leygardagur 11. desember 2004síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 238 - 11. desember 2004
Søkt verður eftir skrivara til Heilsufrøðiskipanina í Havn at byrja skjótast
møguligt. Starvið er 20 tímar um vikuna.
Arbeiðsuppgávur:
• Skrivari hjá leiðaranum fyri Heilsufrøðiskipanina
• Veita tænastu til heilsufrøðingarnar kring landið
• Journalisering
• Samskipa fundir
• Upprætta og skráseta barna/familjujournalir
• Gera hagtøl
• Fyrisita og samskipa arbeiðstilfar til heilsufrøðingarnar
Førleikakrøv:
• Skrivstovuútbúgving ella hollar royndir innan skrivstovuyrkið
• Góðar málkunnleikar til føroyskt og danskt
• Góðan telduførleika á brúkarastigi
Persónligir eginleikar:
• Evni til at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni
• Góðan røkiskap
• Tænastusinnað
Vit bjóða:
• Eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri førleikamenning
• Eina skipan í menning og fakliga virknar starvsfelagar
Setanar- og lønarviðurskifti:
Setanarøkið er Heimarøktin og Serforsorgin.Tænastustaðið verður skrivstovan
hjá Heilsufrøðiskipanini í Havn. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjartu Vilhelm,
leiðara á Heilsufrøðiskipanini, á tlf. 304020.
Umsóknarfreistin er 27. desember 2004. Umsókn við prógvum, viðmælum og
upplýsingum um útbúgving og starvsroyndir skal sendast til:
Bjarta Vilhelm
Heimarøktin og Serforsorgin
Eirargarður 2, 2. hædd
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Um Heilsufrøðiskipanina
Arbeiðið hjá heilsufrøðingum er m.a.at eygleiða og kanna barnið,at ráðgeva/vegleiða foreldrum viðv.
barnsins sálarligu,sosialu og likamligu menning,foreldraleikluti og tilknýti.
Á skúlunum umfatar arbeiðið harumframt funktiónskanningar, regluligar samrøður við børnini, bæði
persónliga og í bólkum,og undirvísing.Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv.
Heimarøktin
og Serforsorgin
Meginskrivstovan
Skrivari til
Heilsufrøðiskipanina
Fyribilsskattaskráin 2005
Fríir ágóðar
Leiðbeinandi virðini fyri 2005 eru hesi:
a. Virði á fríum bústaði, sí viðmerking
kr./m2
576
b. Eginnýtsla, sí viðmerking
el
kr.
7.900
olja
kr.
15.700
fastnettelefon/fartelefon
kr.
5.000
c. Frí vørunýtsla: sí viðmerking
Bakarar
kr.
4.100
Bakarar við handilsvørum
kr.
11.100
Handilsmenn
kr.
13.600
d. Virði á fríum kosti pr. dag: sí viðmerking
3 máltíðir
kr.
50
2 máltíðir
kr.
38
1 máltíð
kr.
28
e. Virði á fríum bili (persónbilur/stationcar):
sí viðmerking
1100 kg og undir
kr.
44.300
1101 kg til 1300 kg
kr.
54.800
1301 kg og meira
kr.
67.000
f.
Vøruvognar av skapi og merki
sum persónvognar: sí viðmerking
kr.
32.225
g. Allir aðrir bilar, sí viðmerking
kr.
22.150
h. Bussar upp til 10 persónar sum verða
nýttir til hýruvognskoyring: sí viðmerking
kr.
16.300
i.
Eginnýtsla av bili hjá hýruvognsførarum
kr.
16.300
Upphæddirnar eru íroknaðar meirvirðisgjald.
Virði á partaeigaralánum hjá høvuðspartaeigarum
7%
Aðrar upphæddir
Kapitalpensjónsfrádráttur
kr.
44.200
Skattafrítøka fyri donsk lesandi
kr.
65.000
Til a
Roknað verður við einari upphædd, sum er fyri bústaðarøkið, viðkomandi
hevur ræðisrætt yvir. Kjallari og loft, sum ikki eru innrættaðið, hjallur og bilhús
koma ikki undir hugtakið bústaðarøki.
Til b, c, d, e, og f
Privatur vinnurekandi skal skattast av virðinum á vørum og framleiðslum, sum
hann tekur úr virki sínum at nýta ella at hava í húsarhaldi sínum ella til gávur.
Virðið verður roknað eftir keypsvirðinum ella framleiðsluvirðinum á hesum
vørum.
Somuleiðis skal privatur vinnurekandi skattast av tí partinum av útreiðslunum,
sum svarar til eginnýtsluna,t.d.bil,telefon,ljós og hita,har útreiðslurnar umfata
bæði privatu og vinnuligu nýtsluna.
Meginreglan er tann, at skattgjaldarin sjálvur skal meta um, hvussu nógv er
privat, og hvussu nógv er vinnulig nýtsla. Metingin skal vera við atliti til stødd
á t.d. húsi og húski.
Til g og h
Upphæddirnar eru galdandi fyri bilar skrásettir sum persónvognar smb. § 3 í ll.
nr. 175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakførum.
Fyri bilar, skrásettir sum vørubilar eftir § 5 í somu lóg verður virðið sett til 75%
av upphæddini fyri bilar undir 1100 kg.
Fyri aðrar bilar enn teir, ið nevndir eru omanfyri, t.d. bilar, skrásettir eftir § 6 og
§ 8 í somu lóg,verður virðið sett til 50% av upphæddini fyri bilar undir 1100 kg.
Toll- og Skattstova Føroya kann krevja avrit av skrásetingarskjalinum fyri bilin.
Argir, 9. desember 2004
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið