hósdagur 10. oktober 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 117
15
FLEIRI VENDA SÆR TIL
TÚ&EG RÁÐGEVINGINA
VIÐ SJÁLVMORÐSTONKUM
- Vit tosa um eina vøkstur á eini 8-10 prosent hetta tíðarskeiðið í ár samanborið
við alt árið í fjør, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabati
HALLUR AV RANA
S
einastu árini hava al
samt fleiri børn og ung
upp til 18 ár vent sær
til Tú&Eg ráðgevingina
hjá Barnabata fyri at fáa hjálp í
samband við sjálvmorðstankar.
Tað staðfestir Djóni Eides
gaard, aðalskrivari í Barnabata,
í samband við at Altjóði Sálar
heilsudagurnin setur sjóneyka
á fyribyrging av sjálvmorð og
sálarliga heilsufremjan.
- Vit tosa um eina vøkstur
á eini 8-10 prosent hetta tíðar
skeiðið í ár samanborið við alt
árið í fjør, sigur Djóni Eidesgaard,
og vísir á, at talan er um 5-6 fleiri
fráboðanir higartil í ár.
Veitir ein møguleika
Tað er serliga gjøgnum telefon
nummarið 116 111, ið er ein ano
nym ráðgeving, at fleiri børn og
ung venda sær fyri møguleikan
at tosa við onkran um tað, ið
liggur teimum tungt á hjarta.
- Í seinastu hava vit havt sam
røður við ung, ið sita við akutt
um sjálvmorðstonkum, har tað
er tað, ið hevur fylt mest. Tey
vita ikki hvat tey skulu gera, og
eitt man situr eftir við, er at tey
ynskja ikki at seta seg í samband
við nakran, ið harvið fær nakað
at vita um teirra trupulleikar.
Men tey ringja eisini um aðrar
avbjóðingar, so sum einsemi,
angist og tunglyndi, sigur Djóni
Eidesgaard.
Aðalskrivarin í Barnabata
vísir á, at tað serliga eru gentur
í aldrinum 14 til 18 ár, ið ringja til
Tú&Eg Ráðgevingina í samband
við sjálvmorðstankar.
Hóast tey eru fleiri, ið venda
sær til ráðgevingina við slík
um evnum nú, so ynskir aðal
skrivarin ikki at gera nakra
niðurstøðu um, at talan er um
ein vaksandi trupulleika.
- Tað kann væl vera, at fleiri
bara kenna til Tú&Eg Ráðgev
ingina nú, og tí kenna til møgu
leikarnar og eru raskari at biðja
um hjálp. Sostatt nýtist tað ikki
vera, at fleiri hava tað truplari
enn áður.
Uppbyggja álit
Tað er altíð torført at meta um
hvussu ráðgevingin eydnast, tá
ið talan er um eina anonyma ráð
geving, men tá ið ein persónur
ringir til ráðgevingina við sjálv
morðstonkum verður roynt at
uppbyggja teirra sjálvsálit.
- Endamálið er at uppbyggja
teirra sjálvsálit, soleiðis tey
síggja trupulleikan og eru klár
at taka móti veruligari hjálp. Tí
Tú&Eg Ráðgevingin er ikki eitt
viðgerðarstað men ein bráð
feingismóttøka, har man roynir
at hjálpa teimum at koma í sam
band við røttu hjálpina, sigur
Djóni Eidesgaard og leggur
afturat.
- Ein liður í samrøðunum er at
uppbyggja eitt álit í samrøðuni,
so man lurtar eftir viðkomandi
og roynir at skilja støðuna. Síðan
er tað ein tummilfingurregla, at
man leitar eftir resussum í nær
umhvørvinum hjá viðkomandi,
ið kunnu hjálpa. Mett verður
eisini um hvussu akutt støðan
er, og ger man vanliga avtalur,
um at hoyrast aftur í seinni. Og
vit uppliva, at tey eru fleiri, ið
ringja aftur.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
116 111
116 111 er anonyma telefonráðgevingin hjá Tú&Eg
Ráðgevingini. Til ber at ringja til ráðgevingina
ímillum 10:00 og 15:00 gerandisdagar.
Ráðgevingin sær ikki hvør tað er, ið ringir
á nummarið, og er tað viðkomandi sum
ringir, ið avgerð hvat tosað verður um.
VIT AVVÍSA ONGAN
Hóast Tú&Eg Ráðgevingin er ætlað børnum og
ungum upp til 18 ár, so hendir tað meira enn so,
at fólk yvir 18 ár venda sær til ráðgevingina,
tí teimum tørvar onkran at tosa við. Serliga
eru tað ungar mammur, ið brúka hendan
møguleika, vísir Djóni Eidesgaard á.
- Vit tosa við nógvar ungar mammur, ið hava tað
øgiliga tungt. Gott nokk er Tú&Eg Ráðgevingin ætlað
børnum og ungum, men vit avvísa onga samrøðu.
Og tað er uttan mun til aldur ella kyn. Vit taka hesar
samrøðurnar í djúpasta álvara og hjálpa teimum
eftir førimuni. Tað eru mangan ungar mammur, ið
føla seg øgiliga sperdar og meta, at tey ikki megna at
geva børnunum eitt gott lív, tí tey liva undir sperdum
umstøðum, sigur aðalskrivarin í Barnabata.