Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 11. desember 2004 37 TINGHELLUDEBATTIN Dánial á Dul Jacobsen Í Sosialinum mikudagin 1. de- sember letur ein skelkaður Pól Jespersen frætta frá sær, og tað er gott. Nú skal eg ikki svara fyri teir fýra, sum hava dittað sær at tala Roma beint ímót, men eg kann ikki bara mær, at gera nakrar viðmerkingar til tað, sum kemur fram í hesum kjakinum. Hetta kjakið hevur fyri langari tíð síðani tikið seg upp aðrar staðir í heiminum og er so smátt komið henda vegin eisini, og vónandi økist skarin av kjaklut- takarum. Í yvirskriftini hjá Pól Jespersen verður sagt "Menningarlæra og átrúnaður eru ikki sambærilig". Tað er so satt, sum tað er sagt, men tað er nú ikki nakað nýtt. Tað hevur altíð verið so. Longu langt áðrenn Darwin. Hann var jú ikki tann fyrsti við menningar- lærutankum, men hann var tann, sum gav hesum tankum vind í seglini ella bein at ganga á. Av tí at yvirskriftin hjá Pól Jesepersen "Menningarlæra og átrúnaður eru ikki sambærilig " fær tað at ljóða sum, um líkheits- tekin er millum menningarlæru og vísindi, er vert at viðmerkja, at menningarlæran ikki í sær sjálvum er vísindi. Tað er skapanarlæran heldur ikki. Menningarlæran er eitt modell, sum vísindafólk velja at brúka sum ástøði fyri at greina upp- runan til fyrst og fremst lívið, men eisini upprunan til alheimin. Sjálvt um menningarlæran ikki á nakran hátt er prógvað, so verður hon ógvuliga sjáldan framførd sum annað enn óreingilig fakta, og Gud náði tann kropp, sum freistast at hugsa nakað annað. Løgi, tá hugsað verður um at "Ivin er fremsti fylgisveinur hjá vísindafólki, sum vilja verða tikin fyri fult". Í dag eru tað kortini fleiri og fleiri vísindafólk, sum frávelja menningarlæruna sum modell. Ikki so at tey eru í fleirtali enn, men skarin veksur alsamt. Og heldur ikki so at skilja, at øll hesi eru missionerandi, trúgvandi, kristin. Eitt tykist tó at standa fast, og tað er, at bert tveir møguleikar eru. Antin er alt á ein hvønn hátt komið úr ongum ella er ein veldugur, intelligentur máttur upphav til alheimin. Onnur alternativ eru ikki, og onnur av hesin útsøgnum má verða sonn og hin følsk. Teir ítarstu evolusiónistarnir tykjast tó, at vera bangnari fyri at skapanar- læran er sonn enn at menningar- læran er følsk. Ella neyvari sagt: Teir eru so bangnir fyri at skapanarlæran er sonn, at teir heldur tvíhalda um menningar- læruna. Hetta gav at bíta í eini BBC-framleiddari sending, sum varð send í SvF fyri umleið 2 árum síðani. Sendingin bygdi á tvey fossil fragmentir, sum vóru funnin í Litava og Estlandi. Granskarin Per Ahlberg var komin fram á tey í onkrari goymslu og kundi "sigursælur" vísa á, at nú hevði hann funnið millumliðið, sum kundi vísa, hvussu vit menniskju ikki einans stava frá apum, men "upp- runaliga" frá fiski. Í hesi somu sending varð umframt, at nógv varð tosað við bæði Per Ahlberg og onnur vísindafólk, smábrot víst, har tosað varð við ein kreationist (tað er ein sum brúkar skapanarlæruna sum modell í síni gransking). Hetta tyktist als ikki verða gjørt fyri at geva skapanarlæruni eitt erligt høvi í kjakinum. Heldur tyktist tað sum