hósdagur 10. oktober 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
14
Sálarheilsa
TEMA: Sálarheilsa
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
T
að eru alsamt fleiri
fólk, ið fáa sálarligar
trupulleikar í dag í
mun til fyri nøkrum
árum síðani. Hetta vil Fólka
heilsuráðið arbeiða fyri at
broyta, og eitt týðandi íkast til
tað er heilsufremjandi verk
ætlanin "ABC fyri sálarliga
heilsu", sum skjótt hevur trý ár
á baki.
- Vit vilja broyta keðiligu
gongdina við at leggja dent á,
hvussu mann fær góða sálar
liga heilsu, og hvussu vit skapa
trivnað millum fólk í Føroy
um, sigur Monika Mohr, verk
ætlanarleiðari.
"ABC fyri sálarliga heilsu"
hevur greiða boðskapin, at
sálarlig heilsa er alt tað, ið ger
lívið vert at liva. Endamálið er at
upplýsa um sálarliga heilsu og
eggja føroyingum til at raðfesta
sína sálarligu heilsu við at fylgja
ABC-boðskapinum: ver virkin,
ver saman og ver hugbundin.
Tey vísa á, at tú kanst vera
virkin á sera ymiskan hátt og
á ymiskum støði. Tú kanst
vera likamliga virkin, sosialt
virkin, sálarliga virkin og
andaliga virkin. Seinni boðskap
urin er at vera saman við øðrum
og partur av felagsskapum, tí
tað gevur okkum kensluna av
at hoyra til. Triði boðskapurin er
at vera hugbundin við eitt nú at
gera sjálvboðið arbeiði, geva tær
eina avbjóðing, læra okkurt nýtt
ella loysa eina uppgávu.
Fólkum dámar
jaliga boðskapin
Áhugin hjá føroyingum er
sum vera man stórur at stuðla
hesari verkætlanini. 22 feløg,
stovnar og kommunur eru
komin uppí verkætlanina, og
Fólkaheilsuráðið fær nógvar
fyrispurningar um framløgur,
tilfar og annað.
- Tað hevur gingið sera væl.
Fólk hava verið jalig og tikið væl
ímóti verkætlanini. Orsøkin til
tað er sikkurt tí, at verkætlanin
er øðrvísi og hevur ein jaligan
boðskap, sum er lættur at
fyrihalda seg til, sigur Monika
Mohr.
- Men tað tekur ofta tíð at
seta slíkt í verk, tí úrslitið hjá tí
einstaka sæst ikki beinanvegin,
men heldur yvir longri tíð. So
vit hava enn nógv eftir, sum
vit skulu náa fyri at røkka út til
allar málbólkar í Føroyum, legg
ur hon aftrat.
Ávirkar viðurskifti í
gerandisdegnum
Góð sálarlig heilsa kann at fáa
ein at trívast og megna gerandis
dagin.
- Um mann skal klára seg væl
í gerandisdegnum, hevur tað
týdning at leggja dent á sína
sálarligu heilsu. Sálarlig heilsa
hevur akkurát líka so stóran
týdning sum likamlig heilsa, og
mann eigur at javnseta hesar,
sigur Monika Mohr og vísir á,
hvussu sálarlig heilsa ávirkar
nógv týdningarmikil viðurskifti
í lívinum hjá tí einstaka persóni
num.
- Tað hevur sera nógv at siga
fyri sosial sambond, eitt nú í
mun til hvussu mann megnar at
vera partur av einum felagsskapi.
Harafturat sæst tað eisini aftur í
mun til, hvussu mann megnar
at hava eitt arbeiði ella klárar at
gjøgnumføra eina útbúgving, og
so ávirkar tað eisini fíggjarviður
skiftini, greiðir Monika Mohr frá.
Ov lítil tilvitan um
sálarliga heilsu
Hóast alsamt fleiri í Føroyum
raðfesta sálarliga heilsu, heldur
Monika Mohr, at føroyingar sum
heild kunnu verða meira tilvit
aður um sína sálarliga heilsu í
gerandisdegnum.
- Tað skal ikki so nógv til fyri
at ávirka sína sálarliga heilsu.
Tað eru tær smáu gerðirnar í
gerandisdegnum, sum muna.
Vit vita, at tey flestu fólkini vita,
hvat skal til fyri at koma har til.
Men kanska føroyingar kunnu
blíva enn meira tilvitaðir um,
hvussu einfalt tað er at fremja
sína sálarligu heilsu, sigur hon.
- Tá mann er tilvitaður, kann
tað eisini fremja atferð, soleiðis
at fólk broyta atferð og gera
nakað fyri at blíva enn betur
fyri sálarliga.
Størri fokus á
trupulleikar enn heilsu
Fólkaheilsuráðið heldur tað
hava týdning, at mann leggur
størri dent á sálarliga heilsu bæði
samfelagsliga og á bólkastigi, tí
ábyrgdin eigur ikki bara at liggja
hjá tí einstaka.
-
Samfelagsliga
hevur
høvuðsdentur verið lagdur á
sálarligar trupulleikar, heldur
enn hvat skapar góða sálarliga
heilsu. Tí er denturin á góða
sálarliga heilsu kanska ikki í
nóg stóran mun blivin raðfestur.
Tað hevur nokk gjørt, at mann
hevur størri vitan um, hví mann
fær sálarligar trupulleikar, men
minni vitan um, hvat tað er, sum
ger, at vit trívast og hava tað
gott. Um mann skal gera nakað
fyri at trívast og hava tað gott,
má mann eisini vita, hvat mann
kann og skal gera, sigur Monika
Mohr og vísir á, hvussu fleiri
kunnu gera nakað fyri at betra
um sálarliga heilsuna hjá føroy
ingum.
- Vit halda, at arbeiðspláss,
ítróttarfeløg, felagsskapir og
politikarar eiga at raðfesta økið
meira, so tað verður enn lættari
hjá føroyingum at fremja sína
sálarligu heilsu. Tað snýr seg
um at inkludera tey fólkini, sum
ikki luttaka í slíkum virksemi, og
finna útav, hvussu mann kann
fáa so nógv sum gjørligt við, fyri
at betra um sálarligu heilsuna
hjá fleiri fólkum, sigur Monika
Mohr.
Sálarlig heilsufremjan og ABC
fyri sálarliga heilsu eru partur
av heildarætlanini frá í fjør um
sálarliga heilsu í Føroyum, og
hetta fegnast Fólkaheilsuráðið
um.
- Tað er eitt jaligt tekin um, at
tað nú í størri mun samfelagsliga
verður lagdur størri dentur á
eisini at hugsa um og raðfesta
arbeiði við at skapa góða sálar
liga heilsu, samstundis sum
hugsað verður um viðgerð og
fyribyrging, sigur Monika Mohr.
PATURE@SOSIALURIN.FO
- SÁLARLIG HEILSA
SKAL JAVNSETAST VIÐ
LIKAMLIGA HEILSU
- Samfelagsliga hevur
høvuðsdentur verið lagdur á
sálarligar trupulleikar, heldur
enn hvat skapar góða sálarliga
heilsu. Tí er denturin á góða
sálarliga heilsu kanska ikki í nóg
stóran mun blivin raðfestur, sigur
Monika Mohr, verkætlanarleiðari
í ABC fyri sálarliga heilsu
Monika Mohr, verkætlanarleiðari í "ABC fyri sálarliga heilsu" hjá Fólkaheilsuráðnum