leygardagur 11. desember 2004síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 11. desember 2004
39
Mjølnir
og Fleyr
nærkast
SÍ heldur frí um viku-
skiftið, og ivaleyst stíla
bæði Fleyr og Mjølnir
eftir stigum
Í Havn skal Fleyr
spæla
grannauppgerð
móti Fram. Einki er at
ivast í, at Fleyr eru stór-
favorittar til at vinna
tann dystin, og tað skal
vilja meira enn illa til,
megna teir ikki at liva
upp til hetta.
Í Klaksvík fær Mjølnir
vitjan av ÍF, og heldur
ikki har er væntandi, at
stórvegis ivi verður um
úrslitið. Hóast sigurin
seinasta vikuskifti, so er
framvegis langt frá ÍF
og til ovaru trý liðini, og
tann munurin verður
helst enn einaferð stað-
festur leygardagin.
-jm
Odda-
liðini á
heima-
vølli
Heldur ikki hjá kvinn-
unum tykist stórvegis
spenningur vera um
dystirnar hetta viku-
skiftið.
Í Klaksvík fáa kvinnur-
nar hjá Mjølni eisini
vitjan av ÍF. Tað høvið
vilja tær á heimaliðnum
helst nýta til at prógva,
at talan var um ein
kiksara móti TB herfyri,
og soleiðis sum stiga-
talvan nú sær út, so hev-
ur Mjølnir heldur ikki
ráð til at missa nakað.
TB skal sunnudagin
royna seg á heimavølli,
tá SÍ kemur á vitjan.
Enn hevur SÍ so ikki
fingið nakað stig, og tað
skal helst undir ongum
umstøðum roknast við,
at tey fyrstu koma til
høldar á útivølli móti
liðnum, sum nú hóttir
við at skumpa Mjølnir
til viks av flogbóltstrún-
uni.
-jm
Enska Premier League
felagið, Manchester
City, hevur sýnt áhuga
fyri Christian R.
Mouritsen
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Ein av ungu føroysku fót-
bóltsleikarunum, sum í
heyst gjørdi nógv um seg á
føroyska U-17 landsliðn-
um, var Christian R. Mour-
itsen úr HB.
Fótbóltsevnini hava leingi
verið eyðsýnd, og góðu
avrikini á altjóða pallinum
hava avgjørt borið við sær,
at útlendski áhugin eisini
hevur verið til staðar.
Soleiðis var hann fyrr í ár í
enska Everton til venjingar,
og fyri stuttum hevur hann
aftur verið í Onglandi. Hesa
ferð hjá Manchester City.
Og nú ljóðar, at enska
felagið hevur ein veruligan
áhuga í at knýta unga
leikaran til talent-hópin hjá
sær. Og hetta verður so
heldur ikki avsannað í HB,
sum enn hevur leikaran í
felagnum.
– Tað er eingin loyna, at
Christian er ein spennandi
leikari. Tá hann var í Ever-
ton, lótu tey eisini væl at
honum, og áhugi var eisini
í, at hann skuldi koma aftur
at venja, sigur Birgir Eng-
hamar, formaður í HB.
– Tað bleiv so ikki til
nakað í fyrsta umfari, og
tað er helst eingin loyna, at
tað síðani hevur verið ávís-
ur dialogur við Manchester
City um leikaran, men enn
er tó alt ov tíðliga at stað-
festa, hvat spyrst burturúr
hesum. Kemur tað hartil, so
er talan um ein spurning,
har vit í HB, enska felagið
og ikki minst leikarin sjálv-
ur skulu semjast um nakrar
treytir, og hartil eru vit so
als ikki komin enn, sigur
Birgir Enghamar.
Tað er NAFA við Jákupi í
Stórustovu, sum umboðar
Christian R. Mouritsen,
men í verandi støðu vil um-
boðsmaðurin ikki gera stór-
vegis viðmerkingar til mál-
ið.
– Tað er jú kunnugt, at
Christian hevur verið í
bæði Everton og Manchest-
er City til venjingar, og tær
hava gingið væl. Men ann-
að enn tað fái eg ikki sagt í
løtuni, er einasta viðmerk-
ingin, sum Jákup í Stóru-
stovu hevur um málið.
