hósdagur 10. oktober 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
12
Sálarheilsa
TEMA: Sálarheilsa
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Í
september gav 24 ára gamla
listakvinnan úr Nólsoy,
Anna Malan Jógvans
dóttir, nýggju skaldsøguna
"Psykosudrotningin sigur frá" út
á Forlagnum Eksil. Talan er um
eina sonevnda hybridskaldsøgu,
sum fevnir um fleiri ymisk
tekstasløg; tí umframt vanliga
prosatekstin eru eisini eitt nú
yrkingar, dagbóksbrot, myndir
og lógartekstir.
Í bókini fylgja vit einari
ungari kvinnu, sum verður part
ur av psykiatrisku skipanini, tí
hon stríðist við nakrar sálarligar
avbjóðingar. Hon fær staðfest
diagnosuna "paranoid skizo
freni", men fær so við og við
minni tørv á professionellari
hjálp, tess meira hon kemur
fyri seg.
Bókin er eitt úrslit av per
sónligum upplivingum hjá
Onnu Maluni, sum sjálv hevur
stríðst við sálarliga líðing og
verið partur av psykiatrisku
skipanini seinastu trý árini.
Høvuðspersónurin, sum kallar
seg Psykosudrotningin, tekur
støði í Onnu Maluni, men hevur
eisini fingið íblástur frá øðrum
persónum, sum hon hevur møtt
í psykiatriini.
Søgugongdin er ein blanding
millum veruleika og fiktión,
og hendan leistin hevur rit
høvundurin tilvitað valt fyri at
birta undir kjakið um, hvat er
veruligt, og hvat er íspunnið, tí
sambært psykiatriskari hugsan,
so er psykosa ikki veruleiki.
Grundað á egnar
upplivingar
Anna Malan Jógvansdóttir
ynskir við bókini at geva fólki
innlit í nøkur viðurskifti í
psykiatriini, sum hon heldur
vera ómenniskjalig og óneyðug.
Hon hevur verið innløgd fyri
psykosueyðkenni bæði í Føroy
um og í Danmark, og hennara
minnir frá seingjardeildunum
her eru alt annað enn góð.
- Har vóru eingi mørk. Mann
kemur inn, og so skal mann
knappliga fortelja um síni
djúpastu loyndarmál til ein
persón, sum mann ongantíð
hevur møtt fyrr. Eg skilji ikki,
hví starvsfólkini ikki royna at
uppbyggja eina relatión til tey
fólkini, tey skulu eitast at hjálpa,
sigur Anna Malan, sum bleiv
noydd at taka alt møguligt slag
av heilivági, sjálvt um hon ikki
hevði hug til tað.
- Eg fekk at vita, at um eg ikki
tók heilivágin, so kundu tey ikki
hjálpa mær. Eg fekk tað ræðuligt
av at taka hetta, og tað hjálpti
ongantíð uppá míni sokallaðu
psykotisku symptomir. Í staðin
fekk eg øll møgulig kropslig
hjáárin at dragast við. Eg fekk
bæði høvuðpínu og vaml, og eg
fór eisini at ristast av onkrum
heilivági. Alt hetta gjørdi meg
so sløva, at eg kundi næstan
ikki fungera í gerandisdegnum,
fortelur hon.
"Politiið kemur"
Tað, sum Anna Malan Jógvans
dóttir serliga hevur drigist við,
er, at hon hevur kensluna av at
vera elt av politinum. Talan er
ikki um eitt veruligt politi, men
eitt súmbolskt politi.
- Eg haldi ofta, at eg havi gjørt
nøkur skeiv ting, sum eg skal
revsast fyri. Tí plagar poliitið
antin at koma á vitjan ella halda
eyga við mær við til dømis at
halda skil á, hvørjum eg skrivi
við á Facebook, og hvønn eg tosi
við í telefonini, fortelur hon.
Ræðutankarnir um politiið
plaga at gera um seg, tá hon følir,
at okkurt fer út um hennara
mark. Tað skal ikki nógv til,
fyrr enn hon hugsar hetta, og
tað kann eitt nú koma av einari
støðu, har onkur persónur roynir
at fáa hana at gera okkurt, hon
ikki hevur hug til.