niðurgering av øðrvísi hugsandi. Móti endanum av sendingini kom ein staðfesting frá Per Ahlberg, sum klárt og tíðiliga vísti, at hóast vísindi eru vísindi, so eru vísindafólk ikki bara vísindafólk, men eisini menn- iskju, sum saktans kunnu arbeiða við fjaldum dagsskráum. Ahlberg segði, sipandi til kreationistar- nar: "Tey mugu ikki hava rætt". Fríggjadagin 23. mai 2003 lýsti Fróðskaparsetrið við almmennum fyrilestri. Heitið á fyrilestrinum var "Evolusjon og kristen tro - en uunngåelig konflikt?". Fyrilestrarhaldarin var Jarl Giske norskur professari í lívfrøði á Universitetinum í Bergen. Í tíðindaskrivinum frá setrinum stóð millum annað: "Líka síðan Darwin kom fram við sínari evolutiónsteori, hevur tvístøða verið millum skapanarsøguna og evolutións- teoriina. Ofta hevur henda tvístøða verið um aldurin á jørðini og á fossilum, og um hesi nú munnu vera so gomul, sum nátturuvísindafólk siga tey at vera, ella um møguliga finnast aðrar frágreiðingar um hesi viðurskifti. Sum tíðin er liðin, eru so nógv prógv fingin til vega um evolutiónina, at tað í dag er nógv lættari at eygleiða evolutiónina í náttúruni, enn tað er at eygleiða Gud. Avbjóðingarnar hjá evolutións- teoriini móti gudstrúnni eru í dag ikki einans aldurin á jørðini, ella hvussu menniskjan varð til, men eisini spurningar um, hvussu moralur og tilvitan vórðu til, og hvussu hesi broytast. Hetta hevur so aftur ávirkan á fatanina av okkara fría vilja. Evolutiónsbiologar hava ikki fyri neyðini at taka Gud við í sínar greiningar av náttúruni og náttúruviðurskiftum, men er tað hóast hetta møguligt bæði at halda fast við sína kristnu trúgv og samstundis hava áliti á tí modernaðu evolutiónsbiologi- ini?" Hetta tíðndaskrivið frá Fróðskaparsetrinum staðfestir eisini at kjakið er ikki nýtt. Sjálvandi varð farið til henda fyrilesturin við hesum áhuga- verda evninum. Ikki var vænt- andi, at niðurstøðan fór at vera til fyrimunar fyri kristnu trúnni, og niðurstøðan hjá Giske var eisini púra greið: "Kristna trúgvin og menningarlæran kunnu bara møtast, um tú sleppur kristnu skapanaráskoðanini." Tað sum hinvegin var áhugavert, var at eygleiða arrogantu láturlig- geringina og niðurgeringina av øðrvísi hugsandi. Serstakliga kom tað greitt til sjóndar, tá Giske samanbar tey, ið trúgva á skapan heldur enn menning, við Mohammed Saeed al-Sahaf, tiltikna kunningarráðharra Saddam Husseins, vanliga nevndur Bagdad Bob ella Komiski Ali. Tað var hann, sum í sjónvarpi avsannaði tíðindini um, at amerikumenn vóru komnir inn í Bagdad. Hann fekk tó ikki staðið í frið, tí amerikumenn vóru komnir so langt, at í skíggj- anum sóust teir í skotbardaga beint aftanfyri Bagdad Bob. Tankin, at hetta saktans kundi vera hansara egna spegilsmynd, var ógvuliga fjarur hugarenslinum hjá Jarl Giske. Jú, rætt hevur Pól. Tað er torført at kjakast við persónar, sum vita svarið frammanundan, men enn er í Føroyum so frætt statt, at vit hava loyvi at siga okkara hugsan, um júst tað vit hava hug til og um "menningar- læran og átrúnaður ikki eru sambærilig", so er einki, í sjálvum sær, til hindur fyri at skapanarlæran og vísindi eru sambærilig. Er menningarlæran = vísindi? DANSUR Tíðindaskriv Hetta er tíðin, tá jólaborðhaldini eru í hæddini. Fólk skemta sær saman og ofta endar kvøldið við dansi. Fleiri jólaborðhald verða í Vági nú um vikuskiftið, og hevur VB gjørt av at skipa fyri dansi. So kunnu øll mett og væl sett, dansa seg móð og troytt. Síðani kunnu tey hvør í sínum lagi bjóða jólunum vælkomnum. Í-CAST Dansur verður leygarkvøldið í VB húsinum. Bólkurin sum spælir eitur Í-CAST og hevur heimstað í Sundalagnum. Hóast tað ikki hevur verið nógv at hoyrt um henda bólk, hevur hann verið til í tvey ár. Í fyrstani var nakað av útskifting og umskipan í bólkinum, men í meiri enn eitt ár hevur manningin í Í-CAST verið henda: Kristleyg Hansen sang, Anki Nielson tangentar og sang, Árni Joensen guitar og sang, Kári Andreassen guitar og sang, Poul Eli í Homrun bass og sang og Kristjan Geyti Johansen trummur. Saman kalla tey seg Í- CAST, men hvør sær hava tey eisini roynt eitt sindur av hvørj- um innan tónleikin. Kristleyg, sum er høvuðssangari, hevur royndir sum kórsangari, var við í Jósef og dreymakotinum, um- framt at hon í ár gjørdist nummar tvey í ársins songrødd. Anki var við í bólkinum Basement, og er lærari í musikk- skúlanum. Árni hevur verið virkin í fleiri Suðuroyarbólkum, og umframt tað, hevur hann verið við á fleiri fløguútgávum, bæði sum tónleikari og upp- tøkumaður. Nevnast kunnu Ung um aldarmóti, Anno og Jonhild og Áraløg hjá Martin Joensen. Hinir hava allir tað til felags, at teir hava verið við til at stovna egnan bólk. Kári tók stig til AV&Á, sum spældi egnan tónleik. Teir góvu eina LP út, og skipaðu fyri útgávuni Jacta est alia, har teir bjóðaðu Tinganest og øðrum bólkum við. Poul Eli stovnaði saman við øðrum í Kollafirði Kjølar, sum var ein vælumtóktur bólkur. Teir luttóku í PRIX FØROYAR og góvu eina fløgu út. Tá var Poul Eli givin at spæla við teimum, men nú trínur hann aftur á pallin við Í-CAST. Kristjan stovnaði Black Panthers, sum longi var ein sera vælum- tóktur dansibólkur, og hann var einasti limur í bólkinum, sum spældi við øll árini. Eisini spældi hann í AV&Á og teirra plátu, eins og hann saman við Black Panthers luttók við tveimum løgum á Jacta est alia. Framtíðin Alt hetta er lagt aftur um bak, og tey fara nú at leggja orku og royndir í sín nýggja bólk, Í- CAST. Higartil hava tey luttikið á tveimum tiltøkum, í Kollafirði og á Oyrabakka. Hetta vóru smáar konsertir, so tey valdu bert at spæla egin løg. Tey hava, síð- ani tey byrjaðu at spæla saman, alla tíðina arbeitt við teirra egna tónleiki, samstundis sum tey hava fyrireikað seg at spæla til dans. Tað er sera spennandi halda tey, og vilja fegin gera meira við tað. Men í fyrsta umfari vilja tey út at spæla til dans, og gerast ein virkin dansibólkur. Tey royna, at leggja seg eftir at spæla løg, sum ikki allir aðrir bólkar spæla. Tó verða tað eisini vælkendir klassikkarir at hoyra. Stílurin er frá country, country rock til rock av tí melidiøsa slagnum. Inn ímillum sníkja tey so onkur av sínum egnu løgum, og vóna tey verða væl móttikin. Tey vóna sjálvandi eisini, at boð verða eftir teimum, at spæla, og á tel 251361 fæst meira at vita. Dansur í Vági