Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 238 - 11. desember 2004 TINGHELLUKLUMMAN Finnbogi Ísakson Tað er rokan í fjørðinum. Ein- skiljing, privatisering, er loysunarorðið. Fundarvirksemi við innbodnum røðarum úr øðrum londum og blaðgreinar uttan tal. Alt samalt gongur út uppá, at skal føroyska sam- felagnum vera lív lagað, so muga allar "almennar" fyritøkur einskiljast. Annars er deyðin í durunum. Tað er altíð hent at hava ein syndabukk við hondina. Í sein- astuni hevur gingið striltið hjá føroyskum vinnulívi á fleiri økjum, eisini flakavirkis-vinn- uni. Tað er hvørki vantandi rá- vørutilgongd ella lækkaðir marknaðarprísir, sum hava skyldina. Nei, tað er Fiskavirk- ing, hesin "almenni" masto- donturin, sum hevur alla skyldina. Tað er syndabukkurin. Politikarar - næstan allir - og vinnulívsmenn, serfrøðingar og Búskaparráðið tykjast øll at vera á einum máli um, at ein- skiljing av Fiskavirking og Fiskasøluni loysir allar trupul- leikar. Frá politiskari síðu verður sagt, at ein "almenn" fyritøka kann ikki rekast rasjo- nelt. Tvørturímóti er ein stór almenn fyritøka ein meinbogi fyri tær smáu privatu. Um tað so var fyrrverandi formaðurin í donsku Ráðgevandi Nevndini fyri Føroyar, Erik Bonnerup, so var hann inni á hesum sama í samrøðu við Sjónvarpið, tá hann segði: "Et privat ejerskab, en privat ledelse, kan bedre gribe ind i tide, kan gøre nogen ting, som det er meget svært for en politiker at gøre, i hvert fald hvis de vil genvælges." Eg havi ilt við at fáa eyga á hesar almennu vinnufyritøk- urnar, sum verða stýrdar av politikarum. Í løtuni kann eg bara koma í tankar um tríggjar, sum bera brá av at vera í hesi støðu. Tær eru Strandferðslan, Postverkið og Apoteksverkið. Hesir almennu stovnar hava eisini sítt egna inntøkugrundar- lag við tað, at teir selja vørur og tænastur. Tí eru teir reelt vinnu- fyritøkur. Men tað er ikki Landsstýrið ella ein Landsstýrismaður, sum rekur Fiskavirking. Ella Fiska- søluna. Ella Atlantsflog. Ella JFK. Ella Føroya Banka. Landsstýrið eigur allan parta- peningin í Atlantsflog, og landsstýrismaðurin velur nevnd- ina. Tað er tað nærmasta, ein landsstýrismaður kemur einari fyritøku, har landið eigur parta- peningin. Í øllum hinum førun- um er tað ein grunnur, sum vel- ur nevndir í partafeløg. Fram- taksgrunnurin velur nevndina í Fiskavirking og Fiskasøluni, sum annars vist er tikin av nú. Føroyagrunnurin velur nevnd- ina í JFK. Og Fíggingargrunn- urin velur nevndina í Føroya Banka. Tað er annars í seinna lagi hjá fíggjarheiminum, vinnuni og øðrum nú at gremja seg um, at allur partapeningurin í Fram- taksgrunninum er almennur. Fyrst helvt um helvt føroyskur og danskur, nú bara føroyskur. Tað var ikki ætlanin. Sum landsstýrismaður í fíggj- armálum legði eg 18. mars 1994 uppskot fyri Tingið um at heimila Landsstýrinum at seta partapening í eitt Framtaks- felag. Tað var ein føroysk Endurreisingarnevnd, sum í sínum áliti mælti til, at eitt slíkt felag varð skipað í Føroyum. Fyrimyndina høvdu teir úr Danmark, har fleiri sokallað venture-feløg vóru (umsetingina til Framtaksfelag eigi eg sjálv- ur). Hesi feløg settu verkætlanir í gongd og seldu so fyritøkuna heilt ella partvíst, tá hon gekk nóg væl. Í summum førum eydnaðist hetta væl, í øðrum førum ikki. Sambært uppskotinum, sum varð lagt fyri Tingið, kundi landskassin seta í mesta lagi 9 mió.kr. í felagið. Í § 1, stk. 2 stóð: "Landsstýrið kann í mesta lagi eiga 30% av partapening- inum. Aðrir partaeigarar kunnu vera fíggjar- og peningastovnar, tryggingarfeløg, vinnufeløg o.o." Endamálið var at felagið skuldi vera við til at fremja verkætlaninir við stórum út- flutningsvirði. Reglur um virkisføra leiðslu og annað stóð eisini í uppskotinum. Hetta uppskotið varð samtykt endaliga í Løgtinginum 19. mai 1994. Tað er framvegis galdandi sum løgtingslóg nr. 84 frá 