Hevur lært at liva við tí
Tankarnir hava verið partur av
Onnu Maluni Jógvansdóttir í
nøkur ár eftir hondini og hava
havt stóra ávirkan á hana.
- Fyrr bleiv eg bangin, tá
politiið kom. Eg kundi skamma
meg og halda, at eg var eitt
skeivt menniskja. Men soleiðis
havi eg tað ikki longur, tí eg havi
lært meg at liva við tí, sigur hon.
Tá politiið kemur á vitjan í
dag, veit Anna Malan beinan
vegin, hvat hon skal gera, tí um
hon sigur frá á rættan hátt, so
hvørva tankarnir.
- Eg og politiið eru í roynd og
veru blivin rættiliga góðir vinir,
og eg eri so takksom, hvørja
ferð teir koma til mín. Teir siga,
at eg skal ansa mær og siga frá,
tá okkurt fer yvir um mark
hjá mær. Eg plagi bara at siga:
“Túsund takk fyri at tit koma.
Nú veit eg, at eg skal ansa mær".
Fólk vita ov lítið
Anna Malan Jógvansdóttir held
ur, at fólk generelt vita ov lítið
um psykosur, og at tað er at
rokna sum eitt tabuevni í Føroy
um. Tí er eitt av endamálunum
við nýggju bókini um Psykosu
drotningina nettupp at varpa
ljós á hetta evnið.
- Psykosur og sálarlig líðing er
nakað, sum fólk eru ómetaliga
bangin fyri. Nógv halda, at um
mann hevur fingið hugtakið
“psykosa” knýtt at sínum per
sóni, so er mann sera sjúkur og
hevur ring framtíðarútlit. Men
hetta er ein stór misskiljing, sig
ur hon, samstundis sum hon
viðurkennir, at psykosa kann
fáa summi at yppa øksl.
- Tað ljóðar jú løgið, tá ein
persónur tosar um, at hann sær
aliens ella hoyrir røddir. Men
har er í roynd og veru ein djúp
meining í øllum hesum upp
livingunum. Lykilin til at skilja
hetta er í persóninum sjálvum,
sigur Anna Malan.
- Orðið psykosa
er misbrúkt
Hon fortelur, at kring heimin
hoyra umleið 4 prosent av
menniskjum røddir, sum onnur
ikki gera. Tveir triðingar av
hesum menniskjum koma
ongantíð í samband við
psykiatrisku skipanina, tí tey
hava eina góða relation til
røddirnar og vita, hvat tær hava
at týða, tá tær koma. Sambært
Onnu Maluni hava 70 prosent
av teimum, ið søkja sær hjálp frá
skipanini, verið úti fyri trauma,
og hjá teimum hava røddirnar
negativan karakter. Tey royna
at renna undan røddunum ella
at fáa tær at tiga.
- Tá hesi folk fáa samband
við skipanina, so skulu tey
kúga røddurnar enn meira við
heilivági og kognitivari atferðs
viðgerð. Tað er so syrgiligt, at
hesi menniskju ikki fáa hjálp at
fáa eina góða relation til sínar
upplivingar. Í røddunum liggur
møguleikin til transformation
av traumatiskum hendingum
til at liva eitt meiningsfult og
virðiligt lív, sigur hon.
- Vit eru nokk har, at vit skulu
hava eitt nýtt orð fyri uppliv
ingar sum at hoyra røddir, at
føla seg forfylgda og síggja ting,
tí orðið psykosa er misbrúkt
og forðar fyri tí, sum veruliga
er upp á spæl hjá hesum
menniskjum. Øll menniskju
eru mentalt fræls. Tey eiga
rættin til sjálvi at velja, hvat er
veruligt og hvat er íspunnið, og
- TAÐ ER MEINING
Í ØRSKAPINUM
- Psykosur og sálarlig líðing er
nakað, sum fólk eru ómetaliga
bangin fyri. Nógv halda, at um
mann hevur fingið hugtakið
“psykosa” knýtt at sínum persóni,
so er mann sera sjúkur og hevur
ring framtíðarútlit. Men hetta
er ein stór misskiljing, sigur
Anna Malan Jógvansdóttir, ið
er aktuell við fyrstu skaldsøgu
síni, sum er ein atfinning
móti psykiatrisku skipanini
ANNA MALAN JÓGVANSDÓTTIR: