hósdagur 10. oktober 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
13
hvussu teirra líðing skal skiljast,
greinast og tulkast. Tað er djúp
meining fjald í ørskapinum, og
tá vit skilja meiningina, so er
ørskapurin ikki so óhugnaligur
og lemjandi longur, sigur Anna
Malan Jógvansdóttir.
Hon greiðir nærri frá orsøkini
til, hví hon hevur fingið nøkur
psykosueyðkenni, har hon
heldur, at júst politiið eltir seg.
- Tað er súmbolskt hjá mær. Eg
havi havt nakrar traumatiskar
hendingar í mínum lívi, har míni
mørk eru blivin brotin niður. Eg
havi onkursvegna eina ímyndan
av, at politiið átti at verið har
fyri meg, tá eg var fyri hesum
keðiligu hendingunum. Tí
kemur súmbolska politiið altíð
aftur beinanvegin, tá eg komi í
eina støðu, sum minnir meg á
míni trauma, sigur Anna Malan.
Tørvur á virðing og práti
Í sambandi við sínar ringu
royndir frá psykiatrisku skipan
ini, tá hon var innløgd, hevur
hon skapt sær greiðar meiningar
um, hvørjum skipanin eigur at
leggja seg eftir.
- Mann eigur at hugsa meira
um at tosa við fólkini um tað,
sum tey hava brúk fyri at tosa
um, og tað, sum tey ynskja at
tosa um. Tað hevur eisini týdn
ing at leggja dent á tað, sum fólk
dáma. Um onkur dámar at gera
ítrótt, kundi mann farið út og
runnið við persóninum, meðan
onnur kundu brúkt list sum
terapi. Man kundi eisini givið
fólki fleiri møguleikar at fara
til eitt nú fyrilestur og skeið í
staðin fyri bara at lata tey liggja
í einari song og hvíla allatíðina.
Summi hava tørv á hesum, og
tað er í lagi, men tað eru sera
nógv, sum keða seg ógvuliga
illa, meðan tey eru innløgd, sigur
Anna Malan Jógvansdóttir, sum
leggur stóran dent á virðiliga
viðferð.
- Mann skal virða, at summi
ikki vilja hava heilivág. Og alt
hetta við tvingsli er ræðuligt,
haldi eg. At tvangsmedisinera
og leggja fólk í belti síggi eg sum
grov mannarættindabrot. Har
eru so nógvir aðrir virðiligari
mátar at viðgera fólk uppá.
Men tað krevur eina friðaliga
kollvelting í mun til, hvussu
vit skilja líðing, menniskju og
hvønn leiklut tey, sum skulu
hjálpa, hava.
Ungi skaldsøgudebutanturin
hevur eina vón, sum hon ætlar,
at bókin skal vera við til at frem
ja.
- Mín vón er, at fólk, sum
stríðast, ikki skulu kenna seg
einsamallan. Har eru so nógv
fólk, ið hava stríðst, og tað eru
tíverri eisini nógv, ið fara at
stríðast í framtíðini. Men tey
skulu vita, at har er vón, og at
tað væl ber til at fáa tað betri. Tú
skalt gera tað, sum er gott fyri
teg. Eg eri sannførd um, at har
er djúp meining í líðingini hjá
øllum, sum stríðast, sigur Anna
Malan Jógvansdóttir..
PATURE@SOSIALURIN.FO
BROT ÚR BÓKINI:
YRKING
um morgunin
tosi eg við yvirlæknan
eg siti bara og gráti
og sigi at løgreglan er eftir mær
eg verði so kedd
at tey muga taka meg og koyra meg í mína song
halda meg niðri
so kemur ein sjúkrasystir við eini tablett
hon sigur
tað er oxapax
tað hjálpir um umleið 20 minuttir
---
eg blivi rólig í kroppinum
møðin kemur sníkjandi
eg eri um at sovna
meðan reytt gult grønt dansar
ljósið er livandi
tað ansar eftir mær
---
yvirlæknin kemur inn á mítt kamar seinni
hann sigur
at eg eri
paranoid
og
psykotisk
eg skal taka seroquel
hvørt kvøld kl. 22
BROT ÚR BÓKINI:
LÓGARTEKSTUR
§2 Um psykiatriskar deildir
Stk. 2 Øll við psykosu hava rætt til at
blíva innløgd, tá teimum tørvar tað.
Stk. 3 Tey psykotisku skulu kunna
koma og fara, sum teimum lystir.
Stk. 4 Har skulu altíð vera ergoterapeutur,
listaterapeutur og tónleikaterapeutur
á deildini. Tey skulu bjóða teimum
psykotisku ymisk verkstøð og tilboð,
so eingin nakrantíð skal keða seg.
Ítróttartilboð skulu eisini vera á deildini.
Stk. 5 Tað skal vera valfrítt hjá teimum
psykotisku, um tey vilja taka heilivág.
Stk. 6 Eingin skal noyðast til nakað. Á teimum
psykiatrisku deildunum í landinum hjá
psykosudrotningini eru tey psykotisku frælsir
og javnir borgarar, sum eins og onnur hava
rættin at skapa sær tað lívið, ið tey ynskja sær.
Stk. 7 Á deildini skal vera møguleiki
hjá øllum at tosa við sálarfrøðing, tá
teimum tørvar tað, dag eins og nátt.
Stk. 8 Tað er loyvt at tosa um síni trauma,
hóast man er psykotiskur, í grundini er loyvt
at tosa um alt, einki er for løgið ella tabu.
Stk. 9 Á deildini skal vera møguligt hjá teimum
innløgdu at tosa við prest, heimspeking ella
annan andaligan leiðara, um tey hava tørv á tí.
Stk. 10 Tá val er í landinum, so skulu
valstøð setast upp á øllum psykiatriskum
deildum. Tey psykotisku hava valrætt
eins og øll onnur í samfelagnum.