31.5.1994. Tað sæst skilliga, at ætlanin júst var at fáa eitt felag, har tað almenna ikki hevði meiriluta og enn minni átti allan innskots- peningin. Men áhugin hjá banka, sparikassum, trygging, vinnufeløgum og øðrum var ikki til staðar. Tí fingu vit eftir landsstýrisskiftið á heysti 1994 ein almennan Framtaksgrunn. Og so má svíða sum svøllur. Eg teljist ikki millum úlvarnar, sum halda, at tað einasta sáliga fyri føroyska fiskivinnu er at tæga Fiskavirking sundur í 3, 4 ella 5 smærri feløg ella at selja útlendingum Føroya Banka, har 1% av partapeninginum fram- vegis er á privatum hondum. Heilt einsamallur eri eg heldur ikki um at halda tað. Ein av okkara royndastu monnum í fíggjarheiminum og á vinnulívsøkinum, Jóhan K. Joensen, segði við Útvarpið í summar, at bæði Fiskavirking og Føroya Banki áttu at halda fram undir verandi skipan. Og so kemur tað eisini fyri, at tað ber til at lesa okkurt lívgandi, sum ein sambands- maður hevur skrivað. Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði Edmund Joensen í bløðunum: "Eisini er tað løgið, at (Búskapar)ráðið leggur so stóran dent á privatisering av Fiskavirking, einasta felag sum hevur eitt konsept, og sum er ført fyri at taka kappingina upp við útlandið. Einasta felag, sum út frá tosinum millum fiskimenn heldur fiskaprísinum uppi." Um ætlanin ikki er at tæga Fiskavirking sundur, men selja tað í einum, munna tað vera fáir, sum hava ráðini í Føroyum. Vandi kann tá eisini vera fyri, at vit fáa eitt privatmonopol í staðin fyri eina sterka fyritøku, sum ikki er alment rikin, hóast innskotspeningurin í Framtaks- grunninum er almennur. Kjakið kundi bent á, at Fiskavirking er einasti ráfiska- keypari í Føroyum. Tað er blóð- skeivt. Sambært yvirliti á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum eru 23 størri og smærri limir í Føroya Ráfiskakeyparafelag. Fiskavirking er bara ein. Tað verður neyvan nøkur loysn á trupulleikunum hjá vinnuni, at politikarar nú fara at pilka við tað, sum riggar. Yvir háls og herðar, kanska. Mangt annað er at pilka við, sum ikki riggar. Hví pilka við tað, sum riggar? TINGHELLUDEBATTIN Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingur, Keypmannahavn Danski tjóðbankastjórin Bodil Nyboe Andersen hevur gjørt greitt, at Landsbankin ikki er miðbanki fyri Føroyar, t.e. hevur penga- politiskan myndugleika, tí henda myndugleika hevur danski tjóð- bankin. Síðani hevur Landsbankin viðgingið, at so er, og sigur nú, at danski tjóðbankastjórin misskilir sjónarmiðini hjá Landsbankanum, sum ongantíð hava verið, at Lands- bankin er miðbanki. Men hvat er tað, sum Landsbankin hevur ført fram, og sum Bodil Nyboe Andersen hevur misskilt? Tá faklig hugtøk verða týdd til føroyskt, kann ofta ivi standast um merkingar, sum annars altjóða semja er um. Í svarskrivi til Felagið Peningastovnar í Sosial- inum 17. nov. 2004 spyr Lands- bankin í undiryvirskrift "Er Landsbankin ein tjóðbanki ?" og vil vera við, at Landsbankin kann vera tjóðbanki, hóast Føroyar ikki hava egið gjaldoyra. Annaðhvørt brúkar Landsbankin her orðið tjóðbanki fyri miðbanki, ella er hetta eitt tápuligt og meiningsleyst kjak, tí í búskaparfrøðini eru ikki fleiri gradir av miðbankaisering. Nógv bendir á, at Landsbankin hevur ein miðbanka í búkinum, men eg havi tó vón um, at teirra egnu búskaparfrøðingar eru ikki fyri, at Føroyar fáa egið gjaldoyra. Landsbankin hevur víst til búskaparfrøðiliga gransking, sum vísir á fyrimunir við meira sjálv- støðugum tjóðbankum (Dimma- læting 30. okt. 2004). Hetta er rætt, og eg kundi nevnt fleiri dømi. Í løtuni er kendasta dømi helst seinastu vinnararnir av búskapar- frøðisheiðurslønini til minnis um Nobel, Kydland og Prescott, sum longu í 1977 vístu á trúvirðis- trupulleikar í sambandi við bú- skaparpolitikk, og herundir, hvussu politikarar kunnu betur náa síni mál við