Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 117 8 Dreym um at lesa sálarfrøði Tað var meðan hann arbeiddi í Ten­Sing, at áhugin kom at lesa sálarfrøði. – Nógv komu at práta við meg, og tað kveikti mín áhuga at lesa sálarfrøði. Tey komu at práta um alt møguligt. Alt frá etingarólagi, at skera seg, at hava ótta, at stríð­ ast við sjálvsálitið og annað, sigur hann. Eisini eftir árið í starvi hjá Ten­ Sing hava nógv ung vent sær til Osvald við tí, tey stríðast við. – Tað eru fleiri, ið hava ringt til mín. Summi hava eisini ringt klokkan fýra um náttina. Eg hava altíð svarað og lurta eftir teimum. Eg veit, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina at tosa við og at sleppa út við sínum kenslum, sigur Osvald Hansen. Eftir eitt ár í starvi í TenSign, fór hoyvíkingurin á HF í Hoydølum. – Eg fann út av, at prógvið frá Tekniska Skúla ikki vár nóg mikið fyri at sleppa at lesa sálarfrøði. Tí fór eg á HF. Tað var áhugavert at vera saman við ungfólki og møta teimum. Eg fann eisini út av, at eg dugdi til nakað, og tað gav mær íblástur og tankin var, hvat um eg kundi liva av hesum, sigur hann. Bilførari Síðani HF er hann tó ikki farin víð­ ari at lesa sálarfrøði. – Støðan er broytt síðani HF. Hevði eg kunna lisið í Føroyum, so hevði eg farið beinanvegin at lesa. Men at fara uttanlands at lesa eri eg ikki so spentur uppá. Kanska er tað eitt sindur av ótta í mær fyri tí fremmanda og ókenda. Men eg fann eisini út av, at lesturin inni­ ber nógv annað, sum eg ikki haldi vera so spennandi, so eg veit ikki, um eg skal fara at lesa sálarfrøði, sigur Osvald Hansen. Eftir HF hevur Osvald Hansen ar­beitt á Magn við Ringvegin, á goymsluni hjá Poul Michelsen og nú arbeiðir hann sum bilførari hjá Høj bilum. Verið á skíðferiu Í dag kann Osvald gera alt, og hann hevur stórt sæð ikki avmarkingar av brekinum, hann varð føddur við. – Eg kann gera so at siga alt í dag. Eg fái runnið, eg kann spæla fótbólt, og eg fái gjørt alt, sum flestu onnur kunna. Tað einasta, eg ikki kann, er at standa á einum beini í meira enn eitt sekund. Bal­ an­san er ikki so góð, sigur Osvald Hansen. Hann hevur vunnið á øðrum av­bjóðingum. – Tað var sagt við foreldrini hjá mær, tá ið eg var lítil, meðan eg hoyrdi tað, at eg neyvan fór at kunna gera alt, sum flest onnur kundu gera. Millum annað varð sagt, at eg ikki fór at kunna standa á skíð og á rulluskoytum. Men eg hava roynt bæði. Eg havi verið á skíð­feriu, og tað riggaði fínt. Eg havi eisini roynt at staði á rullu­ skoyt­um. Tað riggaði tó ikki eins væl, tí balansan er ikki so góð, sigur Osvald Hansen. Heiðursmerki í svimjing Osvald hevur eisini gjørt ymist annað í lívinum. Hann svam í fleiri ár og var á landsliðnum hjá tí, sum í dag verður kallað Megd. Har slapp hann við sínum breki at vísa, hvat hann dugdi til. – Tað gav mær sera nógv at svimja barna- og ungdómsárini. Eg var við til kappingar nógvastaðni, mill­um annað í Danmark, Svø­ríki, Týsklandi og Íslandi. Eg havi ein heil­an vegg heima við heið­urs­ merkj­um, sigur Osvald Hansen. Samarittur Eitt av tí, sum Osvald Hansen hev­ ur nýtt nógva tíð til seinnu árini, er arbeiðið hjá samarittunum hjá Reyða Krossi. Hann byrjaði sum aspirantur hjá samarittunum í 2011, og í 2014 gjørdist hann sam­ ar­ittur. Í 2019 hevur hann tikið fleiri skeið hjá samarittunum, og nú er hann “behandlari” hjá sam­ iritt­unum. – Eg havi ongantíð tímað býar­ lívið. Tað hevur ongantíð sagt mær nakað. Hinvegin dámar mær væl at hjálpa. Tað havi eg møgu­leika til gjøgnum arbeiðið hjá samarittunum, sigur Osvald Han­sen. Tað at vera samarittur fyllir nógv hjá honum, og í fleiri ár hevur hann verið óløntur samarittur til flestu av festivalunum, sum eru í Føroyum summarhálvuna, millum annað G!, Summarfestivalin, Vox­ botn, Tórsfest og onnur tiltøk. Hann hevur eisini verið á Jellinge musikfestival í Danmark sum sam­arittur. – Tað eru so nógv fleiri fólk á festi­valinum í Jellinge, so har var arbeiði hjá okkum øðrvísi. Har stóðu fólk næstan í bíðirøð fyri at sleppa framat. Á festivalunum í Føroyum er øðrvísi. Her ganga vit eitt sindur runt á økinum og hjálpa, har tørvur er á tí. Men tað eru eisini tey, ið ringja til okkum, og so fara vit út, sigur Osvald Han­ sen. Uppgávurnar hjá sam­aritt­un­ um eru ymiskar, tað kann vera alt frá smærri sárum, at taka sær av avdotnum fólki og at geva fyrstu hjálp. Er nakað álvarsamari, kunnu teir geva professionel boð víðari til eitt nú sjúkrabil og vakt­ hav­andi. Fyrigivið teimum Allar tær keðiligu upplivingarnar av happingini barnaárini, hava merkt lívið hjá Osvaldi. Men tað er tó ikki soleiðis, at hann ber agg til tey, ið hava happað hann. – Eg havi upplivað nógv keðiligt, og mangan kendist tað ræðuligt. Bara tað at hoyra málið í einum av teimum, sum happaðu meg, gav mær gásarhold. Men tað er broytt. Støðan er ein heilt onnur í dag, og eg havi eisini fyrigivið teimum tað, tey hava gjørt. Eg havi ikki sæð nógv av floksfeløgunum aft­ur seinni í lívinum. Onkur av teim­ um hevur tó biðið um orsaka, at tey vóru við í happingini og ikki royndu at steðga henni, sigur Os­ vald Hansen. Týðandi at fáa luft fyri kenslum Tær lívsroyndirnar, ið Osvald hev­ ur við sær í viðførinum, hjálpa hon­um at møta menniskjum. – Mær dámar væl at tosa við menn­iskju. Bæði tá ið eg eri úti sum samarittur og aðrar tíðir, tá ið fólk seta seg í samband við meg, kunnu vit fáa góðar og djúpar sam­røður. Eg veit, hvussu týðandi tað er hjá teimum, ið hava nógvar inni­byrgdar kenslur, at seta orð á kenslurnar. Tað kann vera ræðu­ ligt hjá einum, sum hevur nógv at bera uppá, at viðkomandi ikki kann fáa luft fyri sínum kenslum. Tí royni eg at lurta, sigur Osvald. Hansara persónligu royndir við happing gera eisini, at hann kann seta seg inn í støðuna hjá fólki. – Í fríkorterinum, tá ið vit gingu í skúla, stóð eg ofta fyri meg sjálvan. Tá eygleiddi eg ofta, hvat hini gjørdu og søgdu. Eg gitt ofta reaktiónirnar, og ofta hevði eg rætt. Tá ið eg møti fólki í dag, sum vilja práta við meg, merki eg ofta stemningin, um tey bera uppá okk­urt. Tá er týðandi, at onkur vil lurta eftir teimum, sigur hann. Happing – ein mentan í Føroyum Tá ið Osvald Hansen gekk í HF, valdi hann at skriva høvuðs­upp­ gávuna um eitt evni, ið lá hon­um nær, nevniliga “Happing út frá einum socialsosiologiskum sjón­ ar­horni”. Hann prátaði tá eisini við sálarfrøðing. – Sálarfrøðingurin segði millum annað, at happing er ein partur av mentanini í Føroyum. Vit kenna tað á ymiskan hátt, millum annað frá rukkuni umborð á einum skipi, ella at hann ella hon hoyrir til “tað slagið”, og so kann happingin halda á í fleiri ættarlið. Tað verður góðtikið, tí at soleiðis er tað bara, sigur Osvald Hansen. Eitt annað ítøkiligt dømi um skipaða happing, hevur gingið fyri seg á Studentaskúlanum í Hoydølum. – Fyrsta árs næmingarnir verða kallaðir smølfar. Tað verð­ur góðtikið í skúlanum, at tað í fyrst­ uni verður kasta við vatn­balón­um ella sproytað eftir teimum bara fyri at siga, at nú eru tit fyrsta árs næmingar. Tað kann møguliga vera ein stuttlig siðvenja, men eg haldi hetta er vamlisligt og skipað og góðtikin happing, sigur hann. – Hví er happing ein stórur trupul­leiki í Føroyum. Tað er tí, at tað ofta bara verður góðtikið. Eg læs í eini bók, at happingin er syst­ em­atisk útilokan av einum per­ sóni í einum felagsskapi, har ein er tvingaður at vera í. Um eg til dømis velji at fara upp í eitt fótbóltslið, og eg har verði happaður, so kann eg gevast við tí, og ístaðin finna ein annan felagsskap, har eg havi tað betri. Men tann møguleikan havi eg ikki í skúlanum. Har má eg vera. Eg kann ikki rýma haðani, sigur Osvald Hansen. Happing kann steðgast Hann er sannførdur um, at happ­ ing kann steðgast. – Tann, ið happar, hevur onga makt. Einastu maktina, við­kom­ andi hevur, er tá ið hann sigur okk­urt lort um onkran annan, og at tað tá eru fólk, ið taka undir við hon­um. Um til dømis øll, ið eru í flokk­inum, avgera ikki at flenna ella vera við í happingini av einum øðr­um, so verður tað ikki stuttligt at happa, og hann gevst. Um hann heldur á, og eingin tekur undir við honum, so tapir viðkomandi. Happing kann saktans steðgast. Tað ræður bara um at fáa til dømis ein skúlaflokk at skilja støðuna, sig­ur Osvald Hansen. Hann fegnast um, at meira verður tosað í dag um happing á skúlum og aðrastaðni. – Tað er gleðiligt, at ljóskastarin verður settur meira á happing í skúlunum og aðrastaðni. Um onk­ ur ynskir tað, kann eg gott koma út á skúlar og siga frá, hvat happ­ ingin hevur gjørt við meg, sigur Os­vald Hansen. Tann, ið happar, hevur onga makt. Einastu maktina, viðkomandi hevur, er tá ið hann sigur okkurt lort um onkran annan, og at tað tá eru fólk, ið taka undir við honum Osvald Hansen er í dag sera virkin hjá samirittunum og hann hjálpir til á so at siga øllum festivalum, ið eru í Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen PERSÓNSØGA