hósdagur 10. oktober 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
7
Óivað var nógv annað eisini sagt,
men tað havi eg gloymt, sigur Os
vald Hansen.
Vitanin um happing
er størri í dag
Hann vísir á, at hóast nógvar
keðiligar upplivingar á stovni og
í skúla, so hevur hann eisini nógv
góð minni har frá.
Hann sigur seg hava fingið góð
an stuðul heimanífrá, og hann
heldur eisini, at lærarar og peda
gogar í ein ávísan mun gjørdu
nakað fyri at steðga happingini.
– Vitanin um happing er ein
onnur í dag í mun til tá. Eg rokni
við, at pedagogar og lærarar
royndu at gera tað besta, sum teir
dugdu og vistu fyri at umgangast
happing og fyri at hjálpa mær. Vit
vóru nokk ein eitt sindur óróligur
flokkur. Tá ið lærarin var farin út,
so gingu ofta ikki meir enn tveir
minuttir til lutir flugu gjøgnum
flokshølið, sigur Osvald Hansen.
Hann veit eisini um, at skúlin
tosaði við foreldrini hjá einum
av teimum, ið happaði hann, men
at tey ikki rættiliga vildu viður
kenna, at teirra barn gjørdi nakað
tílíkt.
Best ikki at fáa børn
Tann nógva happingin gjørdi,
at Osvald ofta stóð einsamallur
í skúlagarðinum, meðan onnur
spældu. Hann hugsaði eisini djúpt.
– Eg hugsaði, at eg ikki var
normal. Eg hevði hoyrt tað so
ofta, at eg trúði tí. Tað tyngdi
meg eisini sum smádrongur, at eg
hevði hoyrt, at læknin hevði sagt,
at tað at verða føddur við klump
fóti er arvaligt. Eg hugsaði, at so
fóru míni egnu børn kanska eisini
at fáa tað sum eg – altso at vera
happað. So helt eg, at tað var best,
um eg ikki fekk nøkur børn, sigur
Osvald Hansen.
Happingin førdi eisini til sjáv
morðstankar.
– Eg hugsaði, at tað nokk var
best, at eg ikki skuldi blíva serliga
gamal. Eg hugsaði eisini um at gera
sjálvmorð, sigur Osvald Hansen.
Tankarnir blivu tó ikki til
handling.
Valdi Tekniska Skúla
Tá ið Osvald fór í 8. flokk, fór hann
í Eysturskúlan.
– Tá vóru flokkarnir býttir av
nýggjum, og tað vóru ikki so nógv
av teimum, ið eg hevði gingið í
flokki saman við í Hoyvíkar skúla,
sum komu í sama flokk. Tá mink
aði happingin, sigur Osvald Han
sen.
Eftir 10. flokk valdu flestu av
næmingunum at fara víðari í
student. Men heilt tilvitað gjørdi
Osvald eitt annað val.
– Student segði mær ikki so
nógv, men høvuðsorsøkin var, at
eg vildi fara eitt annað stað enn
tey, sum høvdu happað meg. Tí
valdi eg at fara á Tekniska Skúla í
Havn, sigur hann.
Orðblindur
Meðan hann gekk á Tekniska
Skúla, fekk hann eisini hjálp fyri
ein annan trupulleika, sum eisini
hevði fylt nógv í lívinum hjá Os
valdi.
– Tað gekk ikki so væl hjá mær
at lesa. Eg hevði fingið okkurt
lesiskeið í fólkaskúlanum, men
tað hjálpti ikki so nógv. Men tá
ið eg hevði gingið umleið hálvt
ár á Tekniska skúla, segði Hjør
leif Kúrberg, sum undirvísti í før
oyskum, ein dag við meg “Tað er
okkurt undarligt her. Tú ert ein av
klókastu næmingunum, ið eg havi
havt, men tú dugir ikki at skriva”.
So spurdi hann, um eg nakrantíð
hevði tikið eina orðblindaroynd.
Tað hevði eg ikki. Tað var skjótt
orðnað, og tá varð staðfest, at eg
var orðblindur. Hjørleif Kúrberg
segði, at so skuldi eg fáa hjálp, og
tað fekk eg, sigur Osvald Hansen.
At tað gekk illa av lesa, birti
eisini upp undir happingina skúla
árini.
TenSing – eitt stað
uttan happing
Eftir tvey ár á Tekniska Skúla,
fór Osvald Hansen í starv í eitt
ár í TenSing arbeiðinum í KFUM
í Havn.
– Eg var 14 ára gamal, tá ið eg
byrjaði í TenSing. Hetta var tað
fyrsta staðið, eg hevði upplivað, at
eingin happing var. Har kundi eg
vera júst tann, eg var, sigur Osvald
Hansen.
Hann var eitt ár í hesum arbeið
inum, og hann elskaði tað.
– Hetta var eitt arbeiði fyri tey
13-19 ára gomlu. Tað var lág gátt.
Vit plagdu at siga, at tað var eitt
stað, fyri tey, ið ikki tímdu at fara
í býin, og fyri tey, ið ikki tímdu í
kirkju. Tað var einki trýst, og vit
høvdu tað gott saman. Har byrjaði
eg aftur at fáa sjálvsálit, sigur
Osvald Hansen.
Í TenSing arbeiðinum gav tað
eisini meining fyri honum at møta
øðrum, ið høvdu tað trupult á eina
ella annan hátt.
– Eg lurtaði nógv eftir, hvat
onnur høvdu at bera uppá. Eg
kendi til tørvin at hava ein at
kunna tosa við og sleppa út við
øllum, ið ein lá innibrendur við.
So eg gjørdist ein, ið nógv komu
at tosa við um allar møguligar
trupulleikar, sigur hann.
R
ØÐRUM
Tað er okkurt
undarligt her. Tú
ert ein av klókastu
næmingunum, ið eg
havi havt, men tú
dugir ikki at skriva
Osvald Hansen úr Hoyvík var illa
happaður barnaárini á stovni og í skúla.
Mynd: Álvur Haraldsen
Framhald á síðu 8