at frásiga sær sjálvum ávirkan. Nógv gransking er eisini seinni gjørd, og er nakað nevnt í keldulistanum, har úrvalið er einans gjørt fyri at áhugaði lesarin skal hava eitt gott stað at byrja. Men at brúka hetta og aðra gransking um miðbankar sum próvgrund fyri, at Landsbankin skal vera óheftur, heldur ikki, tí Landsbankin er ikki miðbanki. Landsbankin hevur so víst á uppgávurnar hjá stovninum, sum eru uppgávur, sum miðbankar hava í øðrum londum (m.a. bræv til Bodil Nyboe Andersen 25. nov. 2004). Det smager da lidt af fugl, men hetta er í veruleikanum reinur Erasmus Montanus. At Lands- bankin hevur uppgávur, sum mið- bankar í øðrum londum røkja, ger ikki Landsbankan til ein miðbanka. Landsbankin hevur eisini víst á gongdina úti í heimi, har mið- bankar verða gjørdir meira og meira óheftir av stjórnini (Dimma- lætting 30 okt. 2004). Ja, og nevn- ast kann, at sum eitt tað fyrsta, eftir at Tony Blair og New Labour komu til valdið í Bretlandi, varð miðbankin gjørdur nógv meira óheftur av stjórnini, soleiðis at fíggjarmálaráðharrin ikki longur hevði ávirkan á rentustigið. Men hetta at áseta rentustigið er júst ein miðbankauppgáva, og ikki ein uppgáva sum Landsbankin røkir í Føroyum. Landsbankin roynir at brúka sum ítøkiliga samanbering við uppgávurnar hjá stovninum Landsbankanum, at tá europeiski miðbankin ECB tók yvir mið- bankauppgávurnar frá tjóðbank- unum í teimum 12 londunum, sum vóru við í euro-samstarvinum, vórðu tjóðbankarnir ikki tiknir av (Sosialurin 17. nov. 2004). Eisini hetta er óviðkomandi, tí gomlu tjóðbankarnir eru framvegis partur av felags europeiska miðbank- anum. (Soleiðis sum Landsbankin skrivar, fær ein tað fatan, at tað var eitt tilvildarligt fleirtal av europe- iskum londum, sum valdi at avtaka sítt egna gjaldoyra, men tað var tað sjálvsagt ikki.) Ein og hvør almennur stovnur droymir helst um at hava óavmark- aða játtan, og í mongum førum kann eisini talast fyri, at fakligu uppgávurnar vórðu betur røktar, um politisk uppíblanding ikki var møgulig. Men er Landsbankin ikki miðbanki, er í búskaparfrøðini trupult at finna argument fyri, at fyrimunirnir við at vera uttan fyri politiska ávirkan, skulu vera størri fyri Landsbankan, enn fyri t.d. Fiskirannsóknarstovuna. Fyri at finna eina haldbara samanbering millum Landsbankan og miðbankar, so er eitt sum galdar fyri bæði miðbankar og fyri Landsbankan eins og allar ráðgevingarstovnar, og tað er, at teir mugu hava trúvirði. Týdning fyri trúvirðið hjá einum og hvørjum ráðgevingarstovni hevur m.a., at fólkini eru dugnalig, og at tey eru sannfør. Eg haldi tí tað hevur týdning at spyrja, um Landsbankin, tá hann vísti til búskaparfrøðiliga gransking um miðbankar, tá hann vísti á uppgávurnar hjá stovninum, sum vanliga eru miðbankaupp- gávur, tá hann vísti til gongdina úti í heimi við øðrum tjóðbankum, og tá hann vísti til europeisku tjóð- bankarnar, sum vórðu varðveittir, eftir at londini fóru við í euro- samstarvið, ikki kendi munin á Landsbankanum og einum miðbanka. Nakrar keldur: Barro and Gordon (1983): Rules, discretion and reputation in a model of monetary policy. J. of Monetary Economics 12, 101-121. Jensen (1997): Credibility of Optimal Monetary Delegation. American Economic Review 87, 911-920. Kydland and Prescot (1977): Rules rather than discretion:The inconstistency of optimal plans. J. of Political Economy 85, 437-490. Persson and Tabellini (1993): Designing institutions for monetary stability. Carnegie-Rochester Conference Series on Public Policy 39, 53-89. Persson and Tabellini (2000): Political Economics, Explaining Economic Policy. MIT Press. Schultz (1999): Monetary Policy, Delegation and Polarization. Economic Journal 109, 164-178. Walsh (1995): Optimal Contracts for Central Bankers. American Economic Review 85, 150-167. Hví vil Landsbankin vera óheftur stovnur?