Tey seks mansliðini
fara sunnudagin
undir seinasta partin
av grundspælinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hondbóltsbarometrið
í
Hoyvík hevur verið í botni
seinastu
vikurnar,
og
sunnudagin stendur so aftur
ein trupul uppgáva fyri
framman.
Tá kemur VÍF, sum
saman við Kyndli myndar
oddin, á vitjan. Fyrra upp-
gerðin millum liðini var
sera jøvn, og ta ferðina var
um reppið, at hoyvíkingar-
nir struku avstað við stig-
um, men í evstu løtu eydn-
aðist tó VÍF at taka sítt.
Síðani hava formkurvar-
nar tó verið heldur ymiskar.
Hóast VÍF ikki hevur bast
Kyndli, so hava teir hildið
eitt gott tak í oddinum, og
einki er at ivast í, at teir eis-
ini vilja enda grundspælið á
bestan hátt. Og tað vil siga
við einum sigri.
Samstundis skal Kyndil
royna at hevna seg inn á
kollfirðingar, sum mest
sum tjóvstartaðu lands-
kappingina, tá teir í fyrsta
umfarinum vunnu á Kyndli.
Skulu avrikini higartil tak-
ast sum útgangsstøði, so er
einki at ivast í, at Kyndil
eigur at vinna ein syngjandi
tryggan sigur. Bæði liðini
hava tó sýnt rættiliga sving-
andi spæl í heyst, og sum
úrslitið frá fyrra dystinum
sigur, so standa allir møgu-
leikar opnir, so leingi sum
dysturin ikki er spældur.
Seinasti dysturin hesa-
ferð stendur millum StÍF og
Neistan. Her hevur StÍF
havt eina góða framgongd
seinastu vikurnar, og kunnu
teir eisini enda grundspælið
við einum sigri, fer lagið
um Skálafjørðin helst at
vera heilt gott.
Neistin hinvegin hevur
upplivað hópin av vónbrot-
um higartil í ár. Somikið
illa hevur skorist, at teir nú
eisini hava gjørt flytingar í
venjarasessunum, og so er
spurningurin, hvørt tað fer
at ganga betri, nú Damir
Oros bert skal hugsa um
tað, sum fyriferst inni á
vøllinum.
Grundspælið endar
Hondbóltsstøður
v.
t.
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Neistin
9
7 - 0 - 2
277
191
86
14
2 VB
7
6 - 0 - 1
214
142
72
12
3 Stjørnan
6
6 - 0 - 0
163
123
40
12
4 Søljan
9
5 - 0 - 4
260
219
41
10
5 VÍF
9
5 - 0 - 4
218
197
21
10
6 StÍF
8
1 - 1 - 6
167
212
-45
3
7 Kyndil
8
1 - 1 - 6
152
229
-77
3
8 Tjaldur
8
0 - 0 - 8
146
284
-138
0
v.
t.
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Kyndil
9
7 - 0 - 2
281
220
61
14
2 VÍF
9
7 - 0 - 2
265
229
36
14
3 H71
9
4 - 0 - 5
267
263
4
8
4 KÍF
9
4 - 0 - 5
223
244
-21
8
5 StÍF
9
3 - 0 - 6
239
272
-33
6
6 Neistin
9
2 - 0 - 7
237
284
-47
4
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
8
7 - 1
22
7
15
14
2 TB
8
7 - 1
21
8
13
14
3 KÍF
8
4 - 4
13
15
-2
8
4 Dráttur
8
3 - 5
16
17
-1
6
5 ÍF
8
3 - 5
11
15
-4
6
6 SÍ
8
0 - 8
3
24
-21
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 SÍ
7
6 - 1
19
7
12
12
2 Mjølnir
7
5 - 2
17
9
8
10
3 Fleyr
7
4 - 3
15
11
4
8
4 ÍF
6
1 - 5
5
16
-11
2
5 Fram
7
1 - 6
6
19
-13
2
Enskur áhugi fyri HB-
leikara
Vestmenningar hava helst ikki ráð at kiksa, tá teir vitja H71 í
seinasta dystinum í grundspælinum