Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 117 11 ár, skal leggjast fram í tinginum fyri 1.oktober. Hetta er eisini hent í ár, hó­ast nýggja samgongan als ikki hev­ur sett síni fingramerkir á fíggj­ar­ lógina – hvørki við rað­fest­ingum ella við meira pol­it­isk­ari stýring. - Tað er nú, at vit fara undir hetta arbeiðið – millum at tingið hev­ur 1. og 2. viðgerð av upp­skot­ inum og viðhvørt eisini eitt sind­ ur millum 2.og 3.viðgerð, sigur landsstýrismaðurin við fíggj­ar­ málum, Jørgen Niclasen. Hvat fara pengarnir til? Tað er undir viðgerðini av fíggj­ ar­lógini, at støða verður tikin til, hvat skattainntøkurnar og aðrar inn­tøkur hjá tí almenna skulu brúk­ast til. Tað hevur sjálvandi við sær, at politiska skipanin raðfestir, hvat pengarnir skulu brúkast til í fíggj­ ar­árinum. Í sjálvari fíggjarlógini eru nógv­ ar lógarundnar útrediðslur, sum illa ber til at gera nakað við eitt einstakt ár. Til dømis kunnu pen­ sjónirnar nevnast og raksturin av grund­leggjandi tænastum í væl­ ferð­arsamfelagnum. Tað sum ofta verður gjørt, tá ið tað snýr sedg um rakstur, so hækkar ella lækkar tingið játt­anina fyri komandi ár og so mugu stovnar og annað, sum fáa inn­tøkurnar av fíggjarlógini, laga sítt virksemi eftir tíð Íløgurnar verða eisini játtaðar á fíggjarlógina, men ofta hevur lands­stýrið størri ávirkan á íløg­ ur­nar. Her er talan um rað­fest­ing­ ar – um hvat skal gerast fyrst og hvat skal bíða. - Men sum er, hevur fráfarandi sam­gonga bundið hálva aðru millj­ ard krónur til íløgur komandi fýra ár­ini. Hetta mugu vit sjálvandi eisini hyggja uppá og vita um vit kanska kunnu raðfesta øðrvísi, sigur landsstýrismaðurin við fíggj­armálum. Hann vil ikki enn koma inn á hvussu hendan samgongan ætlar at gera fíggjarlógina, tí enn verður ar­beitt av øllum alvi fyri at finna loysnir. - Tað skulu fleiri lógar­broyt­ing­ ar til og eg haldi ikki eg fari nærri inn í, hvat og hvussu vit fara at gera enn, sigur Jørgen Niclasen. Samgonguskjalið millum Fólka­flokkin, Sambandsflokkin og Mið­flokkin vísir á, at hendan sam­gongan hevur nógvar ætlanir, men fíggjarstøðan hevur sjálvandi stóra ávirkan á, hvat kann gerast bein­anvegin og hvat má bíða. - Vit arbeiða við at fáa fult inn­ lit í støðuna og so mugu vit ar­ beiða víðari haðani. Fíggjarlógin fer sjálvandi, tá ið hon verður sam­tykt, at vísa hvønn veg vit fara og hvussu skjótt tað kann ganga, sig­ur landsstýrismaðurin. Fíggjarnevndin er ikki enn far­ in undir nevndarviðgerðina av fíggj­arlógini, men fyrsta við­gerð av framskrivaða fíggj­ar­lóg­ar­upp­ skot­inum hevur verið í ting­inum. FÍGGJARLIGT VARSEMI OG ONGIN AVGJALDSØÐI Tað besta sum hendi á valinum seinast í august var, at borgarligu flokkarnir fingu meirluta og seinni fingu skipa samgongu ÁRNI GREGERSEN T ryggar karmar til vinn­una, ongin av­ gjalds­øði og fíggj­ar­ ligt varsemi. Tað eru nøkur av orð­unum, sum nýggi lands­stýr­is­maðurin við fíggjarmálum, Jørg­en Ncla­ sen brúkar, tá ið hann verð­ur spurd­ur um, hvat er tað besta við nýggju samgonguni. Fyrstu tíðina hevur hann brúkt at kanna fíggjarstøðuna hjá landskassanum fyri at fáa inn­lit í, hvussu føroyski lands­ kass­in hevur tað heilt nágreini­ liga. - Eg helt fyri nøkrum døg­um síðani, at eg hevði eitt nøku­ lunda yvirblikk yvir støð­una, men í dag noyðist eg at siga, at eg enn ikki eri heilt vís­ur í, hvussu støðan er, sigur lands­ stýris­maðurin. Í øðrum londum gera stjórnir, sum taka við ofta eitna fígjarliga kanning, tá ið tey taka við lands­ ins lediðslu. - Tað er júst tað sama vit gera nú, men eg kann ikki enn siga, at eg havi fult yvirlit og innlit í alt, sigur landsstýrismaðurin. Bindingar Slíkt eftirlit verður vanliga gjørt, so nýggja stjórnin – ella her hjá okkum landsstýrið – veit hvat hon hevur at byggja á og hvussu stórt fíggjarligt rásarúm er í almenna geiranum. Sjálvt um landsstýrismaðurin ikki enn hevur fult innlit í støð­ una, so heldur hann seg vita, at frá­farandi samgongan hevur bundið landið ti íløgur fyri hálva aðru milljard komandi fýra árini. - Tað er rættuliga nógv, men nú fara vit at hyggja eftir, hvat vit hava ráð til og hvørjar rað­ fest­ing­ar hendan samgongan ynsk­ir at gera, sigur Jørgen Nicla­sen. Sumt ber til at sleppa burt­ ur­úr, meðan aðrar raðfestingar liggja rættuliga fastar, men nýggja sam­gongan fer at ar­ beiða við íløg­un­um komandi tíð­ina. Pensjonistarnir skulu hava meira at liva fyri Nýggja samgongan hevur lovað, at pensjonistarnir skulu hava meira pengar at liva fyri – og tað fáa tey eisini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður ÁRNI GREGERSEN S amhaldsfasti eftir­lønar­ grunnurin hevur fingið stóra rúmd í kjakinum um pensjónirnar kom­ andi árini. Harumframt lovaði Fólka­ flokk­urin, at útgjaldið úr Sam­ halds­fasta verður skattafrítt 1. jan­uar. Hesum verður arbeitt við, men eft­ir valið eru ongar beinleiðis út­ sagnir komnar um, at so verður. Samhaldsfasti verður eis­ini nógv umrøddur. tí í sam­gongu­ skjalinum hjá nýggju samgonguni stendur, at samgongan ætlar at seta ein aldurstrygdargrunn á stovn, sum skal gjalda allar pen­ sjónir út. Við øðrum orðum, skal Sam­ halds­fasti gerast ein partur av hesum grunni. Men bæði pensjonistafeløg og fak­feløg fóru beinanvegin á barrikadurnar og kravdu, at pol­ itikararnir skulu halda fingr­ar­nar fekk frá Sam­halds­fasta, tí tað er ogn hja arbeiðs­tak­ar­um og ar­ beiðs­gevarum. - Eg havi hitt bæði pen­sjon­ista­ felagið og fleiri fakfeløg. Har fekk eg fyri tað fyrsta sagt teimum, at vit hava onga ætlan um at tøma sam­haldsfasta ella taka hann. Um tann eini grunnurin ikki er ein haldbar loysn, so mugu vit finna eina aðra og so taka tað harfrá, sigur landsstýrismaðurin. Lønarsáttmálarnir Landsstýrismaðurin við fíggj­ar­ málum hevur eisini ábyrgd av løn­ar­sáttmálunum á almenna ar­beiðsmarknaðinum. Nógvir sátt­málar fóru úr gildi 1.oktober, so har skulu samráðingar til. - Tað er als ikki vist, at tað verð­ur so lætt, sum onkur kanska hevur hildið, sigur lands­stýris­ mað­urin. Starvsmannafelagið er fyrsta fakfelagið á almenna arbeiðs­ markn­aðinum, sum fer at handa landsstýrinum krøvini til ein nýggj­an sáttmála. Hetta hend­ir hósdagin í næstu viku, tá ið eis­ini fíggjarmálaáðið fer at handa fakfelagnum krøvini, sum arbeiðs­gevarin hevur til nýggja sátt­málan. Umframt sáttmálian hjá Starvs­mannafelagnum, eru eisini fleiri aðrir sáttmálar gingnir út nú 1. oktober. Valið og skipan av nýggjari sam­gongu, er ein orsøk til, at tað hevur drigið eitt sindur út at fáa gongd á sáttmálasamráðingarnar. Loysa seg at arbeiða Fólkaflokkurin hevur leingi sagt, at tað skal loysa seg at arbeiða og tað er ætlanin at gera nakað við nú. - Tað er serliga teir pen­sjon­ist­ ar, sum forvinna millum 60.000 krónur og 120.000 krónur um mánaðin, sum verða hart rakt­ ir- Teir verða mótroknaðir í pensjónini við eini 60 pro­sent­ um, um teir vinna eina upp­hædd í hasari støddini, sigur lands­stýris­ mað­urin. Ein annar partur av ar­beiðs­ markn­aðinum, sum eisini er nevnd­ur í samgonguskjalinum er, at fólk ikki skulu noyðast at fara av almenna arbeiðsmarknaðinum, tá ið tey fylla 70 ár. - Tað ætla vit eisini at broyta, so tað meira eru førleikarnir sum avgera, hvussu leingi ein per­són­ ur kann halda fram við sínum ar­beiði, men tað er eitt sindur kring­lut at gera eina reglu um tað. Men har fara eisini broytingar at henda, sigur Jørgen Niclasen, lands­stýrismaður. Landsstýrismaðurin ásannar, at tølini við lønarútgjaldingum halda fram at vaksa, men ger tó vart við, at hesi tøl vanliga eru held­ur hægri um summarið. Hetta tí tá eru fólk í feriu við løn, meðan av­loysarar rølkja teirra størv. Tað gev­ur størri lønarútgjaldingar um summarið sigur hann. - Men eftirspurningurin eft­ir laksi er framvegis stórur, sjálvt um prísirnir eru lækkaðir nakað og vit sleppa av við aðrar fiska­ vør­ur. So á tann hátt sær tað gott út, sigur landsstýrismaðurin. Heimsbúskapurin hevur av­ bjóð­ingar í løtuni. Spurningurin er bert, hvussu hart tað fer at raka okkara marknaðir – og um tað fer at gera tað. Sum nevnt, so arbeiðir sam­ gong­an við mógvum ymiskum broyt­ingum í samband við fíggj­ ar­lógina. Nógv krevur lóg­ar­broyt­ ing­ar, men lands­stýris­maðurin vil ikki enn siga ná­greini­liga, hvørjar broyt­ing­ar­nar verða. - Tað eru vit ikki komin nóg langt við enn, so tað fari eg at bíða eitt sindur við, sig­ur lands­ stýris­maðurin við fíggj­ar­málum, Jørg­en Niclasen.