Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Todi og FCK bíða Enn hevur talan als ikki verið um ítøki- ligar samráðingar millum felagið og føroyska álopsleik- aran. Men sjálvur heldur Todi, at hann enn hevur eini tvey góð ár eftir í sær SÁTTMÁLASAMRÁÐ INGAR Jákup Mørk Komandi summar gongur verandi sáttmálin hjá Toda Jónsson við FCK út. Vanligt hevur verið í felagnum, at teir helst vilja hava nýggjar sátt- málar upp á pláss í sein- asta lagi hálvt ár fyri, at tann gamli sáttmálin gongur út. Nakað sum eisini gav at bíta hjá Toda, tá hann fyri tveimum árum síðani var í líknandi støðu. Ta ferðina varð hann fyri ein stóran part at kalla útihýstur frá besta hópinum, men treiskni, tol og kanska eitt sindur av hepni høvdu tá við sær, at tað kortini hepnaðist væl hjá klaksvíkinginum at standa fast við sítt. – Tann støaðn er í dag nakað øðrvísi. Vit eru jú fleiri um boðið, og í verandi løtu fái eg sum so ikki sagt nakað nýtt um málið, staðfestir Todi Jonsson í telefonini úr Keypmannahavn. Hann sigur, at enn hevur talan als ikki verið um nakrar ítøkiligar sam- ráðingar, og at hann tískil als ikki veit, hvussu ein framtíðarstøða hjá sær innan fótbóltin sær út. Ikki treytaleyst Soleiðis er einki greitt hesum viðvíkjandi, men Todi leggur tó dent á, at tað ikki verður fyri ein og hvønn prís, at hann vil verða verandi í felagnum. – Til summar havi eg verið í felagnum í átta ár, og tað er eingin loyna, at eg havi verið glaður um hesa tíðina. Hvussu støð- an verður til samráðingar, veldst um so nógv, men sjálvandi hevði eg einki havt ímóti, um eg kann verða verandi í felagnum. Men tað verður sum sagt ikki fyri ein og hvønn prís staðfestir hann. Men um tann støðan íkemur, at tú ikki longur ert FCK-spælari í summ- ar. Hevur tú tá gjørt tær nakrar tankar um, hvar fótbóltsframtíðin møgu- liga kundi verið? – Ikki sum so. Ikki ann- að enn tað, at eg fram- vegis haldi meg hava eini tvey góð ár eftir sum fótbóltsleikari. Eg eri 33 ár í dag, og eg kenni tað í øllum førum, sum eg væl kann spæla til eg eri 35. Sjálvur hevur tú eisini lufta tankanum um eina møguliga framtíð sum venjari. Kundi tað verið nakað, sum tú eisini hugs- ar um nú? – Slettis ikki. Tað at verða venjari, er nakað, sum eg haldi liggur long- ur frammi í tíðini. Her og nú er tað bara sum leikari, at eg síggi meg sjálvan, so tann tankin hevur einki at gera við verandi støðu, staðfestir Todi. Tvørligur steðgur Leikararnir í FCK høvdu annars í vikuni seinastu venjingarnar undan vetr- arsteðginum. Ein steðgur, sum ivaleyst er kærkomin hjá teimum flestu, men sum hjá júst Toda er komin heldur tvørt fyri. – Tað sigur seg sjálvt. Nú havi eg verið skaddur so leingi, og eri akkurát við at koma ígongd aftur, so eg hevði so einki havt ímóti, at vit hildu á nakrar mánaðir afturat, men tað má so vera tað. Tann partin fái eg so ikki gjørt nakað við kortini, sigur hann at enda. Nr. 238 • leygardagur • 11. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Drúgt vikuskiftið Ikki færri enn fimm dystir skulu spælast í Sunset-kappingini hetta vikuskiftið.VB og Stjørnan skulu bæði spæla tveir dystir HONDBÓLTUR Jákup Mørk At átta lið eru í bestu kvinnudeildini hevur við sær, at dystarskráin verður nakað meira samantrýst, enn hon vanliga hevur verið. Hetta sæst eisini aftur í skip- anini hetta vikuskiftið, tá ikki færri enn fimm dystir eru á skránni. Ætlanin var upprunaliga, at talan skuldi verða um seks dystir, men Neistin og StÍF samdust um at avgreiða sítt millumver- andi týskvøldið. Tveir av dystun um verða leiktir leygardagin. Her tyk- ist spenningurin vera størst- ur í Havn, har VB kemur á vitjan hjá Neistanum. Neist- in er í løtuni oddalið í deild- ini, men tær hava leikt fleiri dystir enn VB og Stjørnan, og so er spurningurin, hvørt VB her megnar at taka munin aftur, ella um Neistin veruliga skal staðfesta seg sum møguligan kandidat í avgjørda oddastríðnum. Í Klaksvík verður hin- vegin helst so sum so við spenninginum, tá StÍF vitj- ar. Fyrra dystin millum lið- ini var tó um reppið, at StÍF framdi eina sensatión av teimum heilt stóru, men tað munnu tær í Stjørnuni tó ikki lata um seg ganga eina ferð afturat. Oddalið sum favorittar Sunnudagin eru so tríggir dystir á skránni. Lagt verður fyri í Havn kl. 14.30, tá Kyndil skal royna seg móti VB, og tó at gestirnir tá hava ein dyst í beinunum, so er helst lítið at ivast í, at tær fara við stigunum hendan dagin. Í Klaksvík hevur Stjørnan tá aftur heimavøll. Hesaferð móti VÍF, sum hevur havt góðan byrð seinastu umfør- ini. Hvørt tað so er nóg mik- ið til at basa higartil ósigr- aðu Stjørnuni, er tó ein heilt annar spurningur. Seinasti dysturin verður á Giljanesi, har Søljan tekur ímóti Tjaldri. Soleiðis sum úrslitini hava lagað seg í ár, so er helst eingin sum helst ivi um, at stigini her verða verandi í Vágoynni, og so kann Søljan kanska toga seg eitt sindur burtur frá VÍF. Stóri spurningurin hetta vikuskiftið tykist vera, hvussu tað fer at gangast, tá Neistin og VB hittast í Havn Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 11.12 15.00 Neistin-VB Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen 11.12 18.00 Stjørnan-StÍF Kári Hansen & Dánjal Hansen 12.12 14.30 Kyndil-VB Kristian Johansen & Sámal Hansen 12.12 15.00 Søljan-Tjaldur Hartvig Joensen & Pole Hansen 12.12 15.00 Stjørnan-VÍF Heri Petersen & Brandur Johannesen Atlantic Airways kappingin 12.12 16.00 H71-VÍF Hannis Wardum & Uni Wardum 12.12 16.00 Kyndil-KÍF Kristian Johansen & Sámal Hansen 12.12 16.00 StÍF-Neistin Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 11.12 14.00 Mjølnir-ÍF TB 12.12 15.00 TB-SÍ ÍF Meistaradeild menn 11.12 16.00 Mjølnir-ÍF SÍ 11.12 15.00 Fleyr-Fram SÍ Fótbóltur 11.12 14.00 SÍF-MB Birgir Sondum Klárt til fjórðingsfinalurnar Nú er greitt, hvørji lið hittast í fjórðingsfinalunum í Coca-Cola kappingini hjá monnum. Dystirnir, sum skulu leikast komandi mikukvøld kl. 20, eru hesir: Kyndil I - VÍF III VÍF - Kyndil II H71 I - Neistin I StÍF I - KÍF I Feløgini skulu sjálvi áseta dómarar tn