Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 117 9 Fyrstu túrur hjá Anru var góður Fyrrverandi Grindafossur, sum Gundur Sørensen og Janus Rein hava keypt úr Skálavík, var í gjár longu á øðrum túrinum VILMUND JACOBSEN H erfyri skrivaði Jan­ us Rein, sum er fyrrverandi flog­skip­ ari, ein heldur øðrvísi status á sín Facebook-vanga. Yvir­skriftin var: Spennandi tíðir fyri framman. - Gundur Sørensen og eg eru nú ávegis norður til Hvanna­ sunds við M/B Anru, sum er nýggi heimstaðurin hjá bátinum hjá okkum. Við fáum orðum greiðir Janus Rein frá, at Gundur Sørensen og hann eru bestu vinnmenn, og hetta er, sum hann sjálvur tek­ ur til, gjøgnum ommurnar hjá teim­um báðum. - Báturin hevur fingið navnið Anru, sum er eftir ommu míni í Klaksvík, sum æt Anna Nielsen - og eftir ommu Gundur Sørensen í Hvannasundi, sum æt Ruth Sørensen. Janus Rein greiðir frá, at Anru er eitt minni skip, 14 metrar langt og 4,5 metrar breitt. - Gundur Sørensen fer at reka Anru, sum er fyrrverandi Grinda­fossur, og kanska sleppi eg við onkran útróðrartúrðin, skrivar Janus Rein. Á øðrum túri Í gjár, hósdagin, var Anru á øðr­um túri, men tá Sosialurin frætti úr Hvannasundi tíðliga seinna­partin í gjár, vóru teir ikki komnir aftur at landi. Tróndur Sørensen, sum er pápi Gundur Sørensen, veit at siga, at á fyrsta túrinum miku­ dag­in høvdu teir umleið 11.000 pund á 48 stampum, harav meg­ in­parturin av veiðini var toskur. - Teir eru úti aftur í dag, men enn havi eg einki frætt um, hvussu hesin dagurin hevur vign­ast. Fyrrverandi Grindafossur, sum Linjohn Christiansen og syn­ir í Skálavík hava átt seinnu ár­ini, er ein av teimum størru kan­adisku útróðrarbátunum. Royndir umborð Tróndur Sørensen, sum flestu føroyingar vita um, er ikki minst uppfinnari, og í løtuni arbeiðir hann saman við øðrum eisini við onkrari nýggjari skipan. - Eg vænti, at vit, sum tíðin gongur, fara at gera onkrar spenn­andi royndir umborð á Anru, sigur hann. Anru er ógvuliga væl út­gjørd­ ur bátur, og sjálvur ivast Trónd­ur Sørensen onga løtu í, at nýggju eigararnir fara at fáa hetta at bera til – ikki minst, nú útróð­urin er so góður. - Sonur mín leigaði eitt skifti útróðrarbátin, Silvitni úr Sunda­ lagn­um, og við honum gjørdi hann saman við sínari manning fleiri góðar túrar, harav teir tann eina dagin høvdu heili 17.000 pund, sigur Tróndur Sørensen. Martin Kúrberg hevur reisi- gildi í Skálavík leygardagin - Eg havi ongar ætlanir um at gevast, hvørki á Herberginum í Havn, ei heldur á Frælsinum á Eiði, sigur Martin Kúrberg, sum saman við konu og børnum er fluttur til Skálavíkar at búgva VILMUND JACOBSEN T að er ikki bara á Sandi, at bygging er í Sandoynni. Í morgin verður nevni­liga reisigildi í Skála­vík, og tá verður tað eingin ann­ar enn Martin Kúrberg, ið vit kenna frá Herberginum í Havn og Fræls­inum á Eiði, sum fer at bjóða køku­r og lagkøku. - Okkara hús eru ikki tey ein­ astu, sum eru í gerð í Skálavík í løt­uni, og sum eg havi skilt, ætla onnur eisini at byggja her í bygd­ ini. Familjan stórtrívist Martin Kúrberg sigur, at familjan hjá honum flutti til Skálavíkar at búgva fyri umleið einum mánaði síðan, og tey búgva í løtuni til leigu í bygdini. - Kona og børn stórtrívast. Børn­ ini trívast væl í skúlanum, harav annað gongur á Háskúlanum á Sandi. Hetta er fantastiskt, sigur hann. Hóast Kúrberg-familjan nú er flutt í Sanoynna at búgva, hevur Martin Kúrberg eina íbúð í Havn saman við elsta soninum, og hetta ger tað møguligt hjá Martini fram­ vegis at røkja sítt arbeiði á sama hátt sum áður. - Eg havi ongar ætlanir um at gev­ast, hvørki á Herberginum í Havn, ei heldur á Frælsinum á Eiði, sig­ur hann. Martin stórtreivst Í seinnu hálvu av nítiárunum búði Martin Kúrberg í Sandoynni í eini fýra ár, og hann hevur áður sagt, at hetta er besta tíðin, hann nakr­ an­tíð hevur havt. - Eg stórtreivst í oynni, og alt bend­ir á, at hetta verður tað sama nú, tí bæði kona og børn eru sera væl móttikin og trívast ógvuliga væl í Skálavík, sigur Martin Kúr­ berg. Tað er Niels Jóhannus Tjaldra­ stein, timburmeistari á Sandi, sum byggir húsini hjá Martini Kúrberg og familju hansara í Skálavík. - Leygardagin verður reisigildi, og tá bjóða vit kaffi og lagkøku, sigur Martin Kúrberg Martin Kúrberg fer at halda fram á Herberginum og Frælsinum Mikudagin vóru teir á sínum fyrsta túr við Anru, og tá høvdu teir umleið 11.000 pund á 48 stampum, sum er góður útróður Gundur Sørensen rekur Anru burturav