu rundbólt, og
eg kláraði ikki at renna so skjótt
sum hini. Tað var ein, ið bakkaði
hjá undan mær. Tá kókað yvir hjá
mær. Eg royni at tuska eftir við
komandi, men kláraði ikki at fáa
fatur í honum. Tá er tað, at lær
ararnir royna at gera nakað. Vit
báðir verða settir yvir av hvørjum
øðrum og skuldu taka í hondina á
hvørjum øðrum og siga umskylda.
Tað hendi ofta,
at onkur av
hinum bakkaðu
frammanfyri mær,
meðan eg royndi at
renna aftaná. Tey flestu av hinum
stóðu og flentu
PERSÓNSØGA
Osvald Hansen
ILLA HAPPAÐUR
– HJÁLPIR NÚ Ø
Osvald Hansen varð føddur við klumpfóti. Báðir føturnir vendu
meir enn 90 stig skeivt – beint ímóti hvørjum øðrum.
Mynd